Stór kapping um plássið sum gevur rætt at spæla um uppflyting

Fótbóltur: Talan tykist ikki fara at vera um nakra bjargingarroynd hjá klaksvíkingum, sum eftir øllum at døma ikki fara at verða umboðaðir í 3. deild komandi ár

3. deildar liðini plaga at spæla á sama staði, sum 1. deildarliðini hjá somu feløgum plaga at spæla.

Í fjør leyp 1. deild eitt vikuskifti um, tí landsdystur var. 3. deild spældi hetta sama vikuskiftið, og tá kom speril í, soleiðis at liðini í 1. og 3. deild ikki fylgdust tey síðstu umførini. Tað vóru summir ikki so væl nøgdir við.

Í ár hevur kappingarnevndin tikið hetta til eftirtektar, tá teir hava lagt til rættis. 1. deild hevði frí síðsta vikuskifti, og tá møttust liðini í 3. deild, soleiðis sum liðini í 1. deild fara at møtast í 18. og síðsta leikumfarinum. Ella vit kunnu við øðrum orðum siga, at trý tey næstu vikuskiftini fara liðini í 1. og 3. deild at fylgjast.

Sum vit søgdu í síðstu viku, so hevur Skála vunnið sær rættin at spæla í 2. deild komandi ár.

Klaksvíkingar taptu stórt hesa ferð, og nú er greitt, at í ár verður ikki talan um nakra bjargingarroynd fyri liðið hjá teimum. Teir eru átta stig niðanfyri HB, sum er næstaftast, og teir hava sera vánaligan málmun. Hetta ger, at millum lítið og einki bendir á einki bendir, at KÍ megnar at sleppa av aftasta plássinum, og tá KÍ í ár ikki hevur lið millum fýra tey bestu í 4. deild, so verða klaksvíkingar ikki umboðaðir í 3. deild komandi ár.

Spuringurin um hvat lið skal spæla um uppflyting ur 3. og í 2. deild, er ikki avgreiddur. GÍ vann á Sandi, og teir liggja best fyri at vinna silvurmerkini, men teir kunnu ikki flyta upp, tí teir hava lið í 2. deild, og tað er einki, sum bendir á, at tað liðið fer at flyta niður.

Tí er tað kappingin um triðja plássið í 3. deild, sum í løtuni er tann mest áhugaverda. Fimm lið luttaka í tí kappingini, men tað eru bara trý teirra, sum kunnu flyta upp í 2. deild. FS Vágar og B36 eru umboðað í 2. deild og verða tað helst eisini komandi ár. Tí eru tað ÍF, VB og B68, sum kappst um rættin at spæla um uppflyting.

ÍF vann í vikuskiftinum, meðan hini bæði liðini taptu.


B68-FS Vágar 1-3 (0-0)

Serliga hjá toftamonnum var tað ein strika í rokningini, at teir taptu. Í fyrra umfarinum hevði heimaliðið meiri bóltin, men tað vóru møguleikar báðar vegir. B68 rakti tvær ferðir í træverkið, og getsirnir høvdu eina ferð bóltin á stólpanum.

Tveir minuttir eftir steðgin kom hol á, og so styrknaðu fyritreytirnar hjá vágamonnum at spæla uppá kontra, og tað dugdu teir væl at gera sær dælt av.

Robert Bernhardsson setti hol á, eftir at hann i vinstru hevði drigið yvir langan tein og síðani sendi úr spískum og inn við nærra stólpanum. Eftir 65 minuttir økti sami maður, tá hann varð leysur mitt fyri, og fimm minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Jákup Joensen, sum var púra leysur frammanfyri Magnus Poulsen í B68 málinum.

Jónleif Gerðisá, sum var komin á vøllin tíggju minuttir fyri leiklok, pyntaði um við fløtum skoti úr 25 metrum, tá tað restaði ein minuttir.


