Fólkvald ella pengaglað?

Ferðastuðulin til tey fólkavaldu verður viðgjørdur á Løgtingi í hesum døgum. Nógv er tosa og nógvir eiðir, eru nokk eisini havdir á lofti.

Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi


Upp á tíðina siga flest øll, men bíða nú, hvussu er kjakið á tingið?
Skjótt fór kjakið yvir í lønina hjá teimum fólkavaldu. Barður Nielsen segði, at man fær tað, sum man betalir fyri. Hvussu skal hetta skiljast? Er støðan í landinum so gysilig tí at løgtings- og landstýrissfólk fáa so lítið í løn?
Rodmundur Nielsen hevði at “smørholinum” Tórshavn. Bill Jusitinussen brúkti orð sum øvundsjúka um uppskotstillaran. Segði at talan var ikki um ferðastuðul, men kostnaðarendurgjald. Ok? Og hvat so, tað er framvegis at halda vanliga borgaran fyri stóra rukku at tey fólkavaldu skulu fáa 5-10 ferðir so nógv í ferðastuðul........, orsaka kostnaðarendurgjaldið eitur tað. Hevði gjarna vilja sæð kvittanir fyri bensin ella diesel, sum kostnaðarendurgjaldið skal eitast at vera fyri.
Helgi Abrahamsen roynir at sláa tað upp í glens, at vit taka frá vinstra lumma og koyra í høgri, fyri síðani at gera akkurát tað øvugta enn einaferð.
Sá enntá at onkur tók vaskiklæðini hjá tingfólkum í Tórshavn við upp í kjakið. Og eg sum helt at tað skuldi kjakast fakliga og sakliga í Løgtinginum.

Lønin
Nú hevur Bárður Nielsen verði fíggjarstjóri. So átti hann at vita, at flestu arbeiðsáttmálar hava lønarstigar. Um vit fylgja hansara tankagongd, er tað uppá tíðina at vit innføra lønarstigar.
Latum okkum vera erlig her, nýggju tingfólkini siga tað eisini javnan, tey eru óroynd. Hví skulu so óroynd fáa somu løn, sum tey royndu? Vit fáa jú tað sum vit gjalda fyri.
Ein møguleiki hevði verið at lønt eftir hvussu nógv valskeið tey fólkavaldu høvdu sitið. So fingu tey løn eftir royndum. Og so fingu vit eisini tað vit gjalda fyri.
At vera fólkavaldur er sjálvandi eitt tignarstarv og skal lønast hareftir, men tað hevði verið eitt hugskot at fylgt tankanum hjá Bárði Nielsen. Soleiðis arbeiðir arbeiðsmarknaðurin, so hví ikki Løgtingið?

Fólkavald ella starv?
Men eitt vil eg aldrin trúgva tá eg hoyri tað, og tíanverri havi eg hoyrt tað alt ov ofta, og aftur hesuferð. Um lønin er ikki nóg góð, aftra fólk seg við at stilla upp!
Og eg sum helt at man stillaði upp í politikki fyri at frambera sína politisku hugsjónir! Men kanska hugsjónirnar ikki røkka longur enn til matarlepan hjá summum. Um løn skal vera drívmegin, so hava hesi vælsignaðu ella annað fólkavaldu dyggiliga misskilt okkurt.
Einasta treyt fyri at koma á ting, er at vera fólkavaldur. Tað er einki krav at ein hevur lisið hasar bøkurnar, tikið hasa útbúgvingina ella havt tað starvið. Løgtingsfólk skulu umboða okkum og frambera okkara hugsjónir. Sjálvandi skulu tey hava løn, men tann dagin tey siga at lønin er avgerandi, so hava tey so dyggiliga misskilt okkurt, og best var at tey trektu seg aftur, og tað beinavegin! Vit borgara vilja hava tráan eftir politiskum hugsjónum, ikki tráan eftir pengum!

Aftur til ferðastuðulin
Tað tykjist fyri mær, sum at tingfólk ikki skilja øðina og frustratioinina hjá okkum deyðligu borgarum. Tað er ikki ein spurningur um øvundsjúku. Ikki ein spurningur um Tóshavn kontra bygd. Hetta er altso ein spurningur um fúlt órættvísi. Tey, sum hava langa leið til arbeiðis, kunnu søkja um ferðastuðul. Tingfólk fáa óansæð, hvørt tey vilja tað ella ei, 5-10 ferðir so stóran ferðastuðul. Og lágmarkið fyri okkum vanligu varð broytt í 2010. Kostnaðarendurgjaldið verður prístalsregulerða á hvørjum árið.
Vit vilja bara at tingfólk taka seg saman og eisini hjálpa til her í samfelagnum. Við avtøku av ferðastuðulinum kann sparast 3-4 millionir. Vilja tit tingfólk ikki spara ella hvat? Ella eru tit bara meira líka enn vit onnur?
Vil enda við orðinum hjá Bill Jusitinussen, einum mótstøðumanni fyri avtøku av ferðastuðulinum, og einum sokallaðum verja fyri tey veiku í samfelagnum.
Bill Jusitinussen í 2010 um lækkanina av ferðastuðulin til vanliga borgaran:
“Eitt land við visjónum hevði uttan iva hækkað hesa játtan sum eitt lið í einum
kreppupakka, men slíkar hava vit tíverri ikki í Føroyum.”