Allir føroyingar hava frá í næstu viku og komandi tvær vikurnar møguleika at keypa partabrøv í føroyska oljufelagnum ?Atlantic Petroleum?. Ikki færri enn 26,6 mill. kr. skulu teknast í nýggjum partapengini í oljufelagnum, sum við hesum vil brynja seg út til at vera ein virkin partur av komandi oljuleiting við Føroyar.
Felagið varð stovnað fyri hálvum øðrum ári síðnai við 25,5 mill. kr. í partapengini. Stutt eftir stovnanina kundu føroyingar tekna nýggj partabrøv fyri tilsamans 3,3 mill. kr. Í dag eru knappliga 900 partaeigarar í felagnum. Nú tað nærkast 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum vil leiðslan í Atlantic Petroleum enn eina ferð geva øllum føroyingum høvi til at keypa partabrøv. Hesi eru áljóðandi 500 kr. Tó kann eingin einstakur eiga meira enn 20% í felagnum.
Tá og um tikið verður av tilboðnum frá føroyska oljufelagnum fer samlaði partapeningurin at vera um tær 55 mill. kr. Sammeta vit við donsk viðurskifti, vildi eitt slíkt felag havt 2,6 mia. kr. í partapeningi. So hetta sigur ikki heilt so lítið um støddina á felagnum, hóast hon er lítil í mun til útlendsku oljufeløgini. Men hvussu og ikki so vilja stovnararnir og eigararnir í felagnum nú víðka og breiðka felagið, soleiðis at tað av sonnum kann liva upp til at gerast fólksins olju-felag.
Tað er ikki minst positiva gongdin í øllum oljumálinum, sum hevur fingið Atlantic Petroleum til at taka hetta stóra stigið. Markið er komið uppá pláss, fyrsta útbjóðing stendur fyri framman, og føroyska oljufelagið er vorðið partur av einum stórum útlendskum oljusamtaki. Alt hetta skuldi borgað fyri einum áhugaverdum og spennandi útviklingi á føroyska landgrunninum í komandi tíð. Og tað er hesum útviklingi, sum Atlantic Petroleum vil vera við í og geva øllum føroyingum møguleika at vera við í.
Í samstarvi við peningastovnar
Talan er so heldur ikki um nakra vanliga partafelagstekning sæð í føroyskum høpi. Fyri at lyfta partafelagstekningina upp á eitt hægri og meira professionelt støði, hevur leiðslan í Atlantic Petroleum brúkt nógva orku og tíð til at fáa gjørt eitt sokallað ?prospekt?. Tvs. tað er gjørd ein frágreiðing, sum sigur frá felagnum og tess virksemi í flest øllum lutum. Hetta prospekt er síðani viðgjørt og góðkent av danska Fondsráðnum.
Síðani hevur Atlantic Petroleum gjørt avtalu við Føroya Banka og Føroya Sparikassa um at standa fyri tí praktiska partinum av partafelagstekningini, nakað, sum er nýtt í Føroyum.
Á tíðindafundi í gjár greiddi Vilhelm Petersen, stjóri í felagnum frá nýggja tiltakinum og segði, at tað hevur leingi ligið í kortunum hjá felagnum at geva øllum føroyingum møguleika at gerast partaeigarar í Atlantic Petroleum. Partafelagstekningin byrjar hósdagin 14. oktober og endar 27. oktober. Fólk kunnu hesar fjúrtan dagarnar keypa partabrøv í øllum deildunum hjá teimum báðum peningastovnunum, umframt í Norðoya Sparikassa og Suðuroya Sparikassa.
Skuldi tað hent - hvat stigtakararnir tó ikki rokna við - at øll upphæddin ikki verður teknað, hevur Atlantic Petroleum longu frammanundan fingið tryggjaðar 15 mill. kr. í partapeningi. Tær tryggja peningastovnarnir og einstakir partaeigarar.
Vilhelm Petersen hevur vónir um, at føroyingar fara at nýta hetta góða høvið at gera íløgur í eitt føroyskt oljufelag, tí harvið eru teir eisini við til at tryggja føroyskari luttøku í eini komandi oljuvinnu.
Hann vísir á, at hóast felagið enn er lítið og ungt, so hevur tað longu fingið tilført nakað av vitan. Kursurin á partabrøvum er í dag 105. At felagið er við í einum stórum samtaki, sum fer at søkja um loyvi at bora, merkir so eisini, at útlit eru fyri, at partabrøvini kunnu hækka í virði. Ella sagt á annan hátt: fólk, sum keypa partabrøv, kunnu vinna fleirfalt upphæddina, um olja verður funnin. Vágin er so altíð tann, at tað kann eisini ganga tann øvugta vegin.
Reglugerðin fyri Atlantic Petroleum sigur, at bara skrásettir føroyingar kunnu eiga partabrøv í felagnum. Hesi partabrøv kunnu ikki seljast útlendingum komandi 10 árini, og eingin einstakur partaeigari kann eiga meira enn 20%.
