Skal Hovs Kommuna leggjast saman við nakrari aðrari kommunu skal fólkið sjálvt sleppa at taka avgerðina.
Asbjørn Berg, bygdaráðsformaður í Hovi, sigur, at hóast bygdaráðið ikki ikki hevur tikið nakra formliga avgerð í málinum, heldur hann, at bygdaráðslimirnir eru sinnaðir til at leggja málið um samanlegging út til fólkaatkvøðu.
Og tað er ein avgerð, hann sjálvur styðjar fult út.
Eg haldi at tað hevði verið skeivt av bygdaráðnum at tikið eina so týðandi avgerð, uttan at spurt fólkið, hvat tað vildi.
Tí heldur hann avgjørt, at málið skal út til fólkaatkvøðu.
Hava fríggjað til Hovs
Spurningurin um fólkaatkvøðu verður ikki aktuellur um Suðuroyggin verður ein kommuna tí so er onki at atkvøða um.
Men verður Suðuroyggin tvær kommunur er støðan hjá hovbingum ógvuliga áhugaverd.
Tí Hovs kommuna er mitt í Suðuroynni og tá er spurningurin um Hov skal uppí tann syðra partin, ella hon skal uppí tann norðarapartin.
Og Ásbjørn Berg váttar, at báði býráðið í Vági og tað á Tvøroyri hava sett seg í samband við bygdaráðið í Hovi um at fáa hovbingar í sín part.
Men hann vísur aftur, at teir báðir stóru grannarnir fyri sunnan og fyri norðan skulu hava engt við nøkrum serligum fyri at fáa hovbingar í sín part.
Talan hevur bara verið um prát og fyrispurningar, sigur hann.
Sjálvur heldur hann, at flestir hovbingar hella suðureftir, tí tað er eisini við Vág, at hovbingar hava tað kommunala samstarv, sum er.
Ásbjørn Berg heldur annars heilt avgjørt, at fólkaatkvøðugreiðsla skuldi verið í allari oynni um Suðuroyggin skal vera ein kommuna ella um hin skal vera tvær.
Ongar fyrimunir
Fyribils dugur bygdaráðsformaðurin í Hovi annars ikki at síggja nakrar fyrimunir at leggja saman.
Tað er ongin ivi í míni sál um, at tað fer at hækka skattatrýstið í teimum smærru kommununum, tí tær stóru kommunurnar skylda so nógv.
Men annars heldur hann, at tað eru nógv onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi.
Suðuroyingar mugu ikki gloyma, at Havnin verður ein rættiliga stór kommuna, kanska við næstan helvtini av Føroya fólki.
Spurningurin er so, um ikki Suðuroyingar standa sterkari afturímóti Havnini í einari kommunu við 5.000 fólkum.
Spurningurin er, um ikki Suðuroyggin verður ov veik, um hon verður býtt sundur í tvær kommunur við 2.500 fólkum í hvørjari.
Skal ikki rørast
Kommunan mitt í Suðuroynni, Hovs kommuna, er ein av teimum víðføru kommununum í Suðuroy og tað ger hana sjálvandi serliga áhugaverda hjá teimum stóru grannunum, Vági og Tvøroyri.
Ikki minst hjá Tvøroyri, tí Hovs Kommuna gongur langt inn á Trongisvágsfjørð.
Kommununevndin skjýtur í fyrra lagi upp, at Suðuroyggin verður ein kommuna. Í øðrum lagi verður skotið upp, at oyggin verður tvær kommunur.
Men verður hon tvær kommunur, er markið sett at ganga eftir sjálvari Hovsegg.
Tvs, at Hovs Kommuna skal býtast í tvey. Umleið helvtin skal verða í teirri norðaru kommununi og hin helvtin í teirri syðru kommununi.
Men tað vil bygdaráðsformaðurin ikki hoyra talan um.
Hovs Kommuna skal ikki býtast í tvey.
Hann sigur, at hann er sinnaður at fara so langt sum tað er neyðugt fyri at forða fyri tí.
At býta broyta bygdarmarkið haldi eg, er at ganga okkum ov nær.
Vit koma at sita sum ein kíli ímillum ³stórveldini3 Vág og Tvøroyri og tað kann ikki vera meiningin, at teir báðir ³stórveldahøvdingarnir3 skulu sita og býta Hov ímillum sín, sum teir halda hóvar best, sigur Ásbjørn Berg.
Seinasta nýggja
Bygdaráðið í Hovi hevði fund týskvøldið, har bygdaráðslimir umrøddu kommunumálið, hóast tað ikki var formliga viðgjørt.
Ásbjørn Berg sigur, at bygdaráðslimir vilja helst sleppa undan samanlegging.
Men skal leggjast saman, vilja teir flestu bygdaráðslimirnir heldur, at Suðuroyggin skal vera ein kommuna.
Summir vilja heldur hava eina kommunu fyri at sleppa undan at broyta bygdarmarkið. Aðrir halda, skal Suðuroyggin býtast í tvey, verður hon ov Suðuroyggin verður ov veik afturímóti Havnini. Skal oyggin í tvey, er semja um, at fólkaatkvøða skal at verða um, hvønn partin Hov skal hoyra til.