Hetta ættarliðið var nakað serligt. Tann drúgva tíðin í noyddari útlegd í nazismunnar skugga hevði sett føðilandið í eitt nýtt og øðrvísi ljós og gjørt hesi ungu meðvitandi um samleika og tjóðskap. Tiltikið er samanhaldið og tað blómandi felagslívið í stórbýnum. Eyðkent fyri flestu teirra var eitt djarvt viðskygni, áður aldri sæð ímillum føroyingar. Neyvan hevur nakar ungdómur í Føroya søgu havt so treystligar hugsjónir og sett sær so stór framtíðarmál. Eftir krígslok komu tey heim aftur, miðvís og virkisfús. Tann gamli heimurin var farin í sor, nú skuldi byggjast av nýggjum. Føroyar skuldu verða frælsar, mennast vinnuliga, mentunarliga og politiskt, og verða tjóð ímillum aðrar tjóðir.
Ikki kann sigast, at tað politiska úrslitið hjá teimum gomlu løgtingsmonnunum - heimastýrislógin - kom at svara til vónirnar og dreymarnar. Men hóast mong teirra mundu kenna seg vónsvikin, og vildu treyðugt kennast við hesa skipan, má ásannast, at teirra partur hevur ikki ligið eftir hesi fimti árini. Fært tú ikki tann, tú elskar, mást tú royna at elska tann, tú fært, og vóna, at alt fer at laga seg til tað betra. Í staðin varð tosað um at vera á rættari leið. Hesir »asfaltføroyingar« hava sanniliga sett sín dám á samfelag okkara eftir kríggið. Og broytingin hevur verið stór - nú ganga sum kunnugt allir føroyingar á alfalti, enntá í túninum í Mykinesi.
Tann mentunarliga og samfelagsliga menningin hevði størstan týdning. Uttan hesar menn og kvinnur var eingin radikal tjóðskaparrørsla og málrørsla, einki Fróðskaparfelag og einki Fróðskaparsetur. Og nú hetta skal vera ein heilsan til føðingardagsbarnið, ið er listamaður, skal sigast, at uttan tey vóru helst hvørki Listafelag, Listasavn ella Listaskáli.
1923 er eitt søguligt ár í Føroya mentunarsøgu - tá fór tann fyrsti føroyingurin undir at fáa sær rættiliga listarliga útbúgving. Tað var Bergithe Johannessen úr Vestmanna. Við Mikines, Janusi Kamban og Ruth Smith fingu vit okkara fyrstu professionellu listafólk. Janus var næmingur á myndahøggaraskúlanum á Kunstakademiet í Keypmannahavn hjá E. Utzon-Frank 1932-35 og 1938-40. Listin skuldi ikki longur einans vera ítriv, men lívsins meining og álvarsliga innihald. Hesi undangongufólk løgdu støði undir eina listarliga menning, sum hevur borið okkum longri á leið - fram ímóti teirri mentanarligu búning og tilbúgving, ið navnin Janus skald á sinni setti sum treyt fyri, at vit einaferð skuldu kunna rópa okkum eina mentaða tjóð (sambært Hanusi Andreasen).
Fleiri yngri landsmenn tóku eftir, leitaðu til tann sama listaskúlan í stórbýnum. Tá ið kríggið kom og Danmark varð hersett, vóru hesi myndlistafólk stødd í Keypmannahavn, og har noyddust tey at vera verandi tey 5 krígsárini. Summi vóru liðug við útbúgving sína, men ikki heim farin, onnur vóru júst farin undir lesnaðin. Tann unga tjóðin kundi manna eitt heilt lið av gávuríkum myndlistafólkum, og ein nýggj listagrein var við at festa røtur. Men fólkið átti hetta til góðar - heima í Føroyum vistu tey lítið og einki um ta nýggju myndlistina.
Studentar og aðrir útisetar - vit síggja nøvnini á mongum, ið komu at seta sín dám á føroyska samfelagið eftir kríggið - tóku seg saman og stovnaðu Listafelag Føroya í 1941, til tess at stuðla hesa nýggju listagrein. Formaður varð Hans Debes Joensen, seinni landslækni. Janus var sum vera man við. Hann hevði nøkur ár frammanundan fyrireikað ta fyrstu føroysku »útisetaframsýningina« í myndhøggaraskemmuni hjá sær sjálvum í Nørrebrogade. Hanus við Høgadalsá, sum kom at dugna myndlistini nógv eftir kríggið - hann andaðist her fyri - var eisini uppií.
Janus Kamban, ið hósdagin 10. september fyllir 85, var í tí vónríka skara, ið kom heim eftir krígslok, í august 1945, við fyrsta ferðamannaskipinum, »Aarhus« hjá DFDS. Í bók síni um Janus tekur Gunnar Hoydal soleiðis til: »Men korini vóru trong, tær góðu tíðirnar beint eftir kríggið fjaraðu skjótt burtur, og Janus kom at sanna tað, sum hevur fylgt honum bæði fyrr og síðani, at hjá føroyskum listamanni er ofta smáligt og kanska beinleiðis svangligt viðhvørt. -Tað vistu vit frammanundan, hevur hann greitt frá. Vit vistu, at tað fór at vera smátt, og tað var ikki, tí vit hugsaðu um innløguna, at vit stundaðu eftir at sleppa heimaftur. Tað var meira einfalt enn so: Vit hildu okkum hava verk at gera í Føroyum«.
