Føroyskir verkfrøðingar farnir til verka í Grønlandi

Í farnu viku komu verkfrøðingar frá ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni "Sofus Jakobsen" aftur av kanningarferð í Fiskifjørðinum í Grønlandi, har teir eru við í eini stórari og spennandi verkætlan at byggja eina námsbygd í sambandi við útvinnan av olivin til stálframleiðslu. ?Hetta er gott fyri føroyskt vinnulív sigur ein av oddamonnunum Árni Jakobsen

Føroyska vinna í útlandinum
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Tað er langt frá gerandishending, at føroyskt vinnulív fær uppgávur uttan fyri oyggjarnar. Men tað hendir. Vit tosa her um stóru hendingina, tá tvær føroyskar fyritøkur, ráðgevandi verkfrøðingafelagið "Sofus Jakobsen" og KJ-Elráð vóru valdar út millum fleiri aðrar útlendskar kappingarneytar at taka sær av menningini av einum heilt nýggjum námsbýi í Grønlandi.

Gongd á
Veruligur skjøtil var sett á stóru og spennandi verkætlanina at útvinna olivin úr grønlendska lendinum nær Fiskifjørðinum í farnu viku, tá eitt nú føroyskir ráðgevandi verkfrøðingar vórðu á staðnum saman við útlendskum starvsfeløgum, har fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar til at byggja ein námsbý.

Árni Jakobsen, stjóri í ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni "Sofus Jacobsen" í Havn er júst afturkomin úr Grønlandi. Hann var eisini við at stinga út í kortið í Grønlandi nú um dagarnar. Og heimafturkomin frá kanningarferð í Grønlandi er hann sera bjartskygdur. Hetta er ein sera spennandi uppgáva, og tað at ein føroysk fyritøka er við í eini slíkari verkætlan í útlandinum, kann hava stóran týdning fyri framtíðar virksemi eisini. Tað kann vera við til at seta ringar í vatnið.

Teir hava verið burtur í 10 dagar harav 3 dagar á kanningarferð í Fiskafjørðinum, har námsbygdin skal byggjast. Nógvir fundir hava verið við myndugleikar t.d. Grønlanska råstofsdirektoratið, Mannisoq kommunu, kunnandi fund við bygdafólkið í grannabygdini Atermik, samráðingar hava verið við Air Greenland um tyrluflúgving og Royal Artic Line um flutning av farmi.

Fingu nógv burtur úr
Árni Jakobsen sigur, at teir fingu nógv burtur úr. Teir fingu kannað økið sum byggilendi og hvussu alt økið skal skipast við námsbróti, vegum, kei, 12.000 m2 goymsluøki til Olivine, áðrenn útskiping. Eisini hvussu íbúðarøkið skuldi vera. Svensku eigararnir frá Minelco løgdu stóran dent á, at tað ikki liggur tætt upp at larmandi vinnuni, soleiðis at starvsfólkini kunnu trívast betur. Hetta og mangt annað skulu eitt nú føroysku verkfrøðingarnir vera við til at taka støðu til.

Árni Jakobsen sigur, at teir gingu nógv í fjøllunum fyri at kanna eftir, hvar hóskandi vatnveiting kann fáast, sum einisi kann nýtast, tá tað frystur. Myndugleikanir í Grønlandi leggja stóran dent á atr varðveita umhvørvið, og tí skulu kloakkviðurskiftini skipast við at leggja frárenningarrørleiðingar langt út á fjørðin.

Á kanningarferðini vóru 12 fólk við servitan á hvør sínum øki, sum t.d. geoteknik, umhvørvi, anleggverkfrøði og námsvinnu. Tey komu á staðið við tveimum skipum. Eisini høvdu tey tyrlu tøka tann eina dagin, so tað var sera stórur aktivitetur hesar dagarnar.

Um 2 vikur koma fyrstu maskinurnar á staðið tá ið fyribils íbúðir vera uppsettar, og vegir og kai skulu gerast. Ætlanin er, at fyrstu 120.000 tonsini av Olivine skulu útskipast í oktober og november í ár.

Næsti projektfundur verður í Tórshavn 4. juli. Tá vera asvensku eigararnir eisini við.

Føroyingar við gjøgnum MT Højgaard
Tað var annars grønlendska heimastýrið, sum herfyri gava kanadisku og svensku fyritøkunum CRAW og Minelco útvinningarloyvi til námsvinnu í Fiskifjørðinum. Talan er um at útvinna olivin, ið er málmur, sum verður brúktur í stálframleiðslu. Og tað varð í hesum sambandi, at 5 norðurlendskar byggifyrirøkur fingu møguleika at bjóða uppá at byggja námsbygd til 50 fólk. MT Højgaard í Danmark vann hesa útbjóðing og í tilboðnum var eisini ráðgeving til hesa bygging. Tað er hana, sum fyritøkurnar Sofus Jakobsen og KJ-Elráð hava fingið. Tá MT Højgaard stóð fyri byggingini av Føroya Telebygninginum, var fyritøkan Sofus Jakobsen við og hetta samstarvið royndist so mikið væl, at stóra danska byggifyritøkan hevur ynskt at halda fram við samstarvinum.