koma á bronsuplássið. Tað miseydnaðist hesa ferð. Dysturin í tølum B68?KÍ 2?1(1?0) 1?0: Aksel Højgaard 45. 2?0: Óli Olsen 70. 2?1: Jákup Hansen 80. [...] 2. deild Alt síðani tað 17. mai varð farið undir landskappingina í 2. deild hevur uppflytaraliðið av Toftum røkt aftasta sessin. Tað gera teir framvegis, men nú eru ávísar ábendingar um, at teir kanska [...] burtur enn so, enn at tað væl ber til at røkka tað í teimum seks umførunum, sum eru eftir, áðrenn 2. deild fer í vetrarfrí 4. oktober. Leygardagin høvdu teir vitjan av KÍ, sum møtti við heilt øðrvísi og ikki
løtu. Sovorðið kostar nógv, og tað eigur at vera nakað at hugsa um. VB?NSÍ 1?2 (1?0) 1?0: Brian Andersen 10. 1?1: Helgi L. Petersen 72. 1?2: Óli Hansen 89. Dómari: Oddmar Andreasen VB: Bjarni Johansen ? Predrag [...] trupult í botninum. NSÍ fór úr Vági við 2?1 sigri. Sigursmálið skoraðu teir í næstsíðsta minutti. Gongdin í 2. hálvleiki og serliga síðsta hálva tíman var góð ábending um, hví tað er NSÍ, sum er millum tey [...] aftanfyri nógv av framrættaða spælinum hjá VB í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki sendi Birgir Jørgensen við høvdinum frísparksinnlegg í málið, tá ið støðan var 1?1. Men sum so manga aðra ferðina sunnudagin var
DANMARK 1. DEILD Tað tykist sum um, at tað er við at lýsna hjá Christiani Høgna Jacobsen í Vejle. Hann hevur havt ilt við at spæla seg til álopspláss, og hann hevur havt ilt við at halda fast um plássið [...] fjør var frammi undir uppflyting, vann 1?0 í Nykøbing Falster, HFK Sønderjyllandi, sum droymir um superliguna, vann 2?0 á Østerbro stadion ímóti B93, Køge vann 2?1 á Tingbjerg stadion ímóti Brønshøj, Ølstykke [...] tamb. Vónirnar hjá teimum 1269 áskoðarunum vóru góðar, tí Vejle vann næstsíðsta sunnudag óvæntaðan 4?1 útisigur ímóti Silkeborg. Men hesa ferð gekk meiri striltið. Vejle hevði onkrar møguleikar, eitt nú
hjá teimum báðum norsku feløgunum, sum hóskvøldið fara at spæla í UEFA CUP ímóti KÍ og NSÍ. Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Oslo verður Lyn. Hjá teimum og íslendska venjaranum, Teituri Þordarsyni, stendur illa [...] Svangaskarði hósdagin skuldi fáa øll stigini, men tað kiksaði í síðstu løtu, tá ið heimaliðið javnaði til 1?1. Bæði í Molde og í Lyn verður nógv tosað um, at teir skulu keypa nýggjar spælarar. Serliga venda teir [...] at teir í annaðkvøld skulu spæla sera týdningarmikla uppgerð í Europa Cup í Spania. Rosenborg vann 4?1 ímóti Viking, sum er á fimta plássinum. Bodø/Glimt er framvegis næstfremst. Hesa ferð vóru teir á útivølli
sær av trupulleikanum áðrenn hetta. Dysturin í tølum B71-ÍF 1-3 (0-1) 0-1: Eyðolvur Petersen 1-1: Tummas Pauli Olsen 1-2: Høgni Zachariasen 1-3: Ken Bærendsen [...] 2. deild Talan hevur kanska verið um eina lítla kreppu í Fuglafirði, har oddaliðið eftir summarsteðgin tóktist hava ilt við at skava stig saman. Ikki minst mundi tapið á Toftum herfyri vera tungt at gloypa
róligt, helt hann eftir dystin. Dysturin í tølum EB/Streymur-FS Vágar 4-2 (2-2) 0-1: Birgir Joensen 1-1: Ronnie Samuelsen 2-1: Ronnie Samuelsen 2-2: Birgir Joensen 3-2: Hans Pauli Samuelsen 4-2: Egil á Bø [...] europeiskum fótbólti, sigur hann, at tað gera teir sum so ikki. - Men lat okkum nú síggja. Vit hava NSÍ komandi dystin, og tað er sjálvandi ein torfør uppgáva. Men hvør veit. Megna vit at gera okkurt sprell
so er spurningurin, hvussu nógv liðið kann gera um seg seinasta triðingin av árinum. LÍF?AB 0-3 (0-1) 0-1: Pætur Dam Jacobsen 0-2: Hans Jørgen Djurhuus 0-3: Eyðun Samuelsen [...] 2. deild Tað hevur gingið heilt eftir vild hjá AB seinastu nógvu umførini. Nógvir skaðar og hartil hoyrandi frávera hava viðført, at liðið er dottið av einum lovandi sessi í oddinum niður móti strikuni
fleiri mál komu ikki, og 2-1 til B36 var eftir málmøguleikum at døma eitt rættvíst úrslit. Dysturin í tølum B36?VB 2-1 (1-0) 1-0: Carl H. Høgnesen 1-1: Sigmund Mikkelsen 2-1: Áki Mørk [...] deild Úr hvør sínum enda á stigatalvuni nærkaðust bæði liðini miðjuni eftir dystin í góðveðrinum í Gundadali leygardagin. B36 fór úr botninum, meðan VB dragnaði í oddinum. Endaliga úrslitið var 2-1 til [...] Magnus Poulsen hálvbjargaði, var Sigmund Mikkelsen fyrstur á bóltinum og trillaði hann í tóma málið til 1-1. VB kom eftir hetta meiri inn í dystin, men so kom avgerandi málið, og var tað ein sonn perla. Eftir
at teir heldur enn fegnir vildu havt spurningin avgreiddan innan ta tíð. Sumba-TB 1-1 (0-0) 1-0: Eirikur Joensen 1-1: Einar Joensen (br.) [...] 2. deild Suðuroyaruppgerð var í aðru deild leygardagin, tá TB vitjaði hjá Sumba. Hetta líktist samstundis einum dysti um, hvat av teimum báðum liðunum skuldi hava møguleikan at leggja sær næst ÍF, og harvið
(Sosialurin, Oslo) Tá NSÍ fyri tveimum vikum síðani tapti móti norska Lyn á Svangaskarði, gjørdist úrslitið 3-1 til norðmenninar, sum komu á odda 3-0, áðrenn tað eydnaðist NSÍ at minka um munin. At tann [...] skulu vit royna at spæla frígjørt, tí við einum 3-1 tapi frá fyrra dystinum er avmarkað, hvat vit kunnu vænta okkum at samanløgdum úrsliti, sigur NSÍ-venjarin. - Sjálvandi spæla vit fyri at kunna taka [...] sjálvari uppstillingini annars, hevur NSÍ fleiri møguleikar, tí til fleiri pláss á liðnum eru javnt góðir spælarar, umframt at tað eisini telur við, at dystarskráin hjá NSÍ í løtuni er heldur trong. Tí kann