Við útisetunum kom eisini Listafelag Føroya heim og byrjaði virksemi sítt her. Janus hevur verið uppi í øllum vási, ið spratt úr listafelagsins virksemi - sum forsprákari og fyrireikari. Í 1948 varð Alment føroyskt Listasavn sett á stovn, sama árið skipaði listafelagið fyri teirri fyrstu Ólavsøkuframsýningini. Í eitt mannaminni vóru størri framsýningar í Føroyum og uttanlands- og Ólavsøkuframsýningin - óhugsandi uttan Janusar kønu hond. Í 1970 kom Listaskálin, og Janus varð settur leiðari.
Eyðkenni fyri list Janusar er einfaldur greiður formur í monumentalari sinniligari ró. Hann hevur gjørt virðiligar andlitsmyndir av útróðrarmonnum og traðarmonnum, skøldum og kvøðarum. Skal ein andlitsmynd takast fram, tá tað vera bronsumyndin av Vensili á Velbastað 1951, kanska mætasta verk Janusar yvirhøvur. Hann lýsir vanlig fólk í dagligum yrki: neytakonur og seyðamenn, útróðrarmenn við báti sínum, reiðskapi og veiði. Eymar og sannførandi eru lýsingar hansara av seyði, eitt nú Tvílemba 1955 og Ær 1968. Men hann hevur eisini tikið samfelagsligar spurningar upp, eitt nú í standmyndini Karyatidur.
Í grafikki, linoskurði, mangan fleirlitaðum, eru havið, sjófuglurin, fjøran og tað lív ið rørist við støðna, eitt høvuðstema. Aldunnar tunga dragandi rytma og skiftandi litbrá, skýferðin, áirnar í andarisi. Eingin hevur sum Janus Kamban dugað at lýst linjurnar í tí fullkomna skapinum, tann klassiski føroyski báturin hevur.
Eitt høvuðsverk Janusar, helst fremsta monumentala høggmyndaverk, ið gjørt er í Føroyum, er Móðurmálið 1948, ið høgt er úr føroyskum gróti. Tá ið hesin prýðiligi minnisvarði fyri V. U. Hammershaimb á sinni varð settur upp á Debesartrøð, framman fyri týdningarmesta mentunarstovni, ið tá var, Landsbókasavninum, stóð hann væl fyri, og hann tók seg væl út á hesum fríða lendi. Men so fóru menn at oyðileggja umhvørvið. Ja - umenn Janus altíð er sinniligur og spakførur, so kann hann tó siga sína hjartans meining, og tað fari eg eisini at loyva mær, hóast hetta er ein føðingardagsheilsan. SEV gjørdi ta dáragerð at byggja eitt ljótt betonhús beint upp at minnisvarðanum - skapað nakað sum hesin fýrkantaði skulpturur, og nakað eins á liti, bara munandi størri. Einki ilt at siga um bókasavnshúsini, men tað er óheppið, at grefligar jarndyr fyri bilskúrinum eru vendar beint ímóti listaverkinum. Vegurin frammanfyri er grivin niður í lendið, so varðin er endaður á einum kneysa, ið ber upp fyri. Sjálvt um myndugleikarnir skuldu fingið tað hugskot at beint brutur tað villvaksandi runnakjarrið, ið av onkrari óskiljandi orsøk er plantað, so tað nærum fjalir minnisvarðan yvir V. U. Hammershaimb, hevði hann kortini sæst illa av J. C. Svabosgøtu, og inn um girðingina fer eingin, tí oljufyrisitingin, ið hevur fingið tey gomlu bæriligu húsini, hevur aðra innkoyring. Nú er hesin vakri skulpturur, ið á sinni varð reistur sum ein mentanarligur varði við stórum symbolvirði, komin sera illa fyri. Eingin meining er í staðnum, har hann stendur, - og eingin sær hann!
Nú vit heiðra Janus, loyvi eg mær at seta fram eitt uppskot: Gevið føroyingum høvi til at síggja og njóta hetta monumentala verk - flytið standmyndina Móðurmálið, setið hana á Tinghúsvøllin! Miðskeiðis á vøllin - nakað ovari enn har, Rasmus Effersøe nú stendur. Flytið so bringumyndina av Rasmusi í ein útnyrðing, í brekkuna nakað oman fyri Sparikassagerðin.
Janus Kamban hevur verið virkin til hendan dag. Á Ólavsøkuframsýningini seinastu sóu vit, at verkið Mekongáin, ið hann hevur arbeitt við tey seinnu árini, hevur fingið sín endaliga form. Hetta er ein grimmlig viðmerking til kríggið í Kambodia og alt dáralæti.
Janus Kamban er javngamal við ta nýbrótandi listina, ið tók seg upp í 1930árunum, og í teirri menning, vit hava sæð hesi seksti árini, er hann ein felagsnevnari. Hjartaliga til lukku við teimum 85 árunum tøkk fyri tína list og títt ósjálvsøkna stríð.
Bárður Jákupsson