Broytt spælskipan skal trýsta Lyn

Spælið hjá NSÍ skal vera meira frígjørt á Ullevaal Stadion í kvøld, so liðið kann vera við til at mynda dystin. - Um vit tapa, so kann tað fyri so vítt gera tað sama, um tað er við einum, tveimum ella trimum málum, heldur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ.

UEFA Cup-fótbóltur

(Sosialurin, Oslo) Tá NSÍ fyri tveimum vikum síðani tapti móti norska Lyn á Svangaskarði, gjørdist úrslitið 3-1 til norðmenninar, sum komu á odda 3-0, áðrenn tað eydnaðist NSÍ at minka um munin.
At tann dysturin endaði, sum hann gjørdi, heldur NSÍ-venjarin vera í tráð við gongdina í dystinum.
- Vóru vit eitt sindur hepnari, kundu vit fingið okkurt mál aftrat, men tað kundu teir eisini. Samanumtikið haldi eg, at hesi tvey málini vóru munurin á liðunum báðum tann dystin, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hann vísir á, at hetta var fyrsti altjóða dysturin hjá allarflestu spælarunum, og at menninir tí vóru ótrúliga óróligir frammanundan.
- Sum dystinum leið, kom meira friður yvir menninar og spælið, og tað tykist ikki, sum at teir eru so óróligir undan hesum dystinum, sum teir vóru undan tí fyrra, heldur hann.
- Hesa ferð ætla vit eisini at leggja upp til meira frígjørt spæl, so vit kunnu vera við til at mynda dystin, heldur enn at grava okkum niður og einki hava at siga. Skulu vit mennast nakað av hesum, eiga vit at royna at spæla álopsfótbólt, nú vit einki hava at missa kortini.

Broytt spælskipan
Fyri at undirstrika, at ætlanin veruliga er at spæla álopsfótbólt, ætlar Jógvan Martin Olsen at stilla upp við einum øðrvísi liði, enn hann er vanur, tá dysturin verður settur í gongd á Ullevaal Stadion í kvøld klokkan 18, føroyska tíð.
- Vit fara annaðhvørt at spæla 4-5-1 ella 4-3-3, so vit kunnu fáa meira breidd yvir spælið enn vit eru vanir við, tá vit spæla 4-4-2, sigur hann.
- Serliga ræður um at koma heilt út í síðurnar, um vit skulu fáa trýst bakkarnar hjá teimum. Og tá mugu vit broyta spælskipan eitt sindur, tí vøllurin er einar fýra ella fimm metrar breiðari enn vøllirnir, vit eru vanir við heima.
Tankin við fleiri monnum frammi á vøllinum er, at teir skulu leggja trýst á aftastu ketuna hjá Lyn, og tí sær Jógvan Martin fyri sær, at einir tríggir av NSÍ-arunum skulu royna at órógva heilt har frammi, meðan hinir sjey útispælararnir so longur afturi á vøllinum mugu royna at taka tað, sum kemur tann vegin.
- Fyrst og fremst skulu vit royna at spæla frígjørt, tí við einum 3-1 tapi frá fyrra dystinum er avmarkað, hvat vit kunnu vænta okkum at samanløgdum úrsliti, sigur NSÍ-venjarin.
- Sjálvandi spæla vit fyri at kunna taka tann møguleikan, ið kann standa okkum í boði. Men samstundis ræður fyri okkara part fyrst og fremst um, at vit eru væl skipaðir, skulu vit fáa nakað sum helst burturúr.

Fleiri møguleikar
Viðvíkjandi sjálvari uppstillingini annars, hevur NSÍ fleiri møguleikar, tí til fleiri pláss á liðnum eru javnt góðir spælarar, umframt at tað eisini telur við, at dystarskráin hjá NSÍ í løtuni er heldur trong. Tí kann vera neyðugt at blanda kortini eitt sindur.
- Vit spældu sunnudagin í Vági og skulu nú spæla móti Lyn, umframt at vit longu mánakvøldið fáa EB/Streym á vitjan í Runavík. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki slíta teir somu spælararnar upp, men royna at halda so nógvar frískar sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Tí ætli eg at geva Rúna Rasmussen kjansin á miðvøllinum frá byrjan móti Lyn, meðan Kári Hansen byrjar uttanfyri. Viðvíkjandi framrættaða spælinum úti í síðunum, kunnu tað líka so gott vera Andy Olsen og Jústinus R. Hansen, sum byrja inni, sum at Jónstein Petersen og Gert Langgaard gera tað. Annars vænti eg, at liðið fer at vera tað vanliga, sum vit hava havt síðstu dystirnar.

Ófriðarligt í Lyn
Tað hevur gingið serstakliga illa í hond hjá Lyn teir síðstu mongu dystirnar, og sunnudagin tapti liðið sætta dystin á rað. Og líka síðani lutakastið var til hesa UEFA Cup-kappingina, hevur liðið bara fingið eitt stig.
- Hetta er tó ikki nakað, vit hugsa um. Støðan var lítið mætari undan fyrra dystinum, og tá sá tað ikki út til at nerva teir nakað serligt, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Tí vænti eg heldur ikki verður hesa ferð, og í øllum førum hugsi eg ikki, at vit kunnu brúka tað til nakað í okkara fyrireikingum. Vit skulu bara royna at hugsa um okkara part og at royna at gera okkara besta.
NSÍ-ararnir vandu í fyrradagin á norska tjóðarleikvøllinum, Ullevaal Stadion, tí ikki bar til at venja har í gjárkvøldið. Tá skuldi onkur dystur vera á vøllinum, sum í kvøld er karmur um seinna UEFA Cup-dystin hjá NSÍ móti Lyn.
Fyrrapartin í gjár var ein venjing, og seinnapartin skuldu spælararnir fáa frí, so teir kundu fara ein túr eftir »Karl Johan« ella onkra aðrastaðni í norska høvuðsstaðnum. Í dag er so bara hvíld á skránni, til dysturin verður í kvøld klokkan 18, føroyska tíð.
Umframt spælararnar og tey, ið eru knýtt at hópinum hjá NSÍ, eru eini 40 fólk við sum stuðlar, teirra millum nógvir úr fjepparafelagnum, Guliganz. Tey ætla øll at geva liðnum sín besta stuðul, tá dysturin fer í gongd klokkan 18 í kvøld, føroyska tíð.