Fáir kjansir men nógv mál

Vágamenn harmaðust um, at teir aftur mistu stig á stokkinum, meðan teir hjá EB/Streymi nú aftur hava otað seg heilt nær ovaru hálvu

Fótbóltur

Tað hevur í mangar mátar verið stuttligt at verið fótbóltsáskoðari á Eiðismøl í ár. EB/Streymur, sum jú heldur til her, hevur í ár gjørt upp við leiklutin sum lið í avgjørt tyngra endanum, og longu tá farið varð í summarfrí var niðurflytingarvandin helst fjarðari, enn hann nakran tíð plagdi at vera.
Kanska hevur tað ikki verið tosað serliga hart um tað, men okkurt tutl hevur tó eisini verið um, at møguliga kundi ein støða uppi ímóti heiðursmerkjunum eisini koma upp á tal. Ein støða, ið sum eykavinning eisini kundi bera inter-toto fótbólt við sær.

Dreymabyrjan
Skuldi dreymurin um hetta halda fram, so var neyðugt við trimum stigum, nú FS Vágar kom á vitjan.Stigini komu eisini, men tað skal verða sagt beinanvegin, at dysturin sum so ikki minti so nógv um eina uppgerð millum tvey lið, har annað strembar eftir ovaru hálvu, meðan hitt alt meira líkist einum, sum fær tveir eyka dystir til at verja støðuna í bestu deildini.
Ella kanska var tað júst tað, sum hann minti um. Hjá vágamonnum hevur talan nevnliga í nógvar mátar verið um somu troystarsleysu støðu, sum A-landslið okkara er í EM-undankappingini. Mest sum hvørja ferð teir eru farnir av vøllinum, hevur tað verið við kensluni um, hvussu nær við stigini vóru, men mest sum hvørja ferð er alt kortini endað við, at mótstøðumenninir eru farnir avstað við tí mesta.
Hesa ferð kundi liðið annars valla fingið betri byrjan. Bert fýra minuttir vóru farnir, tá Birgir Joensen varð spældur beint á nakað uttanfyri brotsteigin. Hann snaraði sær á og langaði til, og so vóru gestirnir á odda.
Og hóast heimaliðið eftir hetta royndi at trýsta nakað, so tóktist hetta ikki geva teir stóru møguleikarnar. Men so brádliga burtur úr at kalla ongum, kom útjavningin kortini. Marek royndi seg við skoti, men tá hetta hálvkiksaði, stakk Ronnie Samuelsen fótin fram, soleiðis at kósin varð beind í málið. Og nakað seinni var Ronnie aftur upp á spæl. Hesa ferð var Marni Djurhuus, sum royndi seg við skoti. Jákup Joensen í vágamálinum fekk vart fyri, men onkursvegna støkk bólturin útaftur, og so hevði Ronnie lætt spæl við at senda í tóma málið.

Kundu avgjørt
Vágamenn hingu kanska við høvdinum, men tó ikki so leingi. Birgir Joensen megnaði nevnliga aftur at gera um seg fyri steðgin, tá hann fangaði ein returbólt og langaði til uttan møguleika hjá málverjanum, og eftir steðgin tóktust teir hava sett í seg, at nú skuldi tað vera.
Heimaliðið hevði eisini mist nakað av broddi, tá Sorin Anghel var farin skaddur av vøllinum, og tó at talan ikki var um nakra eyðsýnda yvirvág, so lág tað líkasum í luftini, at tað væl kundu verða gestirnir, sum fingu seinasta orðið. Í øllum førum fingu teir størsta møguleikan, tá Sjúrður Ellefsen gjørdist púra leysur inni undir málinum. Hann kendi seg tó nakað kroystan, og gav sær tí ikki neyðugu stundirnar, og ístaðin fór skotið sendandi himmalhøgt upp um málið.

Málini fella ov lætt
Og so var tað, at lagnan aftur vísti seg frá teirri hørðu síðuni mótvegis einum botnliði. Albert Ari Thomassen og Teitur Joensen kapprunnu báðir eftir eini langari sending. Í tvídystinum fóru teir báðir um koll, og bólturin tóktist vera ávegis av baklinjuni, tá Hans Pauli Petersen fekk fatur á, og onkursvegna fekk hann sneitt bóltin inn um Jákup Joensen, soleiðis at heimaliðið nú aftur var á odda, og bert tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Hetta var sum vátur vøttur hjá gestunum, og tá Egil á Bø so kundi staðfesta úr ellivu metrum í seinasta minuttinum, mundi kenslan vera fullkomin. Ella sum Jóhannis Joensen tók til, tá vit hittu hann á máli um dystin.
- Tað er sama søgan hjá okkum hvørja ferð. Sjálvandi lýgur stigatalvan ikki, men onkun tið kennist tað, sum um hinir mest sum ikki nýtast at spæla seg til møguleikar, meðan vit hinvegin skulu hava einar tríggjar-fýra av slagnum, bara fyri at skora. Tað er bara einar tvær-tríggjar ferðir í ár, at vit ongan møguleika hava havt fyri stigum, meðan vit í øllum hinum dystunum hava kent tað sera tungt, ikki at fáa nóg stóra úrtøku. Tað er ein ónd ringrás, sum tað er torført at sleppa úr, men vit fara so kortini at royna, helt landsliðsmaðurin sunnukvøldið.
Hjá EB/Streymi var lagið hinvegin sum vera man av tí besta.
- Nú eru vit so enn einaferð bert eitt stig frá KÍ. Tað hava vit so verið fleiri ferðir, men tað er tó kiksa hvørja ferð, helt Egil á Bø.
Sprudur, hvørt leikararnir eisini tosa um møguleikan fyri europeiskum fótbólti, sigur hann, at tað gera teir sum so ikki.
- Men lat okkum nú síggja. Vit hava NSÍ komandi dystin, og tað er sjálvandi ein torfør uppgáva. Men hvør veit. Megna vit at gera okkurt sprell tá, so eru vit heilt nær, men fyri fyrst taka vit tað í øllum førum púrasta róligt, helt hann eftir dystin.

Dysturin í tølum
EB/Streymur-FS Vágar 4-2 (2-2)
0-1: Birgir Joensen
1-1: Ronnie Samuelsen
2-1: Ronnie Samuelsen
2-2: Birgir Joensen
3-2: Hans Pauli Samuelsen
4-2: Egil á Bø (br.)
Dómari: Petur Skarðenni

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Gert Joensen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Bárður Olsen ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Magni á Lakjuni ? Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel
FS Vágar: Jákup Joensen ? Jógvan Hendrik Samuelsen, Jóhannis Joensen, Albert Ari Thomassen, Silva ? Birgir Joensen, Hannus Olsen, Ronnie Samuelsen, Jens Erik Rasmussen ? Sjúrður Ellefsen, Clayton Soares