Leygardagin fyllir fuglfirðingurin Óli Jacobsen hjá Meinhardi á Gulldrangi
60 ár.
Pundini tyngja hann ikki, hann er lættur upp á bein, og tú sær hann
dagliga ganga túr við hundi sínum Max, ein øgiligur, lágur og loðin
fýrbeintur skabningur, sum er í ætt við navnframar hundar heilt afturi í
Ming-dynastinum í Kina, afturi í fyrndini. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva
at tosa við ein hund í allari almindiligheit og so enntá á kinesiskum, men
Óli og Max skilja hvønn annan, væl at merkja um Max fær sín vilja og tað
fær hann altíð
?Óli gerst ein býarmynd, líka mikið hvar hann býr?, segði systurdótturin,
Hildigun, tá ið hon ringdi og segði frá og bjóðaði í føðingardagnin. Og
rætt hevur hon.
Eg minnist hann fyrstu ferð í Fuglafirði fyri mongum árum
síðan, og kløn fólk halda sær so væl. Hann er einki broyttur hesi seinastu
30 árini, jú kanska eru hárini fækkað, men sigarettin hongur har enn og tú
hoyrir hann langan veg av harkunum, sum koma av drúgvari og miðvísari
royking.
Óli var ein býarmynd í Fuglafirði og altíð sást tú hann við havnalagið.
Hann sigldi í fleiri ár við kubabátunum, og hann hevur verið við øðrum
skipum fyrr. Vit hittust fyrstu ferð fyrst í sjeytiárunum, tá ið
oyndfirðingar plagdu at lossa sildamjøl í Fuglafirði. Eitt lúsa arbeiði,
tungt og ónossligt, illa luktandi, men deiliga fongríkt, hvat peningi
viðvíkur.
Seinastu fimm árini hava vit verið grannar í Havn. Óli er fluttur til
Havnar, er fluttur inn hjá systurdóttrini Hildigun og manninum Agnar, tey
búgva røttu megin í Ovarugøtu í býlinginum Inni á Gøtu, á gomlu
torvheiðunum í Hoyvíkshaganum. Og var hann býarmynd í Fuglafirði, so er
hann tað eisini í Ovarugøtu. Tú leggur merki til, tá íð hann er
burturstaddur og tú leggur merki til hann, tá íð hann er úti og svalir, tí
á at líta bítska, treiska, men annars góðsliga, rísna, lágbeinta
kinesaran, hvørs miðja næstan tekur í asfaltið og til gongu er hann nógvar
ferðir um dagin. Um tað er tubbakið, brent og sogið og andað inn í Guds
fríu nátturu, ið dregur ella vælveran hjá hundinum finni eg ongantíð út av
soleiðis av álvara, kanska bæði, hví ikki?
Og prátini eru nógv vit fáa í túninum hjá okkum í Ovarugøtu 1. Hann býr í
Ovarugøtu 15, um eg telji rætt. Tað er ikki langt í millum og gjøgnum Óla
fylgi eg mangan við, hvat hendir kring landið, hendingar sum fjølmiðlarnir
ikki taka upp. Óli fylgir væl við, og serliga innan fiskivinnuna og hóast
hann nú gongur sum ein spelkin pensionistur í Havn, so eru tankarnir við
bryggjukant í Fuglafirði, og tú fær at vita um útróður, vánaligan prís á
Toftum, og um toskurin tekur í feska gággu ella ræsta gággu, alt eftir
hvussu svangur hann er. Vit eru báðir bygdamenn í Havn, eysturoyingar í
Havn og Óli fylgir væl við hvør doyr og hvør fyllur í okkara heimaoyggj.
Óli setir lív aftur í andlátini í útvarpinum, tí tað eru so nógv har
norðuri, sum eg ikki kenni, og kanska lívgi eg hann eisini á hesum økinum,
tá ið hann stendur fastur, men tað man vera sjálvdan. Og vit tosa nógv um
hvør man roynast frægast, oyndfirðingar ella fuglfirðingar. Í mínum eygum
er ongin ivi, heldur ikki í Óla´sa, og vit eru slett ikki samdir um hetta
mál, og eg haldi, at eg havi rætt.
Og Óli heldur eygað við grannalagnum, liggur okkurt og flýtur, so sigur
hann frá, stendur eitt vindeyga opið í býlingshúsinum ella okkurt er áfatt,
so ger hann vart við tað. Rundurnar í grannalagnum við sigarett og hundi
geva okkum eina kenslu av at alt er í góðum hondum.
Føroyar eru mangan ov trongar fyri Óla, og so pakkar hann sekkin og fer
til stroks. Hann er ein sannur globetrottari og hann plagar at ferðast samn
við bróðrinum Jákupi, sum hevur búð niðri í mong Harrans ár. Og heim aftur
komin er hann fullur av tíðindum av europeiska meginlandinum ella frá
sólríku strondunum fyri sunnan, sum eru fyltar av brúnum holdi, hvørs
eggjandi litur á ein ella annan hátt eigur at órógva sjálvt tann mest
forherðaða ógifta í Føroyum.
Hjartaliga tillukku við degnum góði Óli. Vit í Ovarugøtu halda so ótrúliga
nógv av tær og gøtan er tómlig, tá ið tú er á ferð.
Blíðan byrð og góða eydnu.
Heilsna
Jústinus Leivsson Eidesgaard