Vælnøgdir
Føroyski fíggjarheimurin hevur víst stóran áhuga fyri nýggju partafelagstekn-ingini og hevur boðið sær at taka sær av henni. Hetta er nakað heilt nýtt fyri pen-ingastovnarnar men tó nakað, sum teir hava bíðað eftir. Tí kemur hetta fyrsta ?pilotprojektið? væl við. Tað kann vera við til at leggja lunnar undir einum heilt nýggjum útviklingi á fíggj-arøkinum í Føroyum eisini. At talan so eisini er um eina heilt nýggja vinnugrein er somuleiðis kærkomið.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur seg vera sera væl nøgdan við tiltakið, sum hann heldur er rættiliga aktuelt, nú tað hevur verið tosað um at fáa ein føroyskan partabrævamarknað. M.a. eru gjørdar kanningar av hesum. Hetta tiltakið er sum so fyrsta royndin á tí leiðini at seta á stovn ein føroyska partabrævamarknað, har almenningurin kann keyp partabrøv. Tvs. at øll hava sama møguleika og rætt til at tekna partabrøv.
-Eg haldi hetta er eitt vælegnað projekt at seta pengar í og sum byggir á ein vældefineraðan vága sigur Jørn Astrup Hansen, sum leggur fólki, í ivast í hesum, at lesa sjálvt prospektið (tvs. frágreiðingina um felagið og partabrævatekningina, blm.) Henda verður m.a. tøk á internetinum og annars hjá bæði peningastovnum og felagnum sjálvum. Eisini verður høvi at seta spurningar hjá peningastovunum, um tørvur er á tí.
Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at teir sjálvandi eru við í hesum tiltakinum, tí teir longu frá byrjan hava verið partaeigarar í Atlantic Petroleum. Hann heldur fyri, at nú olja møguliga tykist at kunna fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið er rætt at vera við longu frá byrjan og stuðlar sparikassin tí teirra nýggju partafelagstekningini.
-Hóast tað kanska enn er óvissa um, hvat finst av olju, so vil Føroya Sparikassi fegin vera við til at byggja upp og skapa møguleikar í hesi nýggju vinnuni. Hetta er so eisini í tráð við, at sparikassin vil vera meira við í vinnulívsfígging sum heild. Vit halda hetta avgjørt vera áhugavert, og so er tað eisini nakað heilt nýtt og nakað sum tú kanst fyrihalda teg til.
Báðir stjórarnir í peningastovnunum eru samdir um, at tað er ein skilagóð íløga at seta pengar í Atlantic Petroleum. Hóast ein í dag ikki hevur nakra vissu fyri at fáa nakað avkast, so er hetta við føroyskari luttøku í eini oljuvinnu nakað nýtt men eisini nakað ítøkiligt. Verður olja funnin, so kunnu føroyskar íløgur koma at geva stórt avkast einaferð. Og tað kann so aftur fáa positivar avleiðingar fyri alt samfelagið.
55 mill. kr. ikki ov stór upphædd
Hóast 55 mill. kr. er nógvur peningur, so heldur Jørn Astrup Hansen ikki, at tað er óforsvarligt í samfelags høpi at binda henda pening í eitt felag, sum vit í dag ikki vita fer at geva nakað avkast. -Tá hugsað verður um, hvussu nógvur peningur er innistandandi í føroysku peningatovnunum, so ger henda upphædd ikki tann stóra munin, sigur bankastjórin, sum vísir á, at tey, sum keypa partabrøv, eiga ikki at gloyma, at tey á henda hátt hava keypt sær ein part av einum rættiliga ítøkiligum útviklingi.
Tað er eingin loyna, at leiðsla og nevnd í Atlantic Petroleum fegin síggja, at partapeningurin í felagnum er á so nógvum hondum sum gjørligt heldur enn bert hjá nøkrum fáum. Tess breiðari felagið er, tess meira føroyskt og fólkaligt er tað. Tí er málsetningurin at fáa nógvar nýggjar partaeigarar.
Tá tað snýr seg um stóra vágan og møguleikan at fáa nakað burtur úr eini íløgu í Atlantic Petroleum sum partur av einum oljusamtaki sigur Vilhelm Petersen, stjóri, at føroysk felagið bert eigur ein lítlan part í samlaðu verkætlanini frá byrjan. Tað merkir m.a., at verður eingin olja funnin í t.d. tí fyrstu boringini, so heftir felagið bert við einum evarska lítlum parti. Partapeningurin skal kunna brúk-ast í fleiri boringum. Men hinvegin hevur felagið við avtaluni við samtakið tryggjað sær, at verður olja funnin, so kann felagið økja sín part. Tvs. at eitt stórt fund kann fáa stóran týdning fyri eitt nú føroysku partaeigararnar.
Í nevndini í Atlantic Petroleum eru Kjartan Hoydal, formaður, Poul Mohr, Óli Hammer, Mortan Johannessen og Peter Even Djurhuus. Stjóri er Vilhelm Petersen. Stovnararnir vóru Kongshavnar Útgerðarfelag, Farodane, Súsi, Hildigunn Johannesn, Havnar Timburhandil, Hvilvtenni, Føroya Bjór, Svend Kros-stein, Tryggingarfelagið Føroyar, Mortan Johannessen, Vestlax, Føroya Sparikassi, J.F.K. Trol, Teymavirkið, Poul Hansen, Smyril Line, Havsbrún og Tórshavnar Skipasmiðja. Aftrat hesum koma so meira enn 800 aðrir partaeigarar.