Nýggi sjúkrahússtjórin eitur Allan Skaalum og hann settist í stjórasessin í dag.
Nýggi stjórin gleðir seg at koma í gongd og hann er sjálvandi spentur, nú hann tekur við nýggjari avbjóðing, greiðir hann frá, tá vit kvøldið fyri, at hann tekur við, seta honum nakrar spurningar.
Hevur tú fyrireikað teg til nýggja starvið
- Tað er nokk ikki fyrr enn nú, at ein veruliga fær sett seg inn í, hvat starvið inniber, og tað fari eg at gera. Fyrstu dagarnir ganga óivað við tí. Men eg havi hugt eitt sindur í almenn skjøl, so sum roknskaparskjøl og onnur, sigur Allan Skaalum, sum ikki reiðiliga visti hvat hansara fyrsti dagur í starvinum fór at hava við sær, men hann gleðir seg at hitta fólkini og at byrja í starvinum.
Tú hevur fjølbroyttar starvs- og leiðsluroyndir. Koma hesar væl við nú?
- Jú, tað gera tær avgjørt. Tað eru jú eisini nógvir ymiskir starvsbólkar á Landssjúkrahúsinum, men í starvinum sum heild koma fjølbroyttu royndirnar væl við, sigur Allan Skaalum.
Eru viðurskifti á Landssjúkrahúsinum, sum tú kundi hugsað tær at broytt?
- Nógvar broytingar eru í gongd og tað leggur ein eisini til merkis, um ein hugsar um karmarnar. Og hvussu skjótt hetta gongur, veit ein ikki, men peningur verður settur av til slíkt. Men so eru tað eisini aðrar broytingar, ið eru í gongd, sum til dømis arbeiðið við talgildari journalskipan. Men um eg beinleiðis havi aðrar broytingar her og nú veit eg ikki, sigur nýggi sjúkrahússtjórin.
Nógvir stjórar
Stjórarnir undan tær hava verið nógvir og títtir. Starvið er áramálsset í 5 ár. Hvussu longi væntar tú at sita í stjórasessinum?
- Eg vænti at sita tey fimm árini. Tað er við tí í huga, at eg eri settur og tað er við tí í huga, at eg fari í starvið, sigur Allan Skaalum, og leggur afturat, at tað er rætt, at nakað av útskifting var eitt tíðarskeið, men at hetta nú er nakað síðani.
Hvussu væl kennur tú staðið, har tú nú er stjóri?
- Ikki betur enn fólk flest. Men síðani eg fekk starvið havi eg sjálvandi sett meg inn í ymisk viðurskifti. Men royndir og útbúgvingar verður helst tað, ið eg mest komi at halla meg at, sigur Allan Skaalum.
Nýggi sjúkrahússtjórin hevur ikki eina beinleiðis meting, tá hann verður spurdur um sína meting um, hvørt Føroyar bara eiga at hava eitt, ella tey núverandi 3 sjúkrahúsini.
- Eg eri settur sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og havi sum so ikki eina serstaka meining um hatta, sigur Allan Skaalum og takkar fyri, tá vit ynskja honum alt tað besta í nýggja starvinum.
FAKTA
Allan Skaalum er 43 ára gamal og útbúgvin cand.merc. innan leiðslu og marknaðarføring frá 1991. Hann hevur starvs- og leiðsluroyndir innan bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin.
Allan Skaalum hevur verið vinnukundaráðgevi í Føroya Banka síðani 2001. Áðrenn hetta hevur hann verið stjóri á ALS í 2 ár og stjóri í miðlafyritøkuni ReproZ í umleið 2 ár. Hann hevur eisini arbeitt sum búskaparfrøðingur í Oljufyrisitingini. Harumframt hevur hann royndir frá nevndararbeiði og sum semingsmaður.
Starvið sum sjúkrahússtjóri er áramálssett í 5 ár.