lítlan mun broyttur við løgtingslóg, men er nógv heldur ein spurningur um uppaling, og hvat okkara menniskja sýn er. (Av tí, at eg var við at viðgera uppskotið um at skoyta rasismu uppí lógina og talaði [...] verður um, hvat er rætt og skeivt: Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. (Ongin av okkum er syndafríur [...] men vit kunna og skula áminna í kærleika og bøn um, at Gud við sínum anda vil sannføra okkum um, hvussu vit eiga at liva.«( (Fatar tú nú, hvussu langt við síðuna av tú ert? Tú ert ikki førur fyri at taka
í vinnunevndina. Men har hevur málið nú ligið í eitt hálvt ár, uttan at tað er avgreitt, og nú er tingið farið í summarfrí og sostatt fellur málið burtur. - Hetta er tað, vit kalla fyri at súlta eitt mál [...] samráðingarnar drógu út og nú tingið er farið til hús, eru tað framvegis fakfeløg, sum samráðast um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna, sigur Alfred Olsen. Hann ásannar eisini, at tað er ein trupulleiki, at [...] sína meining um málið. Vinnunevndin ásannar, at tað er ein trupulleiki, at skipini verða løgd so oftani, tá ið verkfall er. Tí heldur Vinnunevndin, at Løgtingið eigur at heita a? landssty?rið um at samra?ðast
samband við, at Nes kommuna nú tekur býarheiti. Fólkatalið í kommununi er farið upp um 1500, og tá kann ein kommuna taka býarheiti, sum eitt nú merkir, at bygdaráðslimirnir nú verða býaðslimir, og borgarstjórin [...] var 31,6 miljónir, sum er tað sama sum fyri einum ári síðan. - So, samanumtikið kann sigast, at kommunan er rímiliga væl fyri fíggjarliga, nú kommunan hevur eina lánibyrðu, sum er minni enn helmingurin [...] og segði, at Nes kommuna er frá 1. apríl 1967 og fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi. Menningin hevur verið øgiliga stór, og fólkatalið er støðugt vaksið, undantikið
so stóran tørv á at markera seg – um enn við rættiliga líkagyldugum málum. Og tað hendir, meðan stórmál liggja fyri framman – stórmál, sum skulu reformera – eitt nú fiskivinnan, ko [...] í Uttanríkisráðnum. Um vikuskiftið síðsta royndi Javnaðarflokkurin at skapa yvirskiftir við at latast sum um, at flokkurin lat seg freista av tilboð frá Tjóðveldinum um, at Eyðgunn Samuelsen [...] einum nøtuhylki: Sjónleikur og glantrileikur, sjálvdráttur og sundurlyndi. Hetta bendir á, at politikarar heldur vilja gera okkurt annað. Onkur vil látast sum um og vinna øðrum neisur
reisti spurningin, og tað vísti seg, at øll tóku undir við hugskotinum. Hann fegnast um, at verkætlan nú er komin so langt, at standmyndin verður avdúkað. Borgarstjórin vísir á, at pápi Peter Mohr Dam, Óla [...] Skopun. Maðurin er, sum flestum kunnugt, kendur úr føroyskum politikki gjøgnum mong ár sum eitt nú løgmaður og formaður Javnaðarfloksins. Kendur italiumaður hevur gjørt standmyndina, sum nú verður reist í [...] Dam, sum tríggjar mánaðir frammanundan hevði fylt sjeyti ár. Tað er ongantíð hent áður í politisku søgu Føroya, at ein sitandi løgmaður er deyður. Tey eru mong, sum knýta Peter Mohr Dam við Suðuroynna og
sum lukta av sildaveiði, so er vert at leggja til merkis, at buksupressarin stendur har hann skal. Men á kamarinum er onki barskáp. ? Nei, vit ætla okkum ikki at søkja um skeinkiloyvi, sigur fyristøðumaðurin [...] við pizzadoynum í niðastu hædd, so er tað hinvegin slutt við seyðarhøvdum og ræstum fiski á menukortinum í matstovuni uppi yvir. Hóast rótføroysk matmentan ikki longur er partur av Sjómansheiminum, so heldur [...] Og hann fær framvegis avsláttur í prísi. Ein prísur, sum er øktur við næstan 100%. Fyrr kostaði eitt einkultkamar 275 krónur fyri eina nátt. Nú er prísurin 440 krónur. Við blómuprýðinum frá Orkis, og við
higartil hevur verið javnaðarpolitikkur, tá talan er um spurningin um samband ella loysing. Tí hevur ein eisini hug at spyrja, hvar stendur Javnaðarflokkurin í hesum spurninginum í dag? tá loysingarfólk stilla [...] donsku stjórnina um loysing eftir eitt ávíst áramál, og hon var við til fundir í Keypmannahavn, har hon var ein av fremstu talskvinnunum fyri einum politikki, sum liggur rættuliga langt frá tí sum higartil [...] veruliga at taka undir við javnaðarhugsjónunum? Vit eru helst nógv sum eisini undrast yvir, at Javnaðarflokkurin nú tykist verða so rúmligur, at øll sum kunnu savna nakrar atkvøður kunnu sleppa á vallistan
kilometrar um tíman yvir eitt langt strekki upp á sjey kilometrar. So tá ið løgreglan steðgaði honum aftur inni í Eysturoynni, varð koyrikortið tikið á staðnum. Hann skal nú í rættin, men tað er væl trúligt [...] fyri at koyra 105 kilometarar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, onkur koyrdi 109 kilometrar um tíman, og ein varð tikin fyri at koyra 121 kilometrar um tíman, í óbygdum øki. Men serliga [...] Toftum var løgreglan á varðhaldi og steðgaði einum 50 bilførarum at vita um teir høvdu øll síni viðurskifti ílagi, eisini at vita um teir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Men har varð alt sum tað átti at vera
verið ótolin, nú hann í fleiri vikur hevur sitið á beinkinum í Sogndal. Tað hevur ikki verið at undrast á, tí landsliðsmaðurin valdi at fara út um landoddarnar at spæla fyri at royna, hvussu langt hann kundi [...] kundi koma sum fótbóltsspælari. Og hann hevur verið væl vitandi um, at talan so at siga var um eina endastøð, um hann framhaldandi fór at hita beinkin hjá Sogndal. Sunnukvøldið slapp Hans Fróði Hansen, sum [...] Teir hava 20 stig. Raufoss, sum teir vunnu á sunnukvøldið, er á fimta plássi, og Byåsen, sum teir spældu ímóti í gjárkvøldið, er á áttanda plássi. Um Sogndal fekk fulla úrtøku í gjárkvøldið, so fóru teir framum
Hinvegin, so er tað líka tápuligt at pástanda, at allir trupulleikar á útlendingaøkinum fara at rætta seg av sær sjálvum, um lógin verður føroysk. Spurningurin er ikki um lógarteksturin er skrivaður [...] teir eru til reiðar at broyta lógina, um ynski kemur úr Føroyum um hetta, men mær vitandi, er framvegis einki ynski farið avstað úr Føroyum hesum viðvíkjandi. Eg vísti somuleiðis á, at trupulleikin kann [...] , har eg skal hava sagt, at útlendingalógin er góð, tí hon er donsk. Víðari sigur hann, at sambandsmenn vilja ikki, at lógin verður føroysk, tí tað er ikki teirra politikkur, at vit skulu hava nakað