Mín seinasta heilsan til ommu mína

Esther Davidsen

Tað vóru eini tung boð at fáa, at tú var deyð, bert tveir dagar áðrenn eg skuldi koma heim til jóla. Tað var ringt ikki at sleppa at heilsa uppá teg bert einaferð áðrenn, fyri at siga farvæl.
 
Tú hevur verið saman við systkjum mínum og mær, síðan vit vóru borin í heim, og tað kennist so tómt nú, tú ikki ert her longur. Tá ið telefonin ringir, fangar man seg í at hugsa, at tað mann vera tú, sum ringir og vilt vita, um Vár er komin heim. Og tá vit eru niðri hjá Esther, væntar mann hvørja løtu, at tú fert at koma inn at vita, hvør er har. Hvørja ferð okkurt gongur fyri seg í lívi okkara, hugsa vit um, hvat tú hevði sagt um tað. Tú passaði altíð so væl upá okkum, tú var so góð við okkum og vit við teg.
 
Frá tí at eg var heilt lítil, ringdi tú og segði frá, at nú hevði tú gjørt súpan, tí tú visti, at tað dámar mær so væl, og meðan eg át, plagdi tú at syngja »hví man tað vera so hugnaligt í kvøld«. Sjálvt tá ið eg bleiv eldri og byrjaði at arbeiða í Havn, ringdi tú og vildi vita, um eg kom heim til Æðuvíkar, tí tú hevði gjørt súpan og vildi goyma mær eitt sindur, um eg ikki kundi koma.
 
Tú gekk altíð og stákaðist og borðreiddi fyri okkum sjálvt um nógv av okkum eru vaksin, vildi tú ikki, at vit skuldu gera nakað sjálvi, vit skuldu sita og bíða, til tú hevði givið okkum.
 
Tú vart altíð glað og smílandi, og tá ið eg kom oman at vitja, sótu vit og deildu Familie Journalen og Ude og Hjemme, og tú fortaldi um gamlar dagar, tá ið tú komst til Æðuvíkar at búgva. Og tá eg fór heim, segði tú »nú  mást tú hjálpa mammu tíni so væl, Jesus verið hjá tær«. So stóð tú í hurðini, til eg var farin úr eygsjón. Tá vit hoyggjaðu, bakaði tú okkum pannukøkkur, og húsið var fult av fólki, tí tínar pannukøkur vóru tær bestu og okkum dámdi so væl at vera hjá tær.
 
Eftir at abbi doyði, plagdu Trúgvi, Bjarti ella Vár at sova hjá tær, um Ib var til útróðrar, so tú ikki skuldi kenna teg einsamalla. Tey sakna teg so ótrúliga nógv - eisini Jógvan, sum var hjá tær hvønn dag. Og nú tá ið Hugo og Anna eru blivin foreldur, hugsa vit øllum um teg og hvussu spent, tú hevði verið.
 
Tú var ein so ótrúliga stórur partur av lívi okkara - bæði systkjum mínum, Jógvani, mær og ikki at gloyma foreldrum mínum og Ib.
 
Vit fara altíð at sakna teg og gleðast um, at vit ein dag síggjast aftur.
Selma