Hjemme, og tú fortaldi um gamlar dagar, tá ið tú komst til Æðuvíkar at búgva. Og tá eg fór heim, segði tú »nú mást tú hjálpa mammu tíni so væl, Jesus verið hjá tær«. So stóð tú í hurðini, til eg var farin [...] hvørja løtu, at tú fert at koma inn at vita, hvør er har. Hvørja ferð okkurt gongur fyri seg í lívi okkara, hugsa vit um, hvat tú hevði sagt um tað. Tú passaði altíð so væl upá okkum, tú var so góð við [...] tung boð at fáa, at tú var deyð, bert tveir dagar áðrenn eg skuldi koma heim til jóla. Tað var ringt ikki at sleppa at heilsa uppá teg bert einaferð áðrenn, fyri at siga farvæl. Tú hevur verið saman við systkjum
um leistin, og Fíggingargrunnurin hevur framt søluna eftir politiskt avtalaða leistinum. - At bankin kanska kundi verið seldur fyri meira um valt var at selja allan til t.d. ein strategiskan íleggjari, [...] prospektarbeiðið, og tað vita allir politikarir, sum hava lisið tað eisini. - Hetta er gjørt í tráð við leistin, metir Johan Dahl, ið tó heldur, at tað ber til at fýlast á býtinum millum privatar og strategiskar [...] Johan Dahl, tað kundi bara verið fyribyrgt, um søluleisturin var ein annar ella prosentbýti eitt annað. - Fíggingargrunnurin hevur selt bankan, sum politiski viljin var , so har vendist ikki aftur. Johan
stendur. Ella at hann ikki hevur nakra støðu. Tørvur er einum flokki sum hevur greiða støðu til loysingarspurningin. Einum flokki sum hevur greiða støðu til fosturtøku. Einum flokki sum hevur greiða støðu [...] flokkum í Føroyum. Og so einum afturat, sum letur seg brúka til hvat sum helst. Sig mær hvørjum tú kemur saman við og eg skal siga tær hvør tú er, sigur gamalt orð. Ikki gevur tað Tjóðveldisflokkinum gott [...] eingari ella ógreiðari floksskrá. Teir hava tí syndrast eftir stuttari tíð, hóast onkur av teimum hevur havt hampuliga undirtøku, og fingið menn á ting. Í dag laga flokkarnir skránna eftir hvat ið hildið
skúladagarUmroking til klokkutímarPultstímar til fólkaskúlanTímar givnir skúlum tilsamans 2739,645/6013.02816.052 [27 * 39,6 * (45/60) * (13.028/16.052)] = 651 tímar við pultin Tímatalið hevur Fíggjarmálastýrið [...] "Ráðlegging Fólkaskúlans" fyri skúlaárið 1998/1999. Hvussu lisið verður í Fíggjarmálastýrinum, um tað kanska er við serligum brillum, ella talan er um beinleiðis talreingjan, veit eg ikki, men í talvu [...] ikki er búgvin til at taka skúlaleiðarar burtur úr vanligu sáttmálasamráðingunum hjá Lærarafelagnum. Fyri mær at síggja, eiga teir ongan góðan. Ikki tí. Semingsuppskotið leggur upp til eina umflokking
føroyingar taka undir við. Higartil hevur ikki gingið serliga væl at samla kreftirnar. Landstýrið hevur sagt hvat tað vil, og um tú ikki hevur tikið undir við tí, hevur verið loyvt at kalla teg bæði líkt [...] farin at lúgva fyri fólki, men hann hevur helst bara ikki lisið fíggjarlógina nóg væl. Høgni Hoydal sigur í greinini, at í 1998, 1999 og 2002 fer mest sum allur blokkurin til at gjalda rentur og skuld við, [...] álum hevur lagt, er við at forkoma tí søguliga møguleikanum. Vit vita hvussu gekk við linjuni hjá Edmund Joensen. Hansara noktan av veruleikanum á ríkisrættarliga økinum, var størsta orsøkin til, at vit
uttan mun til um tey skumpa onnur til síðis, traðka á onnur ella hvat tað skuldi verið. Ikki illa meint, men ti tey eru málrættað. Tað kann vera fyri tey sjálvi, tað kann vera fyri arbeiðsplássið ella bæði [...] velja ella um hvat sum ger ein egnaðan til hesa premiu. Sjálvsagt undrist eg meira og minni - tí ávís leiðslubrøgd eru sjónligari enn onnur, og við tí í mentu, at leiðsla er so nógv ymiskt. Men ert tú ein [...] tá eg komi for seint”. Ella hann er dugnaligur, ti hann gevur mær stuðul og arbeiðsumstøður, sum loyva mær at veksa við uppgávuni og tann vegin geva aftur til arbeiðsplássið. Ella hvussu vurdera vit? Tað
tingfólk taka seg saman og eisini hjálpa til her í samfelagnum. Við avtøku av ferðastuðulinum kann sparast 3-4 millionir. Vilja tit tingfólk ikki spara ella hvat? Ella eru tit bara meira líka enn vit onnur [...] fyri at koma á ting, er at vera fólkavaldur. Tað er einki krav at ein hevur lisið hasar bøkurnar, tikið hasa útbúgvingina ella havt tað starvið. Løgtingsfólk skulu umboða okkum og frambera okkara hugsjónir [...] politisku hugsjónir! Men kanska hugsjónirnar ikki røkka longur enn til matarlepan hjá summum. Um løn skal vera drívmegin, so hava hesi vælsignaðu ella annað fólkavaldu dyggiliga misskilt okkurt. Einasta treyt fyri
hann tekur við, seta honum nakrar spurningar. Hevur tú fyrireikað teg til nýggja starvið - Tað er nokk ikki fyrr enn nú, at ein veruliga fær sett seg inn í, hvat starvið inniber, og tað fari eg at gera. Fyrstu [...] Allan Skaalum, sum ikki reiðiliga visti hvat hansara fyrsti dagur í starvinum fór at hava við sær, men hann gleðir seg at hitta fólkini og at byrja í starvinum. Tú hevur fjølbroyttar starvs- og leiðsluroyndir [...] frá 1991. Hann hevur starvs- og leiðsluroyndir innan bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin. Allan Skaalum hevur verið vinnukundaráðgevi í Føroya Banka síðani 2001. Áðrenn hetta hevur hann verið stjóri
sjálvur vera við. Eitt sindur løgið, tí smædni er ikki tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú lítur aftur á alt tað, Frits hevur avrikað ella sett í gongd. Møsniskúlin. Og kanska eru nógvu avrikini eisini úrslit [...] sum hevur longri haldvirði, enn tað, tey skulu brúka beint her og nú. Tey vera takksom fyri tað seinni. Tað eri eg vísur í. Ungdómurin rodnar ikki. Frits hevur ein serligan eginleika til at vera til staðar [...] teimum arbeiða meir harmoniskt saman. Hevur tú ikki lagt merki til tað?, spyr Frits, sum týðiliga er vorðin heitur og rørdur av hesum tónleikaprátinum. Orðini røkka ikki til longur, so í staðin fyri at tosa
Lutakast hevur verið til innleiðandi umfarið og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið í kvøld. Størsti dysturin er helst grannauppgerðin í Gundadali, har HB og B36 longu skulu møtast í 1. umfari. Les [...] Les eisini: Lutakastið - Tað er fínasta slag. Skalt tú í finaluna, so skalt tú vinna á øllum. Vit kundu sikkurt fingið eitt lættari lutakast, men so hava vit møguleikan at sláa teir úr steypakappingini [...] - Um vit so fingu eitt nú Royn ella okkurt av hinum liðnum úr lægri deildunum, so høvdu vit fingið ein torføran dyst í 2. umfari alíkavæl, sigur Símun, sum gleðir seg til grannauppgerðina. Gamalt var, at