Spentu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar tykjast nú at hava lagt seg aftur, og hesaferð hava tjóðveldismenn og fólkafloksmenn einki ímóti at hitta forsætismálaráðharran.
Men tað er Javnaðarflokkin, Poul Nyrup Rasmussen fyrst og fremst er komin higar at vitja. Viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin hava ikki verið av teimum bestu seinastu árini, og hevur hetta eisini merkt danskan politikk við tað, at Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður ikki hevur limað seg inn í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum.
Hóast vit kanska kunnu lasta danska Javnaðarflokkin fyri vánaliga samstarvið flokkanna millum, so eiga vit kortini nú at líta frameftir - og ikki erta upp undir gamalt, farið agg. Tí eiga vit at heilsa Poul Nyrup Rasmussen vælkomnum til Føroyar, og í samstarvi við hann og ríkisstjórnina finna besta karmin fyri framtíðar samstarvi landanna millum.
Tað er einki at ivast í, at ríkisrættarliga støða Føroya fer at standa ovaliga á dagsskránni, tá forsætisráðharrin fer at hitta føroyskar politikarar, men eyðsæð er, at tað er ikki danska stjórnin, sum er mótpartur føroyinga í fullveldis- ella sjálvstýrisstríðnum - hetta mál er okkara søk.
Tað er skylda myndugleikanna at finna eina so breiða semju, sum til ber fyri framtíðarstøðu okkara - og tað er ikki nóg mikið, at landsstýrisflokkarnir standa aftan fyri hesa avgerð.
Tí kunnu vit nú harmast um, at tað ikki eydnaðist at skipa eina breiða samgongu - eina samgongu, har eisini Javnaðarflokkurin var við, tí tá fingu vit eina breiða semju í løgtinginum. Nú kann tað henda, at tað bara verða landsstýrisflokkarnir, sum fara at atkvøða eitt slíkt mál ígjøgnum - og tað er sera óheppið, tí tá endurtaka vit bara støðuna frá 1946.
Í gjár hevði uttanlandsnevnd løgtingsins sín fyrsta fund um fullveldismálið hjá landsstýrinum. Vit mugu so bert vóna, at tað eydnast at samasjóða sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum við sjónarmið landsstýrissins.
Poul Nyrup Rasmussen og føroyski Javnaðarflokkurin eiga nú at taka uppaftur gamla samstarvslagið, tí sum javnaðarflokkar er tað ein skylda at samstarva tvørtur um landamørk - fullveldi, ella ikki fullveldi. Ein javnaðarrørsla er ein international rørsla, sum ikki kann hyljast handan tjóðskaparligt trongskygni.