Innskot og annað gott

NEYVAN finst nakað, sum føroyingar eru so samdir um, sum hetta við føroyskum sendingum í sjónvarpinum. Hvussu oftani hoyra vit ikki fólk ?gremja? seg um, at tað eru ov fáar føroyskar sendingar í sjónvarpinum. Og vit hava eisini hoyrt leiðslu og nevnd siga aftur og aftur, at hetta við føroyskum sendingum er nakað, ið verður prioriterað hægst. So kann ein spyrja, hvat slag av føroyskum sendingum.T.d. er Dagur og Vika ein føroysk sending. Tað fólk hugsa um er helst fyrst og fremst nakað mentanarligt og siðsøguligt ella rættari, tilfar frá okkara vanliga gerandisdegi.

TÁ so okkurt gott er hava vit lyndi til at taka tað sum eina sjálvfylgju. Vit líkasum duga ikki nóg væl at virðismeta tað, sum vit leingjast eftir og meta høgt. Tí vilja vit her geva sjónvarpinum eitt herðaklapp fyri sendingar sum Innskot og Basalt. Hesar báðar seinastu um rithøvundan Alexandur Kristiansen og Kate Sanderson, sum starvast á uttanríkisdeildini í Tinganesi. At fylgja skaldinum í Fuglafirði var bæði áhugavert og hugvekjandi. Tú fær eina kenslu av, hvussu ríkt land okkara er. Hóast vit bert eru 45.000 menniskju, so eru her so mangir einstaklingar, sum skapa nakað. Sendingin í Sjónvarpinum herfyri um listamannin Ingólv av Reyni var ein perla í so máta, og gævið almennu Føroyar tvs. okkara politikarar góvu slíkum gætur og vóru við til at fáa hatta sjónvarpið á fíggjarlógina. Vit tosa jú um mentan og um at kunna bæði varðveita og menna tað, sum er so livandi og skapandi. At kunna geva hetta aftur til komandi ættarlið hevur eisini ómetaliga stórt virði.

INNSKOTIÐ hesaferð var eisini áhugavert, tí ?offurið? reisti mangar sera áhugaverdar og relevantar spurningar. Eitt nú hví vit føroyingar vilja dylja sum mansmorð, at grindadráp er ein partur av okkara mentan men nakað, sum vit ikki ætla at sleppa. Mentan og orðaskifti eru tey ting av somu søk. Tey hoyra saman. Tí er tað bæði rætt og gott, at vit fáa føroyskar sendingar í sjónvarpinum, sum viðgera hesi evni.

ÚTVARPIÐ er farið undir nýggjar sendingar í vetur og ein teirra snýr seg um komandi stórmál so sum ríkisrættarligu støðuna og oljuna. Sjónarmiðini hjá Eyðuni Andreassen og Hermann Oskarsyni vórðu áhugaverd. Meira av hesum. Útvarpið er ideelt til orðaskifti. Tí undrar tað mangan, at tað ikki verður gjørt meira burtur úr júst hesum tátti í ÚF. Her átti at verið pláss fyri alternativum kjaksendingum, har tit antin fara út við mikrofonini ella heinta inn fleiri fólk. Hetta er ein hendigarrík tíð og eisini álvarslig. Tí eigur ikki minst almenna kjakið at fáa høgan prioritet í ÚF.

TÁ hetta er sagt, vilja vit endurtaka, at bæði SVF og ÚF eiga at koma á fíggjarlógina. Tá hugsað verður um, hvussu stóran týdning flest allir føroyingar halda hesar miðlar hava fyri okkum sum fólk og tjóð, so er tað ikki rætt, at teir skulu fara út á tann annars avmarkaða lýsingamarknaðin at fíggja sín rakstur. Hetta rakar teir skrivandi miðlarnar, sum eisini mugu hava eitt tilverugrundarlag. Bløðini eru ikki og skulu ikki beinleiðis á fíggjarlógina, tó at tað almenna her eins og í okkara grannalondum átti at stuðlað eitt nú útbering. Hetta er ikki annað enn náttúrligt, tá hugsað verður um, at bløðini eisini hava eina samfelagsligu uppgávu at røkja. At ÚF nú eisini er farið at fáa fyritøkur at sponsorera sendingar er við til at máa støðið undan bløðunum.