Tá eitt nýtt kappingarár stendur fyri durum, og liðini kring landið gera sítt til at brynja seg í stríðnum í gullkrónurnar, verður ofta haft á munni, hvør leikari verður hvar, og hvussu ymsu liðini munnu fara at standa seg.
Ein lutur sum minni verður tosað um, men sum kortini er av alstórum týdningi fyri hondbóltspælið, er luturin hjá dómarunum í øllum hesum.
Vit hava fingið orð á Hjalmar Petersen, sum saman við Kristian Johansen, mannar einasta føroyska dómaraparið, sum hevur fingið altjóða viðurkenning.
Vaksandi áhugi
Røddir hava ofta ført fram, at áhugan fyri at døma er ov lítil. Til hetta sigur Hjalmar, at sum støðan er í løtuni, so tykist hetta ikki at vera nakar trupulleiki. Tað eru nú fleiri dómarapør, sum eru á veg fram, og ivaleyst koma vit at síggja nógv til hesi framyvir. Sum hann málber seg, so er støðan slettis ikki so galin í løtuni, hvat áhuga fyri dømingini viðvíkur.
Í vikunum upp undir landskappingina hava hann og Kristian verið runt hjá fleiri feløgum, har teir hava hildið skeið fyri leikarum og møguliga komandi dómarum, soleiðis at hesi kunnu fáa eitt betri innlit í, hvat tað vil siga at vera dómari. Eisini hava nøkur feløg havt innanhýsis skeið, har 1. deildardómararnir hjá feløgunum hava greitt frá, hvussu teir síggja upp á dómarauppgávuna.
Fáa føst pør
Ætlanin er harumframt, at tað framyvir verða sett nøkur føst pør, sum skulu døma saman, og at hesi so verða flokkaði. Á henda hátt er ætlanin, at vit fáa nøkur dómarapør, sum koma at fáa nógvar dystir í bestu deildini, fyri á tann hátt at mennast sum dómarar. Hjalmar metir sjálvur, at einasti mátin at gerast ein betri dómari upp á, er at tú dømir so nógv sum gjørligt, og at hetta helst skal gerast við einum føstum makkara.
Skipað verður tískil soleiðis fyri í ár, at allir dómarar verða bodnir á skeið tann 16. og 17. oktober, har norðmaðurin Oyvind Bolstad skal verða skeiðleiðari.
Hann hevur í mong ár verið altjóða dómari, og er í dag eygleiðari fyri bæði IHF og EHF. Lagnan vil tað eisini soleiðis, at tá Kristian og Hjalmar í næstum skulu til Danmarkar at døma ein europa cup dyst ímillum FIF og eitt lið úr Luxembourg, verður tað júst Oyvind Bolstad, sum skal eygleiða teir báðar.
Døma oftari
Eftir skeiðið er so ætlanin, at dómarapørini verða vald út, og síðani sett til at døma eina rúgvu av dystum. Við tað at tað í ár verður sett sum treyt, at dómarar, sum døma í 1. deild, ikki kunnu spæla í bestu deildini, gerst tað eisini møguligt, at geva dómarunum dystir so at siga hvørt vikuskifti.
Harumframt er ætlanin at seta á stovn eina eygleiðaraskipan, soleiðis at betri ber til at geva dómarunum skoðsmál fyri dømingina.
Harumframt verður eisini kravt av teimum dómarum, sum koma at døma í bestu deildini, at hesir hava staðið tær royndir, sum verða settar. Talan er um bæði teoretiskar og fysiskar royndir, sum skulu standast, og metir Hjalmar eisini at hetta er neyðugt. Teoretiski parturin skal sjálvsagt vera í lagi, tí dugir tú ikki hondbóltslógirnar, er nokk eingin orsøk til at fara at døma. Tó er eisini neyðugt at vera hampuliga væl fyri kropsliga, fyri at kunna fylgja við í einstøku dystunum. Er konditiónin ikki í lagi, fær dómarin trupulleikar við hugsa nóg skjótt, og kemur hetta aftur at ávirka dømingina.
Støðið er lækkandi
Um sjálvt spælið á teimum ymsu hallargólvunum heldur Hjalmar annars, at støði á føroyskum hondbólti hevur verið fallandi seinastu árini. Gaman í er spenningurin nógv øktur, og hevur hetta eisini drigið áskoðarar til dystirnar, men hesin spenningurin er meira íkomin av at sterkastu liðini eru viknað, heldur enn at breiddin í føroyskum hondbólti er økt.
Fysiskt eru leikararnir kanska betri fyri enn nakrantíð, men hinvegin klárar teknikkurin ikki altíð at fylgja við høgu leikferðini, og ger hetta ofta, at dystirnir gerast nakað rokutir.
Seinasta ár var onkuntíð funnist at dómarunum, fyri at teir ikki dugdu nóg væl at døma, og fyri onkran hevur tað fingið so víttfevnandi avleiðingar, at hesin er givin við at døma.
Mugu góðtaka mistøk
Boðini frá Hjalmari til leikarar runt landið eru, at leikararnir mugu duga at skilja, at tað nyttar einki bara at tosa um vánalig dómaraavrik, tá ein dystur skal eftirmetast. Dómarar eru menniskju eins og øll onnur, og sjálvsagt verða feilir gjørdir viðhvørt. Hinvegin mugu leikarar og leiðarar kring landið duga at síggja, at eitt ávíst samband er ímillum støðið á spælinum og støðið á dømingini.
Tískil heldur hann, at fólk eiga ikki at vera ov kritisk mótvegis dómarunum, men eiga heldur at stuðla upp undir, soleiðis at fleiri fáa áhuga fyri at døma. Tað er í hvussu so er greitt, at forfylging í fjølmiðlum og ókvæmisorð á vøllinum er í hvussu so er ikki tað, sum sýnist mest lokkandi, tá ein ungur dómari umhugsar, um hann skal satsa meira upp á dómarayrki, ella um hann skal lata vera.
Eftir er bert at vóna, at eisini dómararnir koma at hava eitt gott kappingarár. Somuleiðis skulu vónirnar vera, at nýggja skipanin við føstum dómarapørum og nógvum dystum til einstøku pørini fer at hava tað ávirkan, at dømingin kann gerast meira einstátta. Bæði tá mett verður um ymsu dystirnar hjá teimum einstøku pørunum, og tá mett verður um dømingina sum heild.










