Mótmæla at Skálafjarðarsiglingin verður niðurløgd

Finbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum fær í dag eitt mótmælisskriv frá misnøgdum fólkum, ið dagliga nýta Skálafjarðarsiglingina sum farleið millum Havnina og Skálafjørðin. Brævið, tey handa landsstýrismanninum er soljóðandi:

»Vit, sum dagliga ferðast við Ternuni millum Skálafjørðin og Havnina og onnur áhugað, vilja hvassliga mótmæla, at sjóvegis sambandið, uttan grundgeving verður niðurlagt.

Fyri tey av okkum, sum dagliga ferðast til og frá arbeiði og í skúla, er sambandið við bussi óbrúkiligt, tí tað passar sera illa við arbeiðs- og skúlatíðirnar, og leingir órímuliga nogv um tað ein er noyddur at vera heimanífrá. Lyftini um ein »snarbuss« kenna vit frá seinast, tá sjóvegis sambandið við Dúgvuni varð niðurlagt. Hesin bussur koyrdi í ca. ein mánað, so varð leiðin niðurløgd vegna vantandi undirtøk.

Sambært ferðslulógina er hámarksferðin fyri bussar 70 km. Farleiðin av Toftum til Havnar, sum eisini gongur gjøgnum bygt øki, er gott og væl 70 km, so líka mikið um leiðin kemur at bera eitt so tølandi heiti sum snarleið, kemur túrurin aftur og fram at taka um. 1 1/2 tíma hvønn vegin. Ternan ger sama túr upp á 1/2 tíma hvønn vegin. V. ø. o ein leingjan av teirri tíð, ein skal vera heimanífrá upp á ein tíma hvønn vegin. Hetta kemur sera illa við hjá okkum øllum, men helst hjá teimum mammum, sum eiga smá børn.

Vit halda okkum hava víst stórt tolsemi, og hava ikki verið kravmikil, ta tíð, Ternan hevur røkt sambandið, hóast hetta hevur verið sera óálítandi. Ternan hevur, í tíð og ótíð, og tíðum við lítlari ella ongari fráboðan, verið tikin úr sigling, og nýtt til annað endamál.

Óreglusemið og lága tænastustøðið, hevur sjalvandi ført við sær, at ferðafólkatalið ikki er tað, sum tað annars kundi verið. Hesum má Strandferðslan og politiski myndugleikin í felag bera ábyrgdina av, og kann ikki brúkast sum grundgeving fyri at niðurleggja ferðasambandið. Tað bøtir heldur ikki um raksturin av rutuni, at skipini sum verða brúkt eru gomul og niðurslitin.

Strandferðslan er almennur tænastustovnur, og skuldi tí havt sum sítt fremsta endamál at tænt landssins borgarum á besta hátt, men við at niðurleggja sambandið millum Skálafjørðin og Havnina við so stuttari fráboðan, og uttan nakra grundgeving, føla vit okkum, sum borgarar í hesum parti av landinum, viðfarin á ein mannminkandi hátt.

Vísandi til omanfyri nevnda, vija vit undirritaðu heita á Vinnumálastýrið og Strandferðsluna, um at ógilda fráboðanina um, at sjóvegis sambandið millum Skálafjørðin og Havnina verður niðurlagt, ella at umhugsa annað og øðrvísi skipað sjóvegis samband.«


Brævið er undirskrivað av fólkum, sum dagliga nýta farleiðina