? Verið góð við urtagarðin?

Ríkisumboðsmaðurin harmast um, at fólk tveita órudd í vakra urtagarðin

? Eg havi als einki ímóti, at fólk spáka í urtagarðinum.

Hetta sigur Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður.

Hon er sera hørm um, at fólk í vikuskiftunum gera um seg í urtagarðinum, klintra í trøunum og bróta fløskur í tí annars so vakra og sermerkta urtagarðinum mitt í hjartanum í Havn.

Vibeke Larsen sigur við Sosialinum, at hon sjálvandi ikki kann lata urtagarðin alment upp.

Hon sigur, at dagliga vitja eitt nú barnagarðar og vøggustovur urtagarðin og eisini hevur Felagið Tórshavn skipað fyri túri í garðinum.

Hesum hevur hon als einki ímóti - tvørtur ímóti fegnast hon um, at fólk kunnu hava gleði av hesum sermerkta urtagarði, sum setir sín serliga dám á miðbýarmyndina í høvuðsstaðnum.

Tað er húsavørðurin hjá ríkisumboðsmanninum, sum heldur urtagarðin.

? Tað er eitt stórt arbeiði at halda garðin, og nógv tíð fer við at taka upp rusk, sum verður tveitt inn í garðin, sigur Vibeke Larsen.

Amtmansgarðurin, sum eldri havnarfólk plagdu at siga, er ein av teimum gomlu gørðnum í Havnini, har plantað er.

Amtmansborgin varð bygd í 1880. Gomlu amtmanshúsini lógu, har urtagarðurin er í dag - og vórðu tey tikin niður, tá nýggja borgin varð bygd.