Seinast í hesum mánaðinum verður farið undir kappingina um at gerast ársins songrødd 1998. Byrjað verður leygarkvøldið tann 26. í hesum í Virkinum á Sandi, og kappingin endar leygarkvøldið tann 14. November við stórum finalutiltaki í høllini á Kambsdali.
15 ár á baki
Í ár eru tað 15 ár, síðan at skipað var fyri ársins songrødd á fyrsta sinni. Síðani tá hevur kappingin verið á hvørjum ári.
Fleiri av teimum, sum hava vunnið kappingina, hava við sigrinum ognað sær rættindini til eina plátuútgávu/fløguútgávu. Nevnast kann eitt nú stakfløgan hjá ?You Jane?, sum Gitte Wiegand, ið vann kappingina fyri nøkrum árum síðani.
Tað er FC-Music, sum skipar fyri kappingini at gerast ársins songrødd, og tað hava teir gjørt øll hesi árini, sum kappingini hevur verið til.
Fleiri kendir vinnarar
Millum tey, sum áður hava vunnið kappingina, eru heilt nógv kend nøvn frá føroyska tónleikapallinum.
Kaj Johannesen, sum tey flestu helst kenna sum trummuspælaran í sera vælumtókta bólkinum Moirae, er ein. Tíverri er Moirae ikki longur at síggja og hoyra á palli, men Kaj ger eisini um seg í bólkinum Taxi, sum í næstum væntandi fer á eina konsertferð kring landið.
Eitt annað kent navn er Malan Eyðunsdóttir. Hana kenna tey flestu frá bólkinum Mark No Limits, har hon var sangari saman við Teituri Lassen. Eina tíð var í útvarpinum dúgliga lýst við, at Malan Eyðunsdóttir Band spældi til dans á ymiskum støðum, men er hesin bólkur lítið og einki frammi í løtuni.
Síðst, men ikki minst, kann man eisini nevna James Olsen. James man verða millum okkara allarfremstu tónleikarar, og hann er eisini eitt ?etablerað? navn í Íslandi. James spældi eitt tíðarskeiðið við bólkinum Chase, sum fyri seks til sjey árum síðani helst var best umtókti bólkurin í landinum. Í Íslandi er James serliga kendur fyri sín leiklut í bólkinum Papar, sum eisini hava verið á vitjan í Føroyum.
50 luttakarar higartil
Finn Jensen frá FC-Music sigur við Yngd, at higartil hava einir 50 luttakar boðað frá, at teir vilja taka lut í kappingini. Størsti áhugin er, ikki óvæntað, í høvuðsstaðnum har ikki færri enn 15 fólk hava boðað frá luttøku í innleiðandi umfarinum í Havn, sum verður í Sjónleikarahúsinum fríggjakvøldið 16. og leygarkvøldið 17. Oktober.
Orsøkin til at innleiðandi umfarið í Havn verður yvir tvey kvøld er, at luttakararnir eru so nógvir, at tað fríggjakvøld verður ein innleiðandi kapping, og so sleppa einir seks luttakarar víðari til eitt semifinaluumfar, sum so verður leygarkvøld.
Helst verður kappingin yvir tvey kvøld eisini í Eysturoynni og onkra aðrastaðnis við.
Løgini
Luttakararnir kunnu velja millum fimm løg, sum tey kunnu syngja. Løgini eru hesi:
Lutricia McNeal: Stranded
Celine Dion: My heart will go on
LeAnn Rimes: How do I live
Savage Garden: Deeply, madly, truly
Backstreet Boys: All I have to give
FC-Music hevur syrgt soleiðis fyri, at øll føroyskir tónleikarar hava spælt øll løgini inn á fløgu til hesa kappingina, og øll tey, sum hava boðað frá luttøku, fáa so eitt eintak av fløguni, so at tey kunnu venja heima við hús. Fløgan verður helst tøk í komandi viku, sigur Finn Jensen við Yngd.
Finalan
Sjálvur endabresturin av kappingini Ársins Songrødd 1998 verður leygarkvøldið 14. November í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Hetta verður eitt stórt tiltak, har høvuðshendingin sjálvsagt er sjálv avgerðin um, hvør vinnur kappingina.
Nógv annað verður tó eisini á skránni. Í løtuni verður arbeitt við at fáa ein føroyskan bólk, sum var nógv frammi fyri nøkrum árum síðani, men sum ikki hevur á palli saman leingi, at spæla hetta kvøldið.
Haraftrat verður eisini diskotek og nógv annað gott, siga fyrireikararnir av kappingini.
Dómarar
Tá ið tey innleiðandi umførini í kappingini eru, verða tað tríggir dómarar, sum koma at taka avgerð um, hvør ið sleppur víðari til finaluna. Hesir tríggir dómararnir verða tveir frá FC-Music, og so ein persónur frá tí økinum, har kappingin fer fram.
Sjálvt finalukvøldið verða tað einir tíggju dómarar, sum skulu taka avgerð um, hvør ið kann kalla seg Ársins Songrødd 1998. Hetta verða limir úr bólkinum, sum skal spæla hetta kvøldið, og so verða tað eisini umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar og onnur.
Tey, sum ikki hava teknað seg til kappingina, men hava hug til tað, kunnu venda sær til FC-Music á tlf. 317646.
Skráin
Sjálv skráin fyri kappingina er annars henda:
26/9Virkið á Sandi
2-3/10Glyvra Bio
10/10Bygdarhúsið í Miðvági
16-17/10Sjónleikarahúsið í Havn
23/10Lognbrá í Klaksvík
29-30/10TB-Húsið á Tvøroyri
14/11Finala - Ítróttarhøllin á Kambsdali