Skála-KÍ 9-0 (5-0)

Skála hevur bara tapt eina ferð í ár, og tað var móti KÍ. Klaksvíkingar høvdu fjúrtan spælarar við út á Skála, men styrkin á liðnum hjá teimum var ikki tanna sama, sum tá liðini spældu í Klaksvík, og fleiri, ið høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, spældu við.

Skála setti hol á eftir sjey miuttir, tá KÍ verjan kiksaði eftir at hava fingið fatur á, í 12., 21. og 31. minutti øktu teir. Artur Johansen, venjarin, sum akkurát var komin inn, smekkaði úr 30 metrum uppundir tvørtræið og til 4-0. Brotssparkið, sum liðformaðurin, Eirikur Joensen, ið er miðverji, skoraði uppá, kom í síðsta álopinum undan steðginum.

Í 2. hálvleiki royndi KÍ at flyta fólkið fram, og tey bæði síðstu málini komu eftir miseydnaðar rangstøðufellur.


ÍF-HB 4-2 (2-0)

Eitt lítið korter var farið, tá heimaliðið kom á odda, bæði hesa ferðina, og tá teir stútt fyri hálvleik øktu, var tað Mortan Thomsen, sum stútaði í kassan ? fyrru ferðina eftir innlegg úr vinstru frá Hjalta Lundsbjerg og seinnu ferðina eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Jákupi Baldvinsson.

Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði Regin Reinert um munin, men tað eydnaðist ikki HB at fáa fatur á heimaliðnum. Talan var um málverjumistak, tá Hergeir Eldevig úr 18 metra fjarstøðu økti til 3-1, og Hjalti Lundsbjerg stóð aftur fyri innlegginum, tá Jákup Baldvinsson stútaði til 4-2.

So kom sjálvstýrisflokkurin upp í. Jákup Sverri Kass tingmaður skoraði síðsta málið!


B36-VB 2-1 (1-0)

Hvørja ferð triðja liðið hjá B36 skal spæla tosa teir um eitt kreppulið. Manningin er ongantíð tann sama, og tá teir tosaðu um, hvussu teir skuldu bera seg at móti VB, sum telist millum liðini í frægara endanum, var avrátt at leggja varliga fyri.

Men Bárður Olsen, sum var góður og vandamikil í yngru deildunum, men sum ikki hevur gjørt nakað serligt við fótbóltin í ár, skoraði tvey mál, áðrenn VB, sum hevði TB venjaran Egil Steintórsson á liðnum, kom á talvuna. Málið hjá teimum skoraði annað vikuskiftið upp í slag Hans Jákup Hjelm. Vit frætta úr Gundadali, at tað var ikki serliga nógv skil á skipaða spælinum.


B71-GÍ 3-4 (2-3)

Tað hendi nógv fyrstu løtuna. Fyrst fekk GÍ brotsspark, sum teir misnýttu, og so fekk heimaliðið tvey mál ? Virgar Hentze og Petur Petersen skoraðu ? áðrenn dysturin var eitt korter gamal.

B71 hevur fleiri spælarar á liðnum, sum teir vóna fara at gera vart við seg komandi árini, og hesa ferð sást eisini Jóhannes Jensen, sum er sera málsøkin. Hesa ferð eydnaðist tað ikki unga manninum, sum hevur verið í Danmark eitt skifti, at skora.

Pól Henning Jacobsen minkaði skjótt um munin, og Bogi Jacobsen varð skrásettur fyri útjavnandi málið. Petur Páll Mikkelsen stútaði móti málinum, ein sparkaði burtur á strikuni, men hann rakti í krovið á gøtumanninum. Jákup Andreas Joensen avgreiddi til 2-3, eftir stút tvørtur um frá Peturi Páll Mikkelsen.

Í 2. hálvleiki javnaði Schønning Hentze skjótt. Eftir innlegg frá Halluri Sólsker í vinstru, snaraði hann um seg sjálvan og smekkaði til.

Sigursmálið tíggju minuttir undan leikloki skoraði Ronnie Hansen. Kim Petersen fór til baklinjuna í vinstru og legði út frá til liðfelagan, sum var púra leysur.