2. deild
Úr hvør sínum enda á stigatalvuni nærkaðust bæði liðini miðjuni eftir dystin í góðveðrinum í Gundadali leygardagin. B36 fór úr botninum, meðan VB dragnaði í oddinum.
Endaliga úrslitið var 2-1 til B36, og samanumtikið var talan um eitt rættvíst úrslit.
Góð B36 byrjan
B36 legði betri fyri og kom tíðliga á odda 1-0 . Karl Høgnesen gjørdist leysur við málverjanum, og eftir at hava roynt seg við skoti einaferð, kom bólturin aftur til Karl, sum í aðru syftu sendi bóltin upp í nettakið.
B36 hevði fleiri málmøguleikar at leggja seg á odda 2-0, har serliga Áki Mørk, sami Karl Høgnesen og Heini í Skorini kundu økt um munin. Heini í Skorini leikti sín fyrsta dyst í hálva annan mánað vegna skaða, men sami skaðin gjørdi so harðliga um seg aftur, at hann ikki verður tøkur aftur í ár.
VB kom mótvegis B36 sjáldan til stórar málmøguleikar fyri stegðin, og liðini fóru til hálvleiks við hesum eina B36 málinum.
Perla frá Áka Mørk
B36 helt fram at skapa málmøguleikar, tá liðini byrjaðu uppá seinna
hálvleik, meðan VB ikki skapti tað stóra.
Men brádliga bragdaði hjá vágbingum. Kári í Lágabø royndi seg við skoti, og eftir at Magnus Poulsen hálvbjargaði, var Sigmund Mikkelsen fyrstur á bóltinum og trillaði hann í tóma málið til 1-1.
VB kom eftir hetta meiri inn í dystin, men so kom avgerandi málið, og var tað ein sonn perla. Eftir at bólturin var skallaður úr VB brotsteiginum, heilfluktaði Áki Mørk bóltin beinleiðis í netið uttan nakran møguleika hjá málverjanum at bjarga, og so var 2-1 til B36.
Málmøguleikar báðar vegir
Eftir hetta tók VB seg meiri fram á vøllin, og tað einu løtuna trýstu teir veruliga havnarliðið. Eitt skot fór á tvørstongina, meðan B36 málverjin Magnus Poulsen stóð fyri eini meistarligari bjarging uppi í sjálvum málhorninum eftir eitt gott VB skot nakað uttanfyri brotsteigin.
Orsakað av VB trýstinum kom B36 eisini til fleiri málmøguleikar eftir skjótálop, men fleiri mál komu ikki, og 2-1 til B36 var eftir málmøguleikum at døma eitt rættvíst úrslit.
Dysturin í tølum
B36?VB 2-1 (1-0)
1-0: Carl H. Høgnesen
1-1: Sigmund Mikkelsen
2-1: Áki Mørk