Hon varð verandi

Lotte Sørensen fer aftur í ár at royna at geva sítt íkast til, at kyndlakvinnurnar kunnu standa ovast, tá stigini verða tald saman

Ársins hondbóltsleikari hjá kvinnunum seinasta ár gjørdist kyndlaleikarin Lotte Sørensen, og hóast tað hevur ljóðað, at hon ikki fór at vera í grøna kyndlabúnanum hetta kappingarárið, so hevur hon gjørt av at verða verandi í Føroyum eina tíð afturat.

Lotte hevur, síðani hon kom til Føroya í 1996, rættuliga gjørt vart við seg innan hondbóltin. Tey knøppu 3 árini hon hevur verið her, hevur hon mangan verið ein avgerandi faktorur í teimum dystum, sum kyndlakvinnurnar hava leikt, og eigur hon tískil sín stóra part í teirri framgongd, sum hevur eyðmerkt kyndlaliðið hesi árini. Tað hoyrdist aftaná seinasta kappingarár, at hetta varð seinasta árið hjá Lotte í Føroyum, og sigur hon eisini sjálv, at tað var í hvussu so er upprunaliga ætlanin.

Í Kyndli hava teir tó roynt at gera sítt til, fyri at fáa hana at vera verandi, og hevur hon fingið eina nýggja spennandi funktión í felagnum, har hon skal vera eitt slag av ráðgeva í samband við venjingina av yngru deildum felagsins.


Europa Cup lokkar

Harumframt hava kvinnurnar fingið lovað, at um so er at tær klára seg nóg væl í kappingini, so skulu tær út í Europa at royna seg komandi ár, og sigur Lotte eisini, at hetta sjálvandi hevði nógv at siga, tá hon valdi, at verða verandi í Føroyum.

Vónirnar hjá Lotte fyri kappingarárið eru annars góðar, og sigur hon, at málið sjálvandi er at vinna kappingina. Nú hava tær verið meistarar í 2 ár, so sjálvandi vilja tær varveita heitið. Lotte vísur tó á, at tær hava mist nakað av fólki í ár, og at hetta kann fáa ávirkan á spæl teirra. Nógv gott nýtt fólk er komið, men tað tekur sína tíð, áðrenn vit verða samanspældar.

Aðalmálið er tískil at klára seg somikið væl, at talan gerst um pláss í Europa Cup. Hvussu langt tær so røkka útyvir hetta vil tíðin vísa.