- Fínasta slag

Tað sigur Símun Samuelsen um at møta B36 longu í fyrsta umfari

Lutakast hevur verið til innleiðandi umfarið og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið í kvøld. Størsti dysturin er helst grannauppgerðin í Gundadali, har HB og B36 longu skulu møtast í 1. umfari.

 
Les eisini: Lutakastið


- Tað er fínasta slag. Skalt tú í finaluna, so skalt tú vinna á øllum. Vit kundu sikkurt fingið eitt lættari lutakast, men so  hava vit møguleikan at sláa teir úr steypakappingini beinanvegin, sigur Símun Samuelsen, ið spælir við HB.

 

Hóast møguleiki var fyri at møta eitt nú Royn, so letur Símun ikki illa at lutakastinum.

 

- Um vit so fingu eitt nú Royn ella okkurt av hinum liðnum úr lægri deildunum, so høvdu vit fingið ein torføran dyst í 2. umfari alíkavæl, sigur Símun, sum gleðir seg til grannauppgerðina.

 

Gamalt var, at HB var tiltikið steypalið, men tað er eftir hondini nøkur ár síðani. Sjáldan man eitt lið hava havt sterkari hóp enn HB hevur í ár, men trýstið at vinna í HB tyngir ikki Símun.

 

- Tað er altíð trýst á at vinna í HB. Eg haldi at spæla fótbólt uttan trýst hevði verið óáhugavert. Vit hava eitt fínt lið og vita hvat vit vilja. Landskappingin hevur sjálvandi hægstu raðfesting, men so er málið eisini at vinna steypakappingina, sigur Símun, ið hevur verið skaddur í longri tíð.

 

- Tað er ringt at siga nær eg verið klárur aftur. Tað verður ikki longu nú í stórsteypadystinum. Vit tosa um vikur heldur enn mánaðar - ella tað vóni eg. Eg kenni meg ikki kláran enn. Eg fái runnið og hildið meg í form, men tað eru nakrar rørslur, har eg framvegis kenni til pínu, sigur Símun Samuelsen at enda.