Vinstrivongur ongan góðan

    

A. Guttormur Djurhuus
?????????????????


Lítil munur á flokkunum
Í samband við løgtingsvalið, hava útlendsk tíðindafólk vitjað. Eitt sum hevur gjørt tey bilsin, er at so lítil munur er á føroysku politisku flokkunum.
Sjálvur kann eg bert halda við tíðindafólkunum. Samgongusamráðingarnar aftaná valið, vátta bert at so er. Javnaðarflokkurin, sum leiddi samráðingarnar, helt at at tað kundi loysa seg at tosa við allar flokkar á tingi um samgongu. Eingin av flokkunum varð hildin at vera so langt frá Javnaðarflokkinum, at mett var at møguleikar fyri samstarvi ikki vóru til staðar.
Tjóðveldisflokkurin, sum var mettur at vera mest frælslynti flokkur í Føroyum, sat í undanfarna landsstýri í samgongu við tveimum av mest ófrælslyntu flokkum í Føroyum. Og so einum afturat, sum letur seg brúka til hvat sum helst. Sig mær hvørjum tú kemur saman við og eg skal siga tær hvør tú er, sigur gamalt orð. Ikki gevur tað Tjóðveldisflokkinum gott skoðsmál.
Sostatt kann staðfestast at føroyska polittiska skipanin er ein savnan konturleysum amøbulíkum flokkum, har lítið skilur.

Tørvur á nýggjum flokki
Omanfyri sagda vísir greitt at stórur tørvur er á flokki við greiðari skrá, sum uttan himpr og uttanumtos, torir og vil siga hvar hann stendur í týðandi spurningum. Ein flokkur sum stendur savnaður í etiskum og moralskum spurningum og ikki, sum nú er, noyðir hin einstaka limin at taka støðu á økinum, fyri at sleppa flokkinum undan at vísa hvar hann stendur. Ella at hann ikki hevur nakra støðu.
Tørvur er einum flokki sum hevur greiða støðu til loysingarspurningin.
Einum flokki sum hevur greiða støðu til fosturtøku.
Einum flokki sum hevur greiða støðu til samkynd.
Einum flokki sum torir at nema við ES-spurningin.
Einum flokki sum ikki vil vevja saman átrúna og politikk.

Tað verður av nógvum hildið at vit hava ov nógvar flokkar frammanundan. Men Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálstýrisflokkurin eru so líkir, at teir eins væl kundi verið ein flokkur. Munurin millum flokkarnar er minni enn munurin millum veingirnar í somu flokkum.
Fyri mær at síggja er munurin millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin minkaður burtur í lítið og einki. Tó hevur Fólkaflokkurin lættari við at skifta ham.
Miðflokkurin skarar einsamallur framúr við einum greiðum boðskapi. Við at fáa sess í undanfarna landsstýri, fekk hann møguleika at fáa boðskapin út, og er tað helst frágreiðingin til at hann hevði framgongd á valinum.

Vinstrivonguri slepptur uppá fjall
Sporadiskar royndir, við misjøvnum úrsliti, hava verið gjørdar at stovna nýggjar flokkar. Tað hava verið mótmælisflokkar við eingari ella ógreiðari floksskrá. Teir hava tí syndrast eftir stuttari tíð, hóast onkur av teimum hevur havt hampuliga undirtøku, og fingið menn á ting.
Í dag laga flokkarnir skránna eftir hvat ið hildið verður at fólk flest ynskja og halda og sum gevur flest atkvøður, heldur enn at flyta fram ein boðskap. Hetta er orsøkin til at flokkarnir eru farnir at líkjast so nógv hvørjum ørðum at tú sær ikki munin. Uttan at verða valdur á ting kann tú lítið gera. Tí verður dyrgt eftir atkvøðum, sum av røttum hava heima í ørðum flokkum. Ein ampi við demokratinum.
Lat okkum slíta tey bond sum heimastýrislógin hevur fjøtrað okkum í, kundi duna frá eini tjóðveldisrødd fyri nøkrum árum síðani. Í dag er røddin spøk og ljóðar: Latum okkum tøma heimastýrislógina.

Veljarafjøld uttan heimvist
Sum nú er, er helst stór veljarafjøld á vinstraveinginum heimleys. Ikki fyrr enn vit fáa javnvág á politisku skipanini, við einum flokki á vinstraveinginum, hava vit møguleika at byrgja uppfyri at afturhald og átrúnaðarlig fundamentalisma breiðir seg í samfelagnum.