?Ósemjan á Landssjúkrahúsinum er akkurát líka stór enn, sum hon hevur verið alla tíðina hesi síðstu árini.
? Og støðan, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í heilsumálum, tók, var eitt so stórt vónbrot fyri læknarnar, at nú eru tað fleiri og fleiri sum tosa um at rýma.
Jóan Petur Davidsen, formaður í føroyska serlæknafelgnum sigur, at um eitt ella tvey ár er aftur ruðuleiki á Landssjúkrahúsinum.
Hann sigur, at loysnin hjá Helenu Dam á Neystabø er yvirhøvur ongin loysn.
?Hatta var ikki annað enn ein ber politisk roynd at snúgva sær undan at taka veruliga ábyrgd av sínum málsøki, sigur Jóan Petur Davidsen.
Hann sigur, at loysnin hjá heilsumálaráðharranum sigur ikki eitt orð um teir veruligu trupulleikarnar.
? Og tað er, hvussu leiðslan skal skipast á teimum ymsu deildunum.
? Tí tað er á teimum ymsu deildunum, at teir veruligu leiðslutrupulleikarnir eru.
Jóan Petur Davidsen sigur, at tað einasta, Helena Dam á Neystabø hevur gjørt, er at hon hevur sett eitt eyka leiðslulið í tað ovastu, fyrisitingarligu leiðsluna.
?Hetta er akkurát sami leiðslubygnaður, sum var, tá ið Høgni Joensen var sjúkrahússtjóri, áðrenn Jákup Mørkøre varð settur.
? Nú hevur landsstýrismaðurin vent aftur til tað gamla, tí nú hevur er ætlanin at seta ein læknastjóra og ein sjúkrasystrastjóra á jøvnum føti beint undir sjúkrahúsleiðaranum, Jákupi Mørkøre.
?Men, hvussu arbeiðið skal skipast niðri á deildunum, verður onki sagt um.
Jóan Petur Davidsen sigur, at tað einasta, sum kemur burturúr hesum, er, at Landssjúkrahúsið hevur fingið eitt eyka leiðslulið.
?Eftir mínum tykki er hetta peningaoyðsl.
? Tí hetta leiðsluliðið man kosta eina millión, og tann peningurin hevði verið nógv betri farin til onnur endamál á Landssjúkrahúsinum, tí har manglar peningur á øllum økjum. Ikki minst hava sjúkrasystrarnar gramt seg um, at tær eru undirmannaðar.
? Ein millión hevði so rokkið til nakrar sjúkrasystrar, leggur hann afturat.
Men hví hava tit so góðtikið at taka lut í arbeiðnum at seta nýggja bygnaðin í verk, tá ið tit hava so nógv ímóti honum?
? Vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk hjá okkum at mótarbeiða hesum. Tí hetta er jú púra onki. Tað er rætt og slætt onki hent, sigur Jóan Petur Davidsen.
Formaðurin í føroysku deildini í danska serlæknafelagnum sigur, at á sjálvum deildunum, har høvuðstrupulleikin var, liggur sostatt alt framvegis og flýtur.
Ruðuleiki um 1-2 ár
Nú verður tað so uppgávan hjá nýggju trýmannaleiðsluni at gera enn eitt uppskot til leiðslubygnað á sjálvum deildunum-afturat teimum mongu uppskotum, sum longu eru gjørt.
? So fáa vit at síggja, hvør góðtekur tað uppskotið og, hvør góðtekur tað ikki.
Hann sær fyri sær, at nú verður so sjabbað víðari í eitt ár ella tvey.
? Men so fer ósemjan at standa aftur í ljósum loga.
Hann sigur, at fyri læknarnar er málið í grundini sera einfalt:
? Í læknalógini er tað álagt okkum ábyrgd. Tað er onki, sum eitur sjúkrarøkt, uttan eftir boðum frá einum, yvirlækna. Men vit hava ikki tær heimildir sum svara til tað ábyrgdina, sum vit hava.
Tosa um at rýma
Jóan Petur Davidsen sigur, at tað, sum nú er hent, er onki annað enn at útseta pínuna eitt ella tvey ár.
?Hetta er enki uttan at draga málið enn meiri út.
Og hann leggur afturat, at støðan hjá landsstýrismanninum var eitt so stórt vónbrot, at tað nú eru alsamt fleiri og fleiri yvirlæknar, sum eru farnir at umhugsa møguleikan at rýma.
? Tað er mark fyri, hvat vit vilja bjóða okkum sjálvum. Og tað eru fleiri og fleiri sum eru farnir at ivast í, um tað loysir seg at blíva verandi og at brúka tíð og orku uppá føroyska heilsuverkið, tá ið tað ikki ber til ávirka til nakra menning á Landssjúkrahúsinum.
Hann leggur afturat, at arbeiðsmarknaðurin hjá læknunum er rættiliga fríur og at tað stendur ikki á at fáa arbeiði í ørðum londum.
Fult álit á, at tey klára tað
? Eg havi fult álit á, at leiðslan, sum nú er skipað á Landssjúkrahúsinum, fer at megna at loysa teir bygnaðartrupulleikar, sum eru.
Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri, er als ikki samd við Jóan Petur Davidsen, yvirlækna um, at leiðslan, sum hon setti á Landssjúkrahúsinum fyrsta september er at kalla nyttuleys.
Hon sigur, at nú verður tað fremsta uppgávan hjá sjúkrahúsleiðaranum, læknastjóranum og sjúkrasystrastjóranum, sum tilsamans mynda trýmannaleiðsluna, at skipa arbeiðið á sjálvum deildunum.
Og tað hevur hon fult álit á, at tey megna, annars hevði hon ikki sett tað í verk. Men ongin sigur, at sami leiðslubygnaður skal verða á sjálvum deildunum, sum í ovastu leiðsluni.
Tað kemur ikki óvart á hana, at allir partar á Landssjúkrahúsinum ikki eru líka væl nøgdir við úrskurðin, um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
?Men nú eru bæði læknar og sjúkrasystrar umboðaðar í trýmannaleisluni, sum skal skipa leiðsluna á sjálvum deildunum.
Hví væntar tú, at tey fara at megna at semjast nú, tá ið tey ikki hava megnað tað í fleiri ár? ? Eg vænti, at tey, sum søkja starvið sum læknastjóri og sjúkrasystrastjóri, vita, at starvið ber í sær, at stórar avgerðir skal takast. ? Og so mugu vit tryggja okkum at tey, sum sett verða, eru til reiðar at gera tað.
? Tað, sum liggur í hesum er, at nú eru báðir partar umboðaðir, har avgerðirnar skulu takast.
Hon sigur, at tað er ógvuliga ørkymlandi at arbeiða á einum arbeiðsplássi, har tannfakliga menningin ikki fylgir við.
? Men eg ivist ikki í, at tá ið nú trýmannaleiðslan eisini stingur eina ætlan út í kortið fyri at menna fakbólkarnar, fer tað at eggja øllum starvsbólkum at gera sítt ítarsta.
?Nú hava vit nakað ítøkiligt at halda um. Nú hava vit eina leiðslu, sum skal skipa eitt arbeiðspláss.
Og megna tey ikki tað, mugu tey eisini taka avleiðingarnar av tí.
Men nú umhugsa læknar at fara?
Vit hava hoyrt í nógv ár, at tað verður hótt við hópuppsagnum frá einum fakbólki, ella einum øðrum.
? Men vit kunnu ikki lata okkum stýra av slíkum hóttanum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at skipanin við læknastjóra og sjúkrasystrastjóra virkar á fleiri øðrum sjúkrahúsum og so eigur tað eisini at virka á Landssjúkrahúsinum.
Gamalt stríð um vald
Ósemjan um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum er nú fleiri ára gomul.
Í heilt stuttum gongur stríðið út uppá, at læknarnir vilja hava eina einstreingjaða leipslu, har ein einsamallur leiðari hevur ábyrgdina, eisini á teimum ymsu deildunum.
Teir halda, at tað er neyðugt, at tað altíð er ein einsamallur leiðari, sum hevur endaligu ábyrgdina.
Hinvegin vilja sjúkrasystrarnar hava eina tvístreingjaða leiðslu, har ein lækni og ein sjúkrasystir hava felags leiðslu á jøvnum føti.
Tey siga, at viðgerð og røkt eru hvør síni øki og skulu tí hava hvør sína leiðslu.
Hóast hetta stríðið nú er fleiri ára gamalt, hevur tað ikki enn eydnast nøkrum at loysa tað.
Fleiri royndir eru gjørdar.
Eitt danskt serfrøðingafelag gjørdi eitt uppskot um eina einstreingjaða leiðslu.
Tá ið landsstýrismaðurin, sum tá var, ætlaði at seta hana í verk, fóru sjúkrasystrarnar í verkfall.
Síðani broytti landsstýrismaðurin støðu og ætlaði at seta ein tvístreingjaðan leiðslubygnað í verk.
Men tað vildu læknarnir ikki góðtaka.
Síðani varð Jákup Mørkøre settur til sjúkrahúsleiðara og nú bleiv tað hansara uppgáva at gera ein leiðslubygnað.
Í vár legði hann eitt uppskot fram um eina einstreingjaða leiðslu.
Aftur hesaferð góvu sjúkrasystrarnar ilt av sær og noktaðu bæði at taka lut í arbeiðnum at seta nýggja bygnaðin í verk og at arbeiða undir einum slíkum bygnaði.
Síðani hevur verið tøft í málinum í alt vár og alt summar.
Skuldi skera ígjøgnum
Men seint í summar boðaði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í heilsumálum frá, at høvdu partarnir ikki funnið eina loysn fyri 1. september, fór hon at skera ígjøgnum og at seta ein bygnað í verk, sum allir partar so máttu laga seg eftur.
Og tað gjørdi hon so.
Hennara avgerð er at seta ein læknaligan leiðara og ein røktarfakligan leiðara í ovastu leiðsluna saman við sjúkrahúsleiðaranum.
Uppgávan og ábyrgdin hjá nýggju trímannaleiðsluni verður "at skipa fyri einum greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti innan allar starvsfólkabólkar, at skipa fyri greiðum samstarvsmannagongdum
ímillum øll starvsøkini, og at skipa fyri einum greiðum og nútímans starvsfólkapolitikki."