Søguligi møguleikin!

Høgni Hoydal skrivar, í Dimmalætting 13. mars, um ein søguligan møguleika, sum nú stendur okkum føroyingum í boði.

Jú tað er helst rætt, at vit í dag hava ein søguligan møguleika. Vit eru komin hartil, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir, at vit taka við størri ábyrgd av okkara landi, og hendingarnar seinastu árini vísa, at tað er neyðugt

Høgni Hoydal skrivar, í Dimmalætting 13. mars, um ein søguligan møguleika, sum nú stendur okkum føroyingum í boði.

Jú tað er helst rætt, at vit í dag hava ein søguligan møguleika. Vit eru komin hartil, at ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir, at vit taka við størri ábyrgd av okkara landi, og hendingarnar seinastu árini vísa, at tað er neyðugt.

Søguligi møguleikin er so, at vit við góðum treysti og eldhuga fara undir tær avbjóðingar, sum tann økta ábyrgdin krevur, og um vit skulu klára avbjóðingarnar er sera avgerðandi, at vit standa saman soleiðis, at tað er eitt projekt, sum flest allir føroyingar taka undir við.

Higartil hevur ikki gingið serliga væl at samla kreftirnar. Landstýrið hevur sagt hvat tað vil, og um tú ikki hevur tikið undir við tí, hevur verið loyvt at kalla teg bæði líkt og ólíkt. Spurningur er so, um kompromisleysa linjan, serliga landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur lagt, er við at forkoma tí søguliga møguleikanum.

Vit vita hvussu gekk við linjuni hjá Edmund Joensen. Hansara noktan av veruleikanum á ríkisrættarliga økinum, var størsta orsøkin til, at vit í dag hava eitt landsstýri, sum hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu úr ríkisfelagskapinum. Høgni Hoydal?sa alt ella onki politikkur er nú við at forkoma søguliga møguleikanum. Tá Høgni Hoydal sigur, at fullveldisprojektið er ein satsningur og, um tað ikki eydnast at fáa fullveldi hesaferð, so er betur at vit venda aftur til amtstøðuna, so er ringt at fáa eyga á hvussu vit skulu røkka tí søguliga møguleikanum.

Ein fyrsta treyt fyri, at vit røkka er, at viðgerðin er saklig, men tað sær út til, at Høgni Hoydal gongur skjótt skeiva vegin. Um tað er tí, at hann er um at missa vónina um, at loysingin skal koma nú, og tí vil forða fyri at nakað hendir, ella tað bara er frustratión yvir, at tað kanska er onkur annar flokkur, sum hevur eitt betri boð uppá framtíðarstøðu Føroya í ríkisrættarligum høpi, er ringt at vita.

Greinin um søguliga møguleikan fór heilt av sporinum, og um eg ikki altíð trúði uppá tað besta í menniskjanum, hevði verið nærliggjandi at hugsa, at Høgni Hoydal nú beinleiðis er farin at lúgva fyri fólki, men hann hevur helst bara ikki lisið fíggjarlógina nóg væl.

Høgni Hoydal sigur í greinini, at í 1998, 1999 og 2002 fer mest sum allur blokkurin til at gjalda rentur og skuld við, og hann heldur fram, at um fólk ikki trúgva tí, hann sigur, so kunnu tey bara hyggja í fíggjarlógina.

Tað er heldur ikki heilt skeivt sum Høgni Hoydal sigur, men hann sigur bara ein part av sannleikanum, tí tað er nevniliga ikki allur blokkurin sum fer til at gjalda skuld við. Um hugt verður eftir tí postinum á fíggjarlógini, sum eitur ?Útvegan? sæst, at í 1998 komu 270 av milliónunum, sum skuldin varð goldin við, frá nýggjum lánum, og har stendur eisini, at fyri 1999 er somuleiðis ætlanin, at 270 mió. skulu koma frá nýggjum lánum, og tað sama er galdandi fyri 2002.

So orsøkin til, at vit kunnu gjalda rentur og skuld við einari upphædd, sum er líka stór sum blokkurin, er at vit taka nýggj lán. Og fyri hini árini vísur Høgni Hoydal?sa egna roknistykki, at nógvir pengar resta í.

Tá Høgni Hoydal sigur, at vit kundu verið blokkin fyri uttan, um vit onga skuld høvdu, so er tað altso ikki rætt.

Sum um Høgni Hoydal visti, at tað hann sigur ikki er rætt, endar hann greinina við at spyrja ?Hvat megna vit sjálvi at gjalda??

Tað er ein góður spurningur og um vit hyggja í fíggjarlógina, er lætt at síggja, hvussu hevði sæð út hjá Landskassanum, um ongin blokkur var og heldur ongin skuld.

Niðanfyri er eitt brot úr fíggjarlógini:


sí talvu niðanfyri


Vit síggja at samlaðu útreiðslurnar uttan rentur og avdráttir eru:(2.489.985-33.056+138.750) tús.kr.=2.596 mió.

Intøkurnar uttan blokk og rentur: 2.073 mió.

Uttan skuld og blokk mangla á fíggjarlógini: 523 mió.

Hetta vísur týðuliga, at fitt er eftir á mál, áðrenn vit sjálvi fíggja rakstur og íløgur hjá landskassanum. Og tá skal man eisini minnast til, at hetta er við sera góðum fiskiskapi og prísum.

Haraftrat koma tær útreiðslur, sum staturin hevur í Føroyum, har ein stórur partur verður nakað sum landsskassin kemur at bera.

Teir pengarnir, sum koma inn í samfelagið sum blokkur, skapa eisini eitt økt virksemi í landinum, sum geva landskassanum skatta ? og avgjaldsinntøkur, so um blokkurin ikki var, høvdu inntøkurnar hjá landskassanum ikki verið 2.073 mió, men nógv minni.

Tað er sjálvsagt eitt størri arbeiði at finna út av hvussu hetta hongur saman, men so einfalt sum Høgni Hoydal vil gera tað til er tað altso ikki, tí ein inntøkuskapan ? multiplikator ? er í øllum førum í blokkinum, tað eru vit væl samd um.

Alt hetta byggir jú eisini á, tað rættuliga naivu uppfatan, at um vit loysa og harvið siga blokkstuðulin frá okkum, so hvørvur skuldin eisini. Tað er tó ikki serliga sannlíkt.

Sakligheitin hjá Høgna Hoydal kann sostatt verða á einum nógv hægri støði, men higartil er tað bara gingið skeiva vegin, men vit mugu helst liva í vónini.

Søguliga roknistykkið hjá Høgna Hoydal minnir meg um Klaksvíkskingin, sum royndi nýggja avhøvdaran. Hann segði: ?Snilt, snilt? áðrenn hann kappaði fingrarnar av.


Keypmannahavn

22. mars 1999