ÍF fekk gongd á aftur

Sigurin seinasta vikuskiftið gav helst neyðuga sjálvsálitið, og nú er ÍF aftur seks stig undan næstu kappingarneytunum

2. deild

Talan hevur kanska verið um eina lítla kreppu í Fuglafirði, har oddaliðið eftir summarsteðgin tóktist hava ilt við at skava stig saman. Ikki minst mundi tapið á Toftum herfyri vera tungt at gloypa, men við sigrinum á B36 seinasta vikuskifti kom tó nakað av glið á aftur.
Leygardagin vitjaðu teir so á Sandi, har B71 í ár hevur staðið seg óvanliga illani. Og tað eydnaðist ÍF at fáa sigurin til høldar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Eyðolvur Petersen fuglfirðingar framum, men tað tóktist skula gerast enn ein trupul dystur, tá Tummas Pauli Olsen beint eftir steðgin javnaði fyri sandoyingar.
Fram til seinasta korterið ella so gekk eisini javnt á, men so glapp tað brádliga hjá ÍF. Tvey tøtt mál frá Høgna Zachariasen og Ken Bærendsen syrgdu fyri stigunum, og nú er uppflytingin av álvara komin heilt nær til fuglafjørð, eftir at tað í fleiri ár bara hevur verið næstan. Javnleikurin suðuri á Krossinum millum Sumba og TB førdi við sær, at tað nú eru seks stig niður til næst fremsta sessin, og so er spurningurin, hvørt fuglfirðingarnir í ár megna at halda høvdið kaldari, enn teir hava gjørt í endaspurtinum tey bæði seinastu árini.
Hjá sandoyingunum tykist støðan hinvegin at gerast alsamt tyngri. Fyri stóran part hevur tað tó tókst so, at beinleiðis niðurflytingarvandin ikki var so stórur, men nú B68 er farið at skava stig saman, lúrir hesin vandin eisini. Í næst seinasta umfarinum vitjar B71 á Toftum, og so er spurningurin, hvørt hetta verður dysturin, sum avgerð tann spurningin, ella um sandoyingar kanska kortini hava tikið sær av trupulleikanum áðrenn hetta.

Dysturin í tølum
B71-ÍF 1-3 (0-1)
0-1: Eyðolvur Petersen
1-1: Tummas Pauli Olsen
1-2: Høgni Zachariasen
1-3: Ken Bærendsen