gjørd í apríl 1998. Tey sjey árini síðan 1998 hevur Blair áhaldandi blást at friðarloganum. Hóast friður ikki enn er í Norðurírlandi, er harðskapurin munandi minkaður. Í 2004 doyðu bara fýra fólk orsakað [...] triðja árið í teirra starvstíð rent seg í búskaparliga kreppu. Blair-stjórnin hevur brotið hesa reglu, og búskaparpolitikkurin árini 1997-2005 verður hildin at vera ein tann dugnaligast førdi í bretskari [...] Bretland ikki - í teirri merking, vit kenna í Norðurlondum - eitt demokratiskt land. Valskipanin byggir ikki á lutfalsumboðan, men er gjørd soleiðis, at hann ella hon, sum fær mest atkvøður í einum valdømi
fríur fyri alt tað "ræsið" í gerandisdegnum, sigur avstralski skiparin. Men hvussu verður so, tá ið Little Swan aftur kemur í havn í Sidney, og Toni Strub hevur verið heima í nakrar mánaðar. Fer skiparin [...] ligið í Egå beint uttan fyri Århus, meðan Toni hevur verið heima í Avstralia. Men 31 mai legði Little Swan frá bryggju í Egå, og tá gekk leiðin móti Noreg. Har hevur báturin siglt í skergarðinum í nakrar [...] Strub: - Tað er ilt at siga. Tað er í hvussu so er ikki so romantiskt, sum nógv fólk halda. Mangan er tað rættuliga baldrut, og tú sært einki annað enn tað opna hav í fleiri vikur. Tá kann tað verða ógvuliga
eru báðir bygdamenn í Havn, eysturoyingar í Havn og Óli fylgir væl við hvør doyr og hvør fyllur í okkara heimaoyggj. Óli setir lív aftur í andlátini í útvarpinum, tí tað eru so nógv har norðuri, sum eg [...] fýrbeintur skabningur, sum er í ætt við navnframar hundar heilt afturi í Ming-dynastinum í Kina, afturi í fyrndini. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at tosa við ein hund í allari almindiligheit og so enntá [...] manninum Agnar, tey búgva røttu megin í Ovarugøtu í býlinginum Inni á Gøtu, á gomlu torvheiðunum í Hoyvíkshaganum. Og var hann býarmynd í Fuglafirði, so er hann tað eisini í Ovarugøtu. Tú leggur merki til, tá
Løgreglan í Havn fekk eina fráboðan frá starvsfólki í einum klædnahandli í SMS, at tey sóu tveir ungar dreingir sita og eta í SMS íklæddir troyggjur, sum tey seint týsdagin høvdu varnast vórðu burtur úr [...] at seta í aftur. Sum skilst er trupulleikin av tjóvaríið í SMS tilstaðar, men ikki so øgiliga stórur. Handlar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey í framtíðini ikki kunnu gera so nógv annað fyri [...] sleppa av landinum við. Í tí eina handlinum vóru pløgg stolin fyri tilsamans 4.780 krónur, men óivað er samlaða virði nógv hægri, tí íslendsku ungdómarnir stjólu úr fleiri handlum í SMS. Flestu pløggini vóru
apríl í fjør, saman við øllum neyðugum skjølum. ? Seinast eg sá passið hjá mær var í apríl í fjør, sigur hon. Natasha arbeiddi so á flakavirkinum í Hvalba, men tá ið tað fór á heysin í januar í ár, hevði hon [...] eisini virkið í Hvalba. Hetta skilir Natasha ikki so nógv av, tí í 2001 var hon akkurát í somu støðu: Virkið í Hvalba fór á heysin, men tá kundi hon fara á Tvøroyri at arbeiða. ? Tá var eg í akkurát somu [...] munur á, hvussu eg verðið viðgjørd í 2001 og hvussu eg verðið viðgjørd nú. Men har var ongin vegur uttanum. Hóast eg ikki hevði fingið svar uppá umsókn mína frá apríl í 2004, mátti eg aftur í mars í ár søkja
ein námsbý. Árni Jakobsen, stjóri í ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni "Sofus Jacobsen" í Havn er júst afturkomin úr Grønlandi. Hann var eisini við at stinga út í kortið í Grønlandi nú um dagarnar. Og he [...] heimafturkomin frá kanningarferð í Grønlandi er hann sera bjartskygdur. Hetta er ein sera spennandi uppgáva, og tað at ein føroysk fyritøka er við í eini slíkari verkætlan í útlandinum, kann hava stóran týdning [...] framtíðar virksemi eisini. Tað kann vera við til at seta ringar í vatnið. Teir hava verið burtur í 10 dagar harav 3 dagar á kanningarferð í Fiskafjørðinum, har námsbygdin skal byggjast. Nógvir fundir hava
løgdum í steinrøðum niðan brekkurnar í hálvringi ella so kring tann ikki so øgiliga stóra pallin. Her hava gingið kendir menn eftir hesi gøtuni. Ymisk hava ørindi teirra verið, men fleiri hava í hvussu er [...] vardur. Eisini í einum muslimskum landi. Eg dugi nú ikki rættiliga at skilja hesa ræðsluna, fólk á okkara leiðum hava fingið prentaðað í seg fyri muslinum. Havi hitt ikki so fáar, sum allir í okkara samfelag [...] tosar um tolsemi í einum heimi, har vit stovna politiskar flokkar fyri at halda ávísum átrúnaði í hevd, heldur enn í sínum stilla sinni at dyrka hesa trúgv, sum tá ivaleyst hevði livað nógv betri. Royndir
fatur á toski. Í morgun(hósmorgunin) keypti eg sjálvur tosk á bryggjuni í Vágsbotni, men eg vóni, at fólk fara sjálvi at bjóða rávørur fram til matstovuna at keypa, sigur Leif Sørensen. Í sambandi við at [...] matstovuni. Áhugin fyri hølunum hevur eisini verið sera stórur, og nógv fólk hava hugt inn, tá ið tey hava lagt leiðina framvið. Spurdur hvussu tað gongur við at fáa tær røttu rávørurnar, sigur Leif Sørensen [...] hann sjálvur úr útlandinum, tí tær fáast ikki í vanligu matvøruhandlunum. - So løgið tað ljóðar kann tað eisini verða trupult at fáa fatur á fiski. Her í Havn ber næstan altíð til at fáa fatur á upsa og
duga tað. Eg eri nógv saman við fýra ára gamla soninum, og tað læri eg nógv av. Tá vit búðu í Danmark skuldu vit t.d. ein dagin fara í djóragarðin. Tað tók sína tíð, av tí at har var so nógv á leiðini, sum [...] fimm ár, fyrst í Tinganesi, síðani í Fólkatinginum. Umframt tað, hevur hann í nógv ár arbeitt sum blaðmaður og sjónvarpsmaður, og sostatt sitið báðu megin borðið. Tað hevur ikki gjørt skemtið í Pipar& Salt [...] sigur Sjúrður Skaale. ? Hvussu var tað, at dansa í konufólkaklæðum á palli í Norðurlandahúsinum eitt sunnukvøld, og síðani møta til arbeiðis í Tinganesi mánamorgun. Verður tú tá tikin í álvara? ? Tað hevur
r". Um teir so spældu í húðaskóm í Sørvági og meira professionelt í fótbólsstivlum, tá teir spældu í Havn, so dugdu sørvingar væl at spæla fótbólt. Meðan leikvøllurin enn stóð í gerð, og sørvingar enn [...] sigur eisini í ritinum, at hann alla ta fyrstu tíðina spældi í húðaskóm og at "Eingilsmennirnir flentu, tí eg leikti í húðaskóm. Eg leikti altíð har vesturi í húðaskóm, men tá ið vit vóru í Tórshavn, brúkti [...] eldsálir í nevndini í Sør-vágs Ítróttarfelag, sum hava drivið á og skunda undir. Teir og tær eru nevnd í bókini. At tað enn eru eldsálir, er minningaritið eitt tað besta dømi um. Her er nógv hent í nýggjari