- Nú vita føroyingar, hvat yvirbjóðing er

Tað ber ikki til, at tingfólk fara út nú og finnast at bankasøluni, sigur Johan Dahl

EINSKILJING



- Tað er hyklarí nú at fara út spæla helligur.

So bersøgin er næstformaður Sambandsfloksins, Johan Dahl, um útsagnirnar hjá m.ø. fleiri av hansara samgongufeløgum, sum finnast at einskiljingargongdini í Føroya banka.

- Tað var politisk semja um leistin, og Fíggingargrunnurin hevur framt søluna eftir politiskt avtalaða leistinum.

- At bankin kanska kundi verið seldur fyri meira um valt var at selja allan til t.d. ein strategiskan íleggjari, tað bleiv eisini gjørt greitt í útgreiningini frá Fíggingargrunninum í samband við prospektarbeiðið, og tað vita allir politikarir, sum hava lisið tað eisini.

- Hetta er gjørt í tráð við leistin, metir Johan Dahl, ið tó heldur, at tað ber til at fýlast á býtinum millum privatar og strategiskar íleggjarar.

- Tað er óheppið, at tað bleiv soleiðis, at tann privati føroyingurin følir seg snýttan, men fakta er, at aðrir sum eru vanir at keypa og selja partabrøv hava verið varugir við at áhugin fyri bankanum bleiv stórur og hava tí lagt upp fyri í boðið uppá partabrøvini fyri at fáa stóran part at ætlaða keypinum og tí verður slík yvirbjóðing, sigur Johan Dahl.

Spurdur, um Løgtingið ikki kundi forðað fyri hesum, svarar Johan Dahl, tað kundi bara verið fyribyrgt, um søluleisturin var ein annar ella prosentbýti eitt annað.

- Fíggingargrunnurin hevur selt bankan, sum politiski viljin var , so har vendist ikki aftur.

Johan Dahl, metir at Fíggingargrunnurin eigur at greiða frá, hvussu tey hava valt sínar íleggjarar, m.a. hví stjóraranir í bankanum fingu ein stóran part av partabrøvunum, um teir og starvsfólkið hava fingið sama lutfall av teirra tekning sum øll onnur, tað má ikki kunna setast spurngartekin við hesi viðurskifti.




Verjir ikki Bárð




Spurdur, um Johan Dahl ikki verjir sín gamla partamann, Bárð Nielsen, við hesum sjónarmiðum sigur sambandstinglimurin:

- Nei, har er einki at verja. Tað er lítið at ivast í, at bæði Tjaldur og Jákup á Dul hava bjóðað 110%. Hevur Bárður so eisini verið í holt við Tjaldur, spyr Johan Dahl speiskliga.

- Nú vita føroyingar, hvat yvirbjóðing er, slær Johan Dahl fast, ið fegnast um, at áhugin er so stóru fyri bnakanum.

Hann heldur ikki nógv um at seta eina §19 kanning í verk.

- Hetta er at sláa politisk platt upp á hetta málið, sigur Johan Dahl.