2. deild
Alt síðani tað 17. mai varð farið undir landskappingina í 2. deild hevur uppflytaraliðið av Toftum røkt aftasta sessin. Tað gera teir framvegis, men nú eru ávísar ábendingar um, at teir kanska ætla sær burturúr sessinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær.
Leygardagin vunnu teir annan heimasigurin á rað, teir hava sjey stig, og nú er níggjunda plássið ikki longri burtur enn so, enn at tað væl ber til at røkka tað í teimum seks umførunum, sum eru eftir, áðrenn 2. deild fer í vetrarfrí 4. oktober.
Leygardagin høvdu teir vitjan av KÍ, sum møtti við heilt øðrvísi og ikki so eyðsýndum liði, sum teir høvdu spælt við leygardagin frammanundan, tá ið teir vunnu á heimavølli ímóti Sumba.
KÍ, sum hevði spælt fimm ferðir á rað uttan at tapa, hevði í 1. hálvleiki fleiri góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki Olgari Danielsen og Helmar Lassen at fáa bóltin í málið aftanfyri Mortan Hansen.
Dygst undan steðginum skoraði Aksel Højgaard. Long sending stakk í vøllin, veteranurin smekkaði til úr høgru, og bólturin smoygdi sær undir handaru samankomingini.
Í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, men í 70. minutti økti B68 um leiðsluna. Málskjútti var unglingaspælarin Óli Olsen. Hann potaði bóltin inn um John William Joensen, sum saman við Sámal Eyðfinn Akursmørk tóktist hava tak á støðuni.
Síðstu løtuna royndi KÍ at leggja trýst á, og tíggju minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur. Jákup Hansen, sum tveir minuttir frammanundan hevði loyst David Bertholdsen av, royndi seg við skoti úti frá, bólturin tók í ein verjuspælara og snýtti Mortan Hansen. KÍ royndi at stríða seg til eitt stig, men tað eydnaðist ikki. B68 verjan við Mannbjørn Nesá og Ova Magnussen á odda megnaði at halda tætt, og hvør veit. Kanska fer tað at eydnast hjá B68 at varðveita næstbesta liðið í næstbestu deildini. Klaksvíkinar høvdu sett nøsina upp eftir at koma á bronsuplássið. Tað miseydnaðist hesa ferð.
Dysturin í tølum
B68?KÍ 2?1(1?0)
1?0: Aksel Højgaard 45.
2?0: Óli Olsen 70.
2?1: Jákup Hansen 80.