Gomul fólk vilja ikki avbyrgjast

Á pallborðsfundinum í sambandi við Eldradagarnar í farnu viku kom fram, at gomul fólk vilja ikki avbyrgjast í bústaðarøkjum fyri seg. Húsalánsgrunnurin, ið hevur ætlanir um at byggja eldraíbúðir, er farin undir ein kanning av, hvat fyri bústaðarmynstur tilkomnir føroyingar ynskja

Í Eldraárinum, sum nú er farið at halla, hevur nógv verið tosað aftur og fram um vantandi bústaðarmøguleikarnar hjá gomlum í Føroyum. Eitt er, at fleiri hundrað fólk bíða eftir at sleppa á ellis- og røktarheim ella sambýli. Annað er, at tey, ið eru komin væl til árs og ynskja at flyta úr húsinum í eini minni, tryggari og betur egnað hús, hava lítlar og ongar møguleikar sum er.

Í Klaksvík er ein ítøkilig ætlan um bygging av eldraíbúðum, og í Havn var fyri nógvum árum síðani ein slík ætlan á Skálatrøð, sum tykist antin at vera slept ella at vera útsett langt inn í framtíðina.

Á pallborðsfundinum í sambandi við Eldradagarnar í Norðurlandahúsinum seinasta hósdag, bóru fleiri áhoyrarar upp á mál, at tað er sera óheppið at avbyrgja gomul fólk í bústaðarøki fyri seg. Víst varð á, at frægasta loysn fyri allar aldursbólkar er, at íbúðarbygging gevur rúm fyri øllum, barnafamiljum, tilkomnum fólki eins og pensjónistum.

- Yngri og eldri fólk koma meiri hvør øðrum við, tá ið tey búgva í sama umhvørvi. Vit gomlu gleðast um at síggja grannabørnini vaksa til, tað styrkir okkum gomlu, tí vit vilja liva mitt í verðini, sum øll onnur. Mín áheitan á myndugleikarnar er tí ikki at avbyrgja okkum, tí vit vilja ikki beinast burtur, segði Edith í Jákupsstovu á fundinum.

Marjun Sigurðsdóttir, ið eisini var millum áhoyrararnar, vísti á, at hon hevði merkt eina stóra mótstøðu frá Tórshavnar býráð, tá ið hon royndi at loysa egnan íbúðartrupulleika.

- Eg fekk at vita frá býráðnum, at økið Millum Gilja var ikki ætlað eldri fólki. At fólk soleiðis verða atskild, er ikki eitt gott hugskot. Vit, ið gerast eldri, eiga at verða spjødd um í kommununi sum øll onnur.


Bústaðarkanning

Hesi sjónarmið eru ikki fremmand fyri Jóannes Dalsgarð, stjóra í Húsalánsgrunninum. Húsalánsgrunnurin hevur í umbúna at byggja eldraíbúðir í Havn, ætlanin er komin væl áleiðis, men áðrenn hon verður veruleiki, skal ein kanning gerast um, hvat bústaðarmynstur fólk eldri enn 55 ár í Føroyum ynskja sær.

- Grunnurin hevur ikki í hyggju at avbyrgja gomul fólk, og sjálvur havi eg gleði av at búgva í einum íbúðarøki, har fólk í ymiskum aldri búgva. Men vit sakna alternativ uppskot, at vita nærri, hvør tørvurin veruliga er, hvussu fólk ynskja ognarviðurskiftini, og annað. Eftir mínum tykki er frægast at byggja smærri eindir, segði Jóannes Dalsgarð á pallborðsfundinum.

Í hesum mánaðinum verða spurnarbløð send út til øll fólk eldri enn 55 ár um alt landið. Uttan at uppgeva navn, verða fólk spurd um ymisk viðurskifti, hvør fremsta orsøkin er til, at tey ynskja annan bústað, hvat slag av bústaði talan kann verða um, ognarviðurskifti, pensjónsviðurskifti, og annað. Alt spurningar, sum skulu geva Húsalánsgrunninum eina meting av, hvønn tørv føroyingar hava á bústaði á eldradøgum.

- Ikki fyrr enn vit hava fingið eina afturmelding frá fólki, vita vit, hvat fyri bústaðarmynstur fólk ynskja, segði Jóannes Dalsgarð.