Stórfingin Superstar

Jesus Christ Superstar er nú eisini at hoyra á føroyskum. Talan er um ein fínan muscial, og tann føroyski málbúnin situr væl og avrikið hjá teimum ungu leikarunum er at fegnast um

Theodor E. D. Olsen
-------------------
Fríggjakvøldið varð sangleikurin Jesus Christ Superstar frumframførdur í Norðurlandahúsinum. Ikki kann sigast annað enn, at tað er hugaligt at koma inn í Norðurlandahúsið til eina listauppliving á høgum støði, nú útboðið av fundum og ráðstevnum í hesum fína mentanarhúsi ikki tykjast at fækka í mun til eitt nú tónleikatiltøkini á hægsti stigi.
Tí eina listaliga uppliving fingu tey, sum mannaðu tann fullsetta salin hetta kvøldið.
Hóast talan er um ungar áhugaleikarar við avmarkaðum royndum á palli, sviku tey ikki álitið.
Talan var um eina stórfingna framførslu við nógvum góðum kreftum.
Á sjálvari leikskránni stendur, at Rútmiska kórið í Hoydølum framførir, men uttan holla hjálp frá bæði Tekniska skúlanum í Havn og Tórshavnar musikkskúla, var leikurin neyvan tann, hann er vorðin.
Jesus Christ Superstar á føroyskum er einki minni enn ein uppliving fyri bæði eygað og oyrað.
Gunnar Hoydal hevur við síni leikandi løttu og lýrisku týðing flutt sangleikin í ein føroyskan búna, og hetta kennsit hvørki stirvið ella sjálvhátíðarligt. Rútma og rím rigga væl og eru snøgt samansett.

Klassikari og anakronismur

Annfinnur Heinesen, ið er útbúgvin sjónleikari, roynir seg fyri fyrstu ferð sum leikstjóri, og tað er neyvan sum at siga tað at fara í holt við slíkt stórverk. Hóast menninir handan leikin, Andrew Lloyd Webber og Tim Rice einans vóru ávikavist 22 og 26 ára gamlir, tá teir skrivaðu leikin, er talan um eitt búgvið verk, ið tíðarinnar 40 ára gamla tonn ikki hevur megnað at gnagað inn á bein.
At seta ein leik upp, ið við tíðini er vorðin ein klassikari, er ein altíð ein spurningur um tulking. Hvussu setur tú leikin inn í okkara tíð og samanhang?
Tann føroyska útgávan av Jesus Christ Superstar hevur nøkur spennandi boð upp á hetta, sum tó eru sera tíðarleys og international.
At lata myndugleikarnar í gestapolíknandi klæðir við byrsum undir arminum, lata nøvnini á Union Carbide og øðrum margtjóða fyritøkum renna eftir vegginum, tá Jesus ruddar upp í óskilinum í templinum, og annars koma við øðrum tilsipingum til okkara tíð, ger leikin viðkomandi, og tað tíðarbundna ger samstundis frásøgnina tíðarleysa.
Harafturat verður pallmyndin bara stuðlað og als ikki órógvað av myndunum á stórskíggjanum, sum hongur omanfyri pallin.

Rice surprise

Sýningin fríggjakvøldið byrjaði ikki stundisliga. Sagt varð, at Dagur og vika skuldi fáa eitt innslag fyrst. Síðani varð eitt videoklipp við teksthøvundanum Tim Rice spælt, har hann umbar, at hann ikki var komin til Føroya at hyggja eftir framførsluni, men ynskti øllum eina góða uppliving. Minti eitt sindur um danska tiltakið “at se giraffen...”
Jú, gaman í – tað er altíð stuttligt, tá kendar heimsstjørnur heilsa okkum uttan úr heimi. Men burtursæð frá, at hetta var eitt stuttligt surprise, so var hetta sum so ikki alneyðugt fyri at tryggja eina góða framførslu.
Hesum syrgdu teir ungu leikararnir fyri.

Væleydnað val

Kanska er ikki rætt at nevna nakran fram um nakran annan. Talan var um eitt vala liðavrik. Eitt samstarv millum fleiri listagreinir og ung evnarík fólk, hóast raddarvenjing í summum førum um hevði komið væl við.
Men tað ger helst onki um vit nevna, at høvuðsleiklutirnir vóru væl mannaðir við sera dugnaligum fólkum. Páll Brim Joensen spælir Jesus, og ikki kann sigast annað enn, at castingin er heppin. Útsjóndin og kropsmálið er sannførandi, og røddin er høg og hvøss í harða dystinum í Getsemane.
Terji Giovanni Djurhuus fyllir væl leiklutin sum Judas, og tú hoyrir, um tann tiltikna knappanálin skuldi dottið á gólv, tá hann velur gálgan og sigur hesum heimi farvæl.
Mike Viderø prógvaði eisini síni evni sum sangari og skemtari, tá hann í leiklutinum sum Heródes tók øll á bóli. Eitt brot í leikinum, sum er torført at vera nýskapandi í, tá ein hevur sæð filmin. Men í hesum førinum var tað bæði stuttligt og originalt.
Og so mugu vit ikki gloyma Biritu Adelu Davidsen, sum við síni sera sannførandi tulking av Mariu Magdalenu neyvan kundi fylt hendan leiklut betur við síni djúpu, men ljósu rødd. Við hesum er hon við til at geva hesum leikluti ta tølandi styrki, men eisini viðkvomu víddir, ið henda kvinna goymir.

Ljós og uppreisn

Tá Jesus Christ Superstar varð spældur á fyrsta sinni í 1970, funnust summi at, at eingin uppreisn var at síggja.
Í hesum sambandi kann nevnast, at júst uppreisnin hevur verið eitt tað torførasta at avmynda hjá listafólkum gjøgnum tíðirnar. Eitt nú finnast ikki nógvar altartalvur við hesum motivi.
Men við ljósinum, ið varð kastað á tann tóma krossin móti endanum av framførsluni varð elegant lagt upp til, at ein frí tulking kundi gerast í hesum sambandi, og dysturin millum tað góða og tað ónda verður á ein lættan, men eisini fínan máta lýst í teimum síðstu guitarsolounum í tí stóra finalubrakinum.
Samanumtikið eigur Rútmiska kórið í Hoydølum og tess samstarvsfelagar rós uppiborið fyri enn eitt valaverk. Ikki er neyðugt at biðja fólk fara at hyggja, tí flestu sýningarnar eru sum skilst longu útseldar. Men tey, sum hava fingið atgongumerki, kunnu gleða seg.