at tað nú eru alsamt fleiri og fleiri yvirlæknar, sum eru farnir at umhugsa møguleikan at rýma. ? Tað er mark fyri, hvat vit vilja bjóða okkum sjálvum. Og tað eru fleiri og fleiri sum eru farnir at ivast [...] at viðgerð og røkt eru hvør síni øki og skulu tí hava hvør sína leiðslu. Hóast hetta stríðið nú er fleiri ára gamalt, hevur tað ikki enn eydnast nøkrum at loysa tað. Fleiri royndir eru gjørdar. Eitt danskt [...] ð á sjálvum deildunum-afturat teimum mongu uppskotum, sum longu eru gjørt. ? So fáa vit at síggja, hvør góðtekur tað uppskotið og, hvør góðtekur tað ikki. Hann sær fyri sær, at nú verður so sjabbað víðari
hava leikt, og eigur hon tískil sín stóra part í teirri framgongd, sum hevur eyðmerkt kyndlaliðið hesi árini. Tað hoyrdist aftaná seinasta kappingarár, at hetta varð seinasta árið hjá Lotte í Føroyum, [...] hevði nógv at siga, tá hon valdi, at verða verandi í Føroyum. Vónirnar hjá Lotte fyri kappingarárið eru annars góðar, og sigur hon, at málið sjálvandi er at vinna kappingina. Nú hava tær verið meistarar [...] at tær hava mist nakað av fólki í ár, og at hetta kann fáa ávirkan á spæl teirra. Nógv gott nýtt fólk er komið, men tað tekur sína tíð, áðrenn vit verða samanspældar. Aðalmálið er tískil at klára seg
løtuni, so tykist hetta ikki at vera nakar trupulleiki. Tað eru nú fleiri dómarapør, sum eru á veg fram, og ivaleyst koma vit at síggja nógv til hesi framyvir. Sum hann málber seg, so er støðan slettis ikki [...] men hesin spenningurin er meira íkomin av at sterkastu liðini eru viknað, heldur enn at breiddin í føroyskum hondbólti er økt. Fysiskt eru leikararnir kanska betri fyri enn nakrantíð, men hinvegin klárar [...] Hjalmari til leikarar runt landið eru, at leikararnir mugu duga at skilja, at tað nyttar einki bara at tosa um vánalig dómaraavrik, tá ein dystur skal eftirmetast. Dómarar eru menniskju eins og øll onnur, og
i, tí tað eru útlit til at tað verður spennandi. Daniel Rápa væntar sær ikki so lítið av teimum yngru leikarunum í felagnum, sum nú eru vorðnir eitt ár eldri enn teir vóru í fjør! ? Teir eru vorðnir meira [...] vetrartímarnar. Og hvør minnist ikki tær ferðirnar tá VÍF og Kyndil brustu saman í Havn, á Skála og so til seinast eisini í Vestmanna. Ella, hvør hevur gloymt ta ferðina, tá vestmenningar leiktu Evropa [...] Í Vestmanna eru so at siga bara tvær ítróttargreinir. Tær hava so aftur býtt árið sínámillum soleiðis at kappróðurin tekur sær av sumrinum, meðan hondbólturin hevur lagt sína tungu hond á teir longu v
ætlað eldri fólki. At fólk soleiðis verða atskild, er ikki eitt gott hugskot. Vit, ið gerast eldri, eiga at verða spjødd um í kommununi sum øll onnur. Bústaðarkanning Hesi sjónarmið eru ikki fremmand fyri [...] hvat bústaðarmynstur fólk eldri enn 55 ár í Føroyum ynskja sær. - Grunnurin hevur ikki í hyggju at avbyrgja gomul fólk, og sjálvur havi eg gleði av at búgva í einum íbúðarøki, har fólk í ymiskum aldri búgva [...] hesum mánaðinum verða spurnarbløð send út til øll fólk eldri enn 55 ár um alt landið. Uttan at uppgeva navn, verða fólk spurd um ymisk viðurskifti, hvør fremsta orsøkin er til, at tey ynskja annan bústað
skaðaøkingin hevur samband við økta koyring. Sagt verður ferð eftir ferð, at tíðirnar eru vorðnar betri, og at fólk av hesi orsøk m.a. hava betri ráð og stundir at koyra fleiri kilometrar. Men tað, sum er serliga [...] vera sera hugstoytt at hyggja at hesum tølum; serliga tá hann veit, at tað í flestu førum eru ungfólk, ið eru uppi í álvarsligu tilburðunum. ? Tað er ómetaliga torført at siga, hví gongdin er sum hon er [...] Tølini fyri bilskaðar, hendir í fyrra hálvári 1999, eru ikki góð. Sambært skaðaskráseting hjá Tryggingarfelagnum Føroyum vóru fráboðaðu skaðarnir 1.832 í tali. Fyrra hálvár 1998 var talið1.280. Talan er
NEYVAN finst nakað, sum føroyingar eru so samdir um, sum hetta við føroyskum sendingum í sjónvarpinum. Hvussu oftani hoyra vit ikki fólk ?gremja? seg um, at tað eru ov fáar føroyskar sendingar í sjónvarpinum [...] áhugavert og hugvekjandi. Tú fær eina kenslu av, hvussu ríkt land okkara er. Hóast vit bert eru 45.000 menniskju, so eru her so mangir einstaklingar, sum skapa nakað. Sendingin í Sjónvarpinum herfyri um listamannin [...] at sleppa. Mentan og orðaskifti eru tey ting av somu søk. Tey hoyra saman. Tí er tað bæði rætt og gott, at vit fáa føroyskar sendingar í sjónvarpinum, sum viðgera hesi evni. ÚTVARPIÐ er farið undir nýggjar
NEYVAN finst nakað, sum føroyingar eru so samdir um, sum hetta við føroyskum sendingum í sjónvarpinum. Hvussu oftani hoyra vit ikki fólk ?gremja? seg um, at tað eru ov fáar føroyskar sendingar í sjónvarpinum [...] áhugavert og hugvekjandi. Tú fær eina kenslu av, hvussu ríkt land okkara er. Hóast vit bert eru 45.000 menniskju, so eru her so mangir einstaklingar, sum skapa nakað. Sendingin í Sjónvarpinum herfyri um listamannin [...] at sleppa. Mentan og orðaskifti eru tey ting av somu søk. Tey hoyra saman. Tí er tað bæði rætt og gott, at vit fáa føroyskar sendingar í sjónvarpinum, sum viðgera hesi evni. ÚTVARPIÐ er farið undir nýggjar
leiðslan í Atlantic Petroleum enn eina ferð geva øllum føroyingum høvi til at keypa partabrøv. Hesi eru áljóðandi 500 kr. Tó kann eingin einstakur eiga meira enn 20% í felagnum. Tá og um tikið verður av [...] sum fer at søkja um loyvi at bora, merkir so eisini, at útlit eru fyri, at partabrøvini kunnu hækka í virði. Ella sagt á annan hátt: fólk, sum keypa partabrøv, kunnu vinna fleirfalt upphæddina, um olja [...] Stutt eftir stovnanina kundu føroyingar tekna nýggj partabrøv fyri tilsamans 3,3 mill. kr. Í dag eru knappliga 900 partaeigarar í felagnum. Nú tað nærkast 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum vil leiðslan
felagskommunan miðað eftir at bygt eitt heim til eini 40 fólk, men tað góðtók almanna og heilsumálastýrið ikki. Og eitt heim til 20-25 fólk eru tey eisini nøgd við, sigur hann. [...] ganga slag í slag. Heim til 20-25 fólk Hann sigur, at tað er ikki endaliga gjørt av, hvussu stórt heimið skal vera. Men fyribils verður tosað um eitt heim til eini 20-25 fólk. Sjálvur metir hann, at tørvur [...] Nú er ætlanin at byggja eitt ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy. Frammanundan eru ellis- og røktarheim í øllum sýslunum í Føroyum uttan í Norðurstreymoy, men tað verður so farið undir tað nú. Helena