Christan Høgni nýtti høvdið í síðstu løtu

Føroyski landsliðsmaðurin tykist nú hava vunnið sær pláss á sentrala miðvøllinum á Vejle liðnum, sum sunnudagin ikki megnaði at liva upp til tað, teirra áskoðarar høvdu roknað við

DANMARK 1. DEILD

Tað tykist sum um, at tað er við at lýsna hjá Christiani Høgna Jacobsen í Vejle. Hann hevur havt ilt við at spæla seg til álopspláss, og hann hevur havt ilt við at halda fast um plássið, sum hann í venjingardystunum fyrr í summar tóktist skula hava í høgra verjuborði.
Nú hevur hann nakrar ferðir verið á sentralum miðvallarplássi í 4?4?2 spælskipan. Fleiri ferðir hevur hann verið skiftisspælari, men sunnudagin, tá ið Vejle hevði vitjan av Skjold av Eysturbrúgv í Keypmannahavn, spældi Christian Høgni allar 90 minuttirnar á tamb.
Vónirnar hjá teimum 1269 áskoðarunum vóru góðar, tí Vejle vann næstsíðsta sunnudag óvæntaðan 4?1 útisigur ímóti Silkeborg. Men hesa ferð gekk meiri striltið. Vejle hevði onkrar møguleikar, eitt nú eftir tíggju minuttir, tá ið álopsspælarin Tommy Knudsen var um reppið at røkka fram til tvørturum sending frá Christian Høgna Jacobsen úr vinstru. Mótstøðuliðið lúrdi eftir kontramøguleikum, og tólv minuttir undan leikloki fingu teir brotsspark, sum varð umsett til mál.
Vejle royndi at leggja trýst á, men vónirnar fánaðu. Tá ið seinna umfarið var 49 minuttir og 45 sekund gamalt eydnaðist. Frísparksinnlegg kom í brotsteigin, har var Christian Høgni Jacobsen hægstur og stútaði bóltin í kassan og so var liðugt. Ei undur í, at hann var dagsins maður í Vejle.

Horsens heldur fram
Higartil hevur gingið framúr væl hjá AC Horsens, sum er oddalið, og sum hevur Johan Byrial Hansen á liðnum. Hesa ferð vóru teir á Amager, har teir settu Fremad upp á pláss. Horsens vann 2?0. Silkeborg, sum fyrr í summar flutti niður, hevur verið roknað sum besta boðið upp á uppflyting. Eftir vónbrotið á heimavølli ímóti Vejle vóru teir hesa ferð á útivølli í Randers, har heimaliðið vann 2?0.
Fredericia, sum í fjør var frammi undir uppflyting, vann 1?0 í Nykøbing Falster, HFK Sønderjyllandi, sum droymir um superliguna, vann 2?0 á Østerbro stadion ímóti B93, Køge vann 2?1 á Tingbjerg stadion ímóti Brønshøj, Ølstykke, sum er undir liðini á Horsens við tólv stigum, vann 3?2 ímóti FC Aarhus, og FC Nordjylland vann á heimavøllinum í Ålborg 2?0 ímóti B1913, sum ivaleyst aftur í hesum kappingarárinum fer at hava stórt stríð við at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna.