Jóan Pauli Joensen
????????????????
Viðhvørt hendir tað, at tú kemur at hugsa um, hvussu tað hevði verið, um tað ikki varð vorðið, sum tað er. Hvussu hevði bygdin Sørvágur t.d. sæð út í dag, um teir frá fyrstan tíð høvdu hildið fast um at lagt fótbóltsvøllin uppi í Grønhólma, sum ætlað, í staðin fyri at leggja hann niðri á Dungasandi.
Tað er kanska einki at siga til, at sørvingar hava droymt um at spæla fótbólt uppi á meira turrum lendi, tí frá tí Sørvágs Ítróttarfelag varð stovnað í 1905 og til fótbóllsvøllurin varð liðugur næstan 50 ár seinni, spældu teir á sandinum, har fyrilit altíð mátti takast fyri flóð og fjøru.
Fótbólturin varð kortini ikki fluttur av tí váta sandinum og niðan í hagalendið uppi í Grønhólma. Á nevndarfundi í Sørvágs Ítróttarfelag 18. mars 1943 varð avgerð tikin um, at leikvøllurin skuldi liggja á Dungasandi. Kanska hava sørvingar verið harmir um at missa alt tað góða lendið uppi í Grønhólma.
Eina ábending um, hvussu tað hevði sæð út, um vøllurin ikki var komin at liggja á sandinum, men uppi í Grønhólma, fáa vit við at hyggja at teimum frálíku gomlu myndunum av Sørvági, sum eru avmyndaðar í bókini Tíðarmyndir, sum teir báðir Jákup á Stongunum og Ólavur í Beiti góvu út í 2003. Her sæst sandurin liggja heilt upp ímóti bygdini, beint niðan fyri húsini og endar mestsum í einum kýla, tí báðu megin við renna áirnar báðar Stórá og Kirkjuá. Tær báðar áirnar renna saman í eitt, beint áðrenn tær á flóð hvørva úti í sjóvarmálanum og renna út eftir sandinum á fjøru. Hetta var rein náttúra, sum ikki er longur.
Kirkjuáin gjørdi eitt natúrligt mark millum Oyruna, har sørvingar veltu epli í sandjørð og gamla Dungasand. Hetta var eitt sera vakurt umhvørvi tá, men undir krígnum broyttist so nógv. Eingilskmennirnir gjørdu brúgv yvir um Stórá, og teir asfalteraðu vegirnar og løgdu Nýggjaveg fra bygdini og allan vegin út á bakka og lagaðu ein vakran grótgarð móti sjónum. Hetta broytti alla fjøruna, og við fótbóltsvøllinum kom sandurin eisini at broytast. Náttúrumhvørvið varð umgjørt til eitt mannagjørt mentanarumhvørvi.
Arbeiðið upp á fótbóltsvøllin byrjaði so smátt í 1945, men hann kostaði, og tað tók sína tíð at fáa arbeiðið gjørt liðugt, hóast nógv varð gjørt fyri at fáa pening til vega. Tey spældu sjónleik og hvørt av sínum. Elias hjá Mykinesmanninum sigur í ritinum, at hann var við frá byrjan av fótbóltsvøllinum "Vit lagaðu móti Kongshylánni (Stórá). Grótið fingu vit av Stongum. Vit skutu við at leggja minukrút í rivur, og eg var við til at spreingja grótið, meðan aðrir vóru , ið lagaðu grótið framvið ánni. Hetta var í 1946".
Ikki fyrr enn 19. apríl í 1954 var fótbólsvøllurin tikin í nýtslu við einum hátíðarhaldi. Vøllurin hevði sostatt 50 ára føðingardag seinasta ár. Síðani tá hevur fótbóltsvøllurin, leikvøllurin ella plenan verið ein partur av bygdarmyndini í Sørvági.
Mítt ættarlið varð borið í heim um sama mundið, sum byrjað varð upp á vøllin, og hann hoyrdi til okkara barnaland - eisini meðan hann stóð í gerð. Kanska onkur hómar okkurt av Dungasandi, men vøllurin hevur í mínum hugaheimi kámað øll minni um gamla sandin burtur.
Vøllurin er hjá mínum ættarliði vorðin ein partur av samleikanum hjá bygdini Sørvágur, og tað er nú ilt at hugsa sær, at hann skuldi kunna ligið aðrastaðni. Hann er vorðin ein miðstøð í bygdini, at meta við eitt torg, sum kann brúkast til so nógv annað eisini. Hann kemur væl við til øll tiltøkini á eini Vestanstevnu og annað, har nógv fólk koma saman. Nærhendis er nú eisini dansistova og hús til ítróttarendamál eru bygd á vøllinum sum nú eins og flestu fótbóltsvøllir í Føroyum hevur graslíki.
Hin vegin kann eg kortini ikki heilt sleppa tankanum um, hvussu tað hevði sæð út, um sandurin hevði ligið mestsum órørdur niðan móti húsinum. Men kanska er tað gott, sum tað er vorðið, tí um ikki, hevði vandi verði fyri onkrum verri. Sum er, liggur leikvøllurin har til gleði fyri ungdómin og er granni til Oyruna við Breiðagrasinum, sum er til enn við lívi av bæði fólki og vøkstri.
Nú Sørvágs Ítróttarfelag er vorðið 100 ár og fóltbóltsvøllurin gott og væl 50 ár, hava teir báðir Erhard Jacobsen og Esbern Joensen latið úr hondum eitt minnigarrit á føðingardegnum 17. mars 2005. Hetta er eitt stórt og prýðiligt rit, har roynt verður at lýsa søgu felagsins hesi 100 árini.
Teir sum stovnaðu felagið vóru Heini í Nýggjustovu, Ólavur í Ólavstovu, Løðu-Jógvan, Bíggjar-Hans og Jens-Ólav. Nøvn sum allir eldri sørvingar kennast við. Tað finnast ikki so nógvir upplýsingar um ta fyrstu tíðina. Men eitt er vist, at í mun til aðrar bygdir, hevur Sørvágur verið væl fyri, tá spælast skuldi fótbóltur, tí á fjøru er sandurin stórur, og hann var brúkiligur sum leikvøllur í mong ár, eisini tá Mikkjal á Ryggi yrkti sangin Á leikvøllum funnust í forðum til Sørvágs Ítróttarfelag umleið 1912. Hetta er um ta tíðina, tá Føroya Fólks Songbók kom út á fyrsta sinni í 1913. Føroyingar vóru vaknaðir mentanarliga og tjóðskaparliga og høvdu ein inniligan tørv á at menna og kenna sín egna samleika. Sangur og leikur hava til allar tíðir hoyrt saman.
Hóast felagið í eina tíð næstan var dottið niður fyri og varð endurstovnað í 1937, so hevur tað eydnast at finna fram eitt og annað, sum kastar okkurt blunk á hesa tíðina. Teir hjálptust við tað teir høvdu. Tað var ikki tann stóri peningurin í fótbóltinum sum í dag. Ofta áttu teir bert tann eina bóltin. Men sørvingar vóru so hepnir at teir høvdu skómakara, sum bæði kundi væla um og seyma ein nýggjan bólt, um tað skuldi verða..
Tá sørvingar í 1935 spældu móti B36 í Sørvági spældu sørvingar í húðaskóm, meðan havnarmennirnir spældu í fótbóltsstivlum havnarmaðurin Jens Pauli av Reyni sigur at "tað vísti seg at húðaskógvarnir vóru betur egnaðir. Havnarmenn stóðu fastir, men sørvingarnir vóru omaná og vunnu dystin 5-2- Tá flóðin kom inn, var neyðugt at hava bát liggjandi kláran at taka bóltin, tá hann fór á sjógvin?" Elias hjá Mykinesmanninum sigur eisini í ritinum, at hann alla ta fyrstu tíðina spældi í húðaskóm og at "Eingilsmennirnir flentu, tí eg leikti í húðaskóm. Eg leikti altíð har vesturi í húðaskóm, men tá ið vit vóru í Tórshavn, brúkti eg fótbóltsstivlar".
Um teir so spældu í húðaskóm í Sørvági og meira professionelt í fótbólsstivlum, tá teir spældu í Havn, so dugdu sørvingar væl at spæla fótbólt. Meðan leikvøllurin enn stóð í gerð, og sørvingar enn ikki høvdu fingið rættiligan fótbóltsvøll, eydnaðist tað SÍ í 1947 at vinna á fyrsta og einasta sinni meistaradeildina í fótbólti og gjørdust føroyameistarar. Tað vóru serliga synirnir hjá Gretu-Sørin og Birt-Honnu, sum vóru tær stóru stjørnurnar í fótbóltinum tá, men tað vóru sjálvandi eisini aðrir góðir leikarar, sum tað so væl verður lýst í minningarritinum. Men tey bæði Gretu-Sørin og Birt-Hanna vóru bæði sera áhugað í fótbólti. Tey kundu fylgja við øllum úr stovuvindeyganum í húsum teirra. Men har vóru eisini fjepparar av báðum kynum í Sørvági, sum verða umrødd í bókini. Her er einki annað at gera, hjá tí sum vil hava meira at vita, enn at lesa tað sum í ritinum stendur.
Hóast undirtøkan á fundum í felagnum upp gjøgnum tíðina ikki altíð tykist at hava verið tann stóra, hava sørvingar havt fleiri eldsálir í nevndini í Sør-vágs Ítróttarfelag, sum hava drivið á og skunda undir. Teir og tær eru nevnd í bókini. At tað enn eru eldsálir, er minningaritið eitt tað besta dømi um. Her er nógv hent í nýggjari tíð.
Málið hjá SÍ var har frá byrjan bæði ítróttarhøll og leikvøllur. Tað framgongur eisini, at formennirnir í felagnum hava hildið bæði leikarum og áhugaðum til við røðum og aðrari andstreystari uppseting. Fremst í huganum hevur helst staðið latínska orðatakið mens sana in corpore sano, tí í 1938 segði formaðurin Napoleon Nolsøe Petersen m.a. at ?uppgáva Sørvágs Ítróttarfelags er, at ungdómslívið má væl og vakurt trívast, soleiðis at vit á ellisárum hava bert góð minni um ungmannaár".
Ítróttarhøllin kom áðrenn leikvøllurin. Sum kunnugt vóru nógvir eingilskmenn í Vágum undir krígnum. Teir høvdu nógvar barakkir. Ein barakk stóð beint oman fyri og yvir av Dungasandi nærhendis Kirkjuánni. Hesa barakk yvirtók SÌ frá eingilskmonnunum. Henda barakkin vildi neyvan borið heitið høll í dag, men tá var hon hildin at verða bæði stór og góð.
Ítróttarbarakkin kom í mong ár at verða eitt mentanarhús í Sørvági, har fleiri mentanartiltøk vóru havd sum t.d. sjónleikur, fimleikur, málningaframsýningar, eydnuhjól, dansur, samkomur og eisini høvdu teir lesiringar har, verður sagt. Barakkin er niðurtikin fyri langari tíð síðani, men eg minnist hesa barakk sum eitt sera áhugavert umhvørvi, har nógv áhugavert hendi innanfyri. Eini høli, sum ofta vóru opin í sambandi við at spælt varð í Sørvági, var kaffisjoppin hjá Jógvan á Túgvu. Har høvdu fólk eitt stað at fara eftir dystin og fáa sær okkurt at eta og drekka..
Um minningarritið er annars tað at siga, at talan er um eina prýðiliga bók. Fremst í bókini eru heilsanir frá formanninum, borgarstjóra, ISF-forseta og formanninum í Fótbóltssambandinum. Aftast eru so kvøður og endurminningar frá fólki, ið vilja heiðra SÍ. Eisini eru nakrar blaðsíður við songum aftast í bókini. Skøldini eru Mikkjal á Ryggi, H. M. Niclasen, Nyholm Debes, Napoleon N. Petersen, Jeffrei Henriksen, og onkur ókendur. Tann sum eigur flest sangir er Jónvør Joensen, kona Esbern, ið er annar av høvundunum. Hetta eru alt sangir, sum hava við SÍ at gera , og sum helst allir hava verið sungnir á 100 ára degnum.
Miðleingjan í bókini er sjálv søgan um SÍ, sum verður lýst við støði í frásagnum, gerðabókum og tí, sum er at finna í prentað-um heimildum. Av tí at annar av høvundunum, Erhard Jacobsen, er bókavørður, so hava helst øll heimildarmið, sum eru til, verið troytt. Í nógv ár hevur tað verið so, at umleið helmingurin av øllum tí, sum stendur í teimum føroysku bløðunum, er um ítrótt, so her er nógv at oysa av. Aftast í bókini er eisini eitt gott yvirlit yvir heimildirnar. Minningarritið gevur eina breiða lýsing av bæði hondbólti og fótbólti og øllum tí, sum er farið fram av leikum og av fundum í nevndini hesi 100 árini. Bókin er serliga vend móti teimum, sum hava ein veruligan áhuga í fótbólti og hondbólti, og sum kenna fólkini. Myndatilfarið, sum bæði er svart/hvítt og í litum, er sera stórt og virðismikið. Tað er okkurt, sum kundi verið ynskt øðrvísi, og ein navna- og evnisskrá aftast í bókini hevði verið frálíkí einum minningarriti sum hesum, har skipanin av tilfarinum ikki altíð er so sólarklár. Tað hevði gjørt tað lættari at leita eftir upplýsingum.
Tað er einki at ivast í, at henda bók er til stóra gleði hjá øllum teimum, sum hava við fótbólt og hondbólt at gera og sum minnast dystir og leikir. Serliga sørvingum og teimum sum hava við Sørvág at gera. Men hjá einum sum ikki er álvarsliga bitin av fótbólti og hondbólti, er tað kanska mest tað, sum hevur við tað meira siðsøguliga at gera, sum er áhugavert. Fert tú gjøgnum bókina, so er eisini eitt og annað at finna her, m.a. um Ole på Jens, som var en farlig fyr. Tað hugsaðu vit ikki um, tá vit møttu Jens-Ólavi sum gomlum manni millum húsini í Sørvági.
Sørvingar hava nú ikki bert kirkjusøguna hjá Petur Kruse, Sørvágssøguna hjá Sonna Jacobsen, men eisini ítróttarsøguna hjá Erhard Jacobsen og Esbern Joensen. Tað hevur uttan iva verið eitt tak at fáa skrivað bókina og at fáa hana út sjálvan dagin. Tað er gleðiligt, at tað er gjørt. Til lukku við minningarritinum um Sørvágs Ítróttarfelag og til lukku við 100 ára degnum.
BÓKAUMRØÐA:
Erhard Jacobsen og Esbern Joensen
Sørvágs Ítróttarfelag 100 ár
1905 - 17. mars - 2005.
Sørvágur 2005
255 bls. við nógvum myndum bæði svart/hvítar og í litum.