Stórtjóvarí í SMS

Ein bólkur av ungum íslendskum ferðafólkum fór av landinum við Norrønu mikukvøldið. Í viðførinum høvdu sjey av teimum fyri uttan kuffert og annað hvør sína bót fyri klædnastuldur í ymsum handlum í SM

Løgreglan í Havn fekk eina fráboðan frá starvsfólki í einum klædnahandli í SMS, at tey sóu tveir ungar dreingir sita og eta í SMS íklæddir troyggjur, sum tey seint týsdagin høvdu varnast vórðu burtur úr handlinum.
Løgreglan kom á staðið og tók báðar dreingirnar við á støðina til avhoyringar. Báðir viðgingu seg sekar í stuldrinum. Við teimum á støðina komu ferðaleiðarar, og hesi fóru síðani í holt við at tosa við restina av bólkinum. Tað vísti seg so, at heili sjey av teimum ungu høvdu stolið pløgg úr SMS týsdagin og mikudagin. Tveir dreingir og fimm gentur.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at øll fingu bót, men teir báðir dreingirnir, sum vórðu tiknir fingu heldur størri bót, enn hinar fimm, sum sjálvar valdu at koma aftur við vørunum og viðganga tað, tær høvdu gjørt.
- Tað bleiv ein hurlivasi, tá allar hesar vørurnar skuldu latast innaftur, tí tann eina gentan fekk ein krampa av onkrum slagi og svímaði. Tískil var tað sera óskipað, hvussu hetta fór fram, tí gentan skuldi sjálvandi á sjúkrahúsið sum skjótast, sigur vakthavandi.
 
Dýr klæði
Troyggjurnar, sum dreingirnir vóru í, kostaðu yvir 1.000 krónur hvør, og yvirhøvur var talan um sera dýr klæðir, sum hesir ungdómarnir vóru so nær við at sleppa av landinum við. Í tí eina handlinum vóru pløgg stolin fyri tilsamans 4.780 krónur, men óivað er samlaða virði nógv hægri, tí íslendsku ungdómarnir stjólu úr fleiri handlum í SMS. Flestu pløggini vóru heil, tá ungdómarnir komu aftur við teimum, men einar buksur, sum kosta 900 krónur, høvdu fingið skaða, tí alarmurin varð skræddur úr. Merkini vóru eisini tikin úr klæðunum, men tað ber til at seta í aftur.
Sum skilst er trupulleikin av tjóvaríið í SMS tilstaðar, men ikki so øgiliga stórur. Handlar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey í framtíðini ikki kunnu gera so nógv annað fyri at fyribyrgja, enn at biðja teirra starvsfólk hava eitt sera vakið eyga við møguligum tjóvum.
- Vit kunnu jú heldur ikki skera øll yvir ein kamb, tí tað lækkar tænastustøðið, um fólk ikki kunnu koma inn í okkara handil, uttan at kenna tað sum tey verða illtonkt fyri at vera tjóvar, sigur ein av handilseigarunum í SMS.
Íslendsku ungdómarnir skuldu sigla við Norrønu mikukvøldið klokkan 18, og tað eydnaðist eisini teimum at sleppa við. Men uttan vørurnar.
- Tey vóru sera ørkymlað, um tey mundu fara at náa Norrønu, men tað gekk, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum.