Leygarmorgunin var hátíðarløta í Tofta skúla við morgunmati til bygdafólkið og undirhaldi, og hetta var í samband við, at Nes kommuna nú tekur býarheiti. Fólkatalið í kommununi er farið upp um 1500, og tá kann ein kommuna taka býarheiti, sum eitt nú merkir, at bygdaráðslimirnir nú verða býaðslimir, og borgarstjórin verður býráðsformaður.
Eini 600 til 700 fólk vóru til hátíðarløtuna og Súni í Hjøllum, sum er maðurin, ið stendur á odda fyri Nes kommunu í dag, helt eina røðu við høvið. Borgari nummar 1500 í kommununi, Dagfinn Højgaard, varð heiðraður. Tað var í desember í fjør, at fólkatalið í kommununi fór upp um 1500, og borgari nummar 1500 gjørdist Dagfinn Højgaard.
Tað var á bygdaráðsfundi í januar, at avgerðin um at taka við býarheitinum varð tikin.
Í røðu síni til bygdafólkið leygarmorgunin segði Súni í Hjøllum seg kenna tað sum ein heiður og stóra gleði at ynskja so mongum vælkomnum til løtuna. Hann vísti á, at orðið kommuna merkir felagsskapur og segði, at Nes kommuna er frá 1. apríl 1967 og fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.
Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi. Menningin hevur verið øgiliga stór, og fólkatalið er støðugt vaksið, undantikið kreppuárini í 1990-unum. Fyri at fáa eina hóming av, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið, tók borgarstjórin fram nøkur hagtøl yvir gongdina í fólkatalinum:
1967: (841 fólk), 1990: (1153), 1992: (1149), 1996: (1072), 2007: (1248), 2016: (1261), 2018: (1280), 2021: (1399), 2022: (1452) og 2023: (1502 fólk)
- Í dag búgva 1510 fólk í Nes kommunu. So, fólkavøksturin hevur verið lutfalsliga øgiliga stórur seinastu árini.
Súni í Hjøllum helt, at Eysturoyartunnilin heilt víst havt sína ávirkan, men eisini tað, at í kommununi hava karmarnir fyri fjølbroyttari bygging verið til staðar, og her verður hugsað um sethús, íbúðir og skjótt eisini randarhús.
At Nes kommuