Gourmet letur upp í dag

Nýggja matstovan Gourmet hjá Leif Sørensen, kokki, letur upp í dag. Matstovan liggur frálíka væl fyri við útsýni yvir Vestaru Vág.

Fólk hava við spenningi bíðað eftir, at nýggja matstovan Gourmet hjá navnframa kokkinum Leif Sørensen fór at lata upp beint hinumegin Smiðjuna í Lítluvík, og nú er tann dagurin so komin, at latið verður upp fyri almenninginum.

Trupult at fáa fisk
Leif Sørensen sigur, at tað hevur verið ein ávísur áhugi fyri matstovuni hesa seinastu tíðina, og longu nú eru teir báðir fyrstu dagarnir, ið opið er, at kalla fult upptikið á matstovuni. Áhugin fyri hølunum hevur eisini verið sera stórur, og nógv fólk hava hugt inn, tá ið tey hava lagt leiðina framvið.
Spurdur hvussu tað gongur við at fáa tær røttu rávørurnar, sigur Leif Sørensen, at tað kann verða eitt sindur trupult. Fleiri av rávørunum, ið Leif nýtur, bíleggur hann sjálvur úr útlandinum, tí tær fáast ikki í vanligu matvøruhandlunum.
- So løgið tað ljóðar kann tað eisini verða trupult at fáa fatur á fiski. Her í Havn ber næstan altíð til at fáa fatur á upsa og havtasku, men tað kann verða eitt sindur trupult at fáa fatur á toski. Í morgun(hósmorgunin) keypti eg sjálvur tosk á bryggjuni í Vágsbotni, men eg vóni, at fólk fara sjálvi at bjóða rávørur fram til matstovuna at keypa, sigur Leif Sørensen.
Í sambandi við at Gourmet letur upp, verður móttøka millum klokkan trý og fimm í dag, og um hálvgum sjey letur matstovan upp fyri almenninginum.