dagliga vitja eitt nú barnagarðar og vøggustovur urtagarðin og eisini hevur Felagið Tórshavn skipað fyri túri í garðinum. Hesum hevur hon als einki ímóti - tvørtur ímóti fegnast hon um, at fólk kunnu hava [...] inn í garðin, sigur Vibeke Larsen. Amtmansgarðurin, sum eldri havnarfólk plagdu at siga, er ein av teimum gomlu gørðnum í Havnini, har plantað er. Amtmansborgin varð bygd í 1880. Gomlu amtmanshúsini lógu
onnur áhugað, vilja hvassliga mótmæla, at sjóvegis sambandið, uttan grundgeving verður niðurlagt. Fyri tey av okkum, sum dagliga ferðast til og frá arbeiði og í skúla, er sambandið við bussi óbrúkiligt [...] ein mánað, so varð leiðin niðurløgd vegna vantandi undirtøk. Sambært ferðslulógina er hámarksferðin fyri bussar 70 km. Farleiðin av Toftum til Havnar, sum eisini gongur gjøgnum bygt øki, er gott og væl 70 [...] vera heimanífrá upp á ein tíma hvønn vegin. Hetta kemur sera illa við hjá okkum øllum, men helst hjá teimum mammum, sum eiga smá børn. Vit halda okkum hava víst stórt tolsemi, og hava ikki verið kravmikil
taptu stórt hesa ferð, og nú er greitt, at í ár verður ikki talan um nakra bjargingarroynd fyri liðið hjá teimum. Teir eru átta stig niðanfyri HB, sum er næstaftast, og teir hava sera vánaligan málmun. Hetta [...] spæla um uppflyting ur 3. og í 2. deild, er ikki avgreiddur. GÍ vann á Sandi, og teir liggja best fyri at vinna silvurmerkini, men teir kunnu ikki flyta upp, tí teir hava lið í 2. deild, og tað er einki [...] úr spískum og inn við nærra stólpanum. Eftir 65 minuttir økti sami maður, tá hann varð leysur mitt fyri, og fimm minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Jákup Joensen, sum var púra leysur frammanfyri
ár á baki Í ár eru tað 15 ár, síðan at skipað var fyri ársins songrødd á fyrsta sinni. Síðani tá hevur kappingin verið á hvørjum ári. Fleiri av teimum, sum hava vunnið kappingina, hava við sigrinum ognað [...] eitt nú stakfløgan hjá ?You Jane?, sum Gitte Wiegand, ið vann kappingina fyri nøkrum árum síðani. Tað er FC-Music, sum skipar fyri kappingini at gerast ársins songrødd, og tað hava teir gjørt øll hesi árini [...] spældi eitt tíðarskeiðið við bólkinum Chase, sum fyri seks til sjey árum síðani helst var best umtókti bólkurin í landinum. Í Íslandi er James serliga kendur fyri sín leiklut í bólkinum Papar, sum eisini hava
hovbingar í sín part. Men hann vísur aftur, at teir báðir stóru grannarnir fyri sunnan og fyri norðan skulu hava engt við nøkrum serligum fyri at fáa hovbingar í sín part. Talan hevur bara verið um prát og fy [...] rørast Kommunan mitt í Suðuroynni, Hovs kommuna, er ein av teimum víðføru kommununum í Suðuroy og tað ger hana sjálvandi serliga áhugaverda hjá teimum stóru grannunum, Vági og Tvøroyri. Ikki minst hjá Tvøroyri [...] skal ikki býtast í tvey. Hann sigur, at hann er sinnaður at fara so langt sum tað er neyðugt fyri at forða fyri tí. At býta broyta bygdarmarkið haldi eg, er at ganga okkum ov nær. Vit koma at sita sum
til meir hesuferð. At tað er trupult hjá teimum meira fjarskotnu, er eingin loyna. Og kanska serliga hjá vágafólki og suðuroyingum. Av tí sama minkar áhugin fyri landsliðnum, tí tað er so trupult at koma [...] aðalfundur varð hildin, har fimm nevndarlimir vóru valdir. Niðurstøðan var, at felagið skuldi virka fyri at gera tað stuttligari at vera áskoðari hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum. Og tað sum tá hevði [...] melda seg úr nevndini. Tað er sjálvndi spell, tí meiningin var allatíðina at hava umboð úr øllum teimum stóru oyggjunum. At vit ikki høvdu bussar úr øllum støðum hesuferð, komst einfalt av, at vit ikki
prýðiligi minnisvarði fyri V. U. Hammershaimb á sinni varð settur upp á Debesartrøð, framman fyri týdningarmesta mentunarstovni, ið tá var, Landsbókasavninum, stóð hann væl fyri, og hann tók seg væl út [...] óheppið, at grefligar jarndyr fyri bilskúrinum eru vendar beint ímóti listaverkinum. Vegurin frammanfyri er grivin niður í lendið, so varðin er endaður á einum kneysa, ið ber upp fyri. Sjálvt um myndugleikarnir [...] menning, vit hava sæð hesi seksti árini, er hann ein felagsnevnari. Hjartaliga til lukku við teimum 85 árunum tøkk fyri tína list og títt ósjálvsøkna stríð. Bárður Jákupsson
annan puls og aðra takt (og annað hjartalag) enn fremmanda málið, hóast vit skilja tað. Vit skipa fyri slíkum føroyskum kristiligum stevnudegi, tí okkum tørvar at koma saman um Orð Harrans og at syngja [...] hava nógvir føroyingar verið í útlegd her á Flatlondum, tí kreppa var heima á landi. Tað var gott fyri okkum her niðri at hava so nógv fólk her, og hesa tíðina í fjør vóru vit nógv savnað til slíkan stevnudag [...] so vera høvi hjá føroyingum her og har at koma saman ein heilan dag til hugna og álvara. Nakrir av teimum, sum fara at bera nakað fram, eru Jens Olsen úr Herning, Øssur Berghamar av Amager, Páll Dam Hansen
altíð spæla sum fyri lívinum. Og tað sigur seg sjálvt, at tað verður munandi lættari hjá teimum yngru spælarunum at traðka inn á liðið, tá so royndir leikarar eru har frammanundan. Týdning fyri trivnaðin Tað [...] kappingunum hjá teimum yngru og fyrstu árini vóru tað garpar, sum Klæmint Isaksen, Heri Elttør, Svend Jacobsen, Jóannes Poulsen, Jógvan Jacobsen og aðrir við, sum gjørdu um seg í teimum yngru deildunum [...] farna kappingarárið - gjørdi býráðið av at geva felagnum eina peningagávu, sum takk fyri tað arbeiðið, sum felagið ger fyri býin, bæði á ein og annan hátt. Føðingardagsveitsla Nevndin í Mjølni ætlar ikki,
myndugleikanna at finna eina so breiða semju, sum til ber fyri framtíðarstøðu okkara - og tað er ikki nóg mikið, at landsstýrisflokkarnir standa aftan fyri hesa avgerð. Tí kunnu vit nú harmast um, at tað ikki [...] komin higar at vitja. Viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin hava ikki verið av teimum bestu seinastu árini, og hevur hetta eisini merkt danskan politikk við tað, at Jóannes Eidesgaard [...] inn í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum. Hóast vit kanska kunnu lasta danska Javnaðarflokkin fyri vánaliga samstarvið flokkanna millum, so eiga vit kortini nú at líta frameftir - og ikki erta upp