Byggja ellis og røktarheim fyri Norðurstreymoy

Væntandi verður pláss fyri 20-25 fólkum í nýggja ellis- og røktarheiminum. Ætlanin er at grava út í apríl í komandi ári og síðani skal tað ganga slag í slag

Nú er ætlanin at byggja eitt ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy.

Frammanundan eru ellis- og røktarheim í øllum sýslunum í Føroyum uttan í Norðurstreymoy, men tað verður so farið undir tað nú.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, sigur, at bygginevnd er vald og at farið verður til verka nú.

Hon sigur, at eitt mál, sum er eftir at loysa, er at fáa greiði á, hvussu útreiðslurnar ímillum landið og kommunurnar skulu býtast.

? Nú er so langt síðani, at ellis og røktarheim er bygt í Føroyum seinast, at tann fíggingarhátturin, sum tá varð brúktur, kann ikki brúkast enn, sigur hon.

Hon sigur, at saman við kommununum skal m.a. greiða fáast á, hvussu stóran part av byggingini, hvør parturin-kommunurnar og landið-skal betala, og, hvussu stóran part av rakstrinum, tá ið tað er liðugt.

Sjálv heldur hon, at báðir partar eiga at vera uppi í sjálvari byggingini, tí tá heldur hon at útlitini til at fáa ein væl gjøgnumhugsaðan stovn, eru best, heldur enn at byggja.

Hinvegin er ætlanin, at landið skal yvirtaka raksturin av øllum eldraøkinum, samstundis sum barnaansingin verður løgd út til kommunurnar.

? Tað fer at geva okkum møguleikar at samskipa tænasturnar á økinum, m.a. at skipa eitt samstarv ímillum ellis- og røktarheim, sambýli, heimarøkt o.,s.fr.

M.a. verður hugsað um at fáa tær ymsu tænasturnar at samstarva um eina døgntænastu.

Hinvegin ivast Helena Dam á Neystabø ikki í, at framtíðin verður, at kommunurnar koma at átaka sær størri fíggjarligar skyldur á almannaøkinum.

?Men tað haldi eg eisini, at tær eru sinnaðar til, sigur Helena Dam á Neystabø.

Bygginevndin skal nú lýsa byggiætlanina, siga, hvussu stórt tað skal vera, hvussu tað skal byggjast, og, hvar tað skal vera.


Byggjast í Hvalvík

Í nevndini, sum fyrirreikar byggingina, sita Jógvan Mørkøre í Hósvík, sum er formaður og Heðin Zachariasen í Streymnesi, sum báðir umboða felagskommununa í Norðurstreymoy. Triði nevndarlimurin er Kristian Rasmussen í Kollafirði, sum umboðar Almanna- og heilsumálastýrið.

Jógvan Mørkøre sigur, at spurningurin um ellis- og røktarheim í Norðurstreymoy hevur verið frammi fleiri ferðir.

Ein nevnd við umboðum úr felags kommununi hevur arbeitt við spurninginum og hevur samráðst við landsstýrið um at fáa eitt slíkt heim í økinum.

?Eitt nú skeyt eg upp at taka gomlu hvalastøðina við Áir til endamálið.

?Tað helt landsstýrið kortini ikki vera eitt gott hugskot.

? Men síðani hevur tað verið eitt gott og positivt samskiftið við Almanna- og heilsumálastýrið og hesa síðstu tíðina hevur tað gingið skjótt.

Og nú er upprunaliga nevndin broytt og umskipað til at verða ein bygginevnd.

Jógvan Mørkøre sigur, at samstundis hevur Hvalvíkar Kommuna bjóðað bygginevndini eitt grundstykki at byggja heimið á, og nevndin hevur tikið av tilboðnum.

Í felags kommununi er Hósvíkar Kommuna, Hvalvíkar Kommuna, sum eisini umfatar Streymnes og Nesvík, Sunda Kommuna, sum er Oyri, Oyrabakki og Norðskáli, Haldarsvíkar Kommuna, sum eisini umfatar Tjørnuvík og Langasand og at enda Gjáar Kommuna.

Í øllum tí stóra økinum har um leiðir er tað sostatt bara Eiðis Kommuna, sum eisini umfatar Ljósá og Svínáir, sum ikki er í felags kommununi.

Men Jógvan Mørkøre sig-ur, at hóast tað er felags Kommunan, sum arbeiðir við málinum, er ikki sagt, at ikki eisini fólk aðrastaðni frá kunnu fáa pláss á nýggja ellis og røktarheiminum.


Grava út komandi ár

Jógvan Mørkøre sigur, at ætlanin er at arbeiða skjótt.

? Vit hava sent kommununum í felagskommununi umsókn um pening at byrja fyri, og tað verður viðgjørt nú.

? Ætlanin er at fara undir projektið beinanvegin. og ætlanin er at grava út í apríl komandi ár.

Formaðurin í bygginevndini væntar ikki, at heimið verður liðugt komandi ár, men stórt longri enn tað, skuldi tað ikki tikið, um alt gongur eftir vild.

? Ætlanin er í hvussu so er, at tað skal ganga slag í slag.


Heim til 20-25 fólk

Hann sigur, at tað er ikki endaliga gjørt av, hvussu stórt heimið skal vera.

Men fyribils verður tosað um eitt heim til eini 20-25 fólk.

Sjálvur metir hann, at tørvur er á einum 20 Ellis- og røktarheimsplássum í kommununum í felagskommununum.

Upprunaliga hevði felagskommunan miðað eftir at bygt eitt heim til eini 40 fólk, men tað góðtók almanna og heilsumálastýrið ikki.

Og eitt heim til 20-25 fólk eru tey eisini nøgd við, sigur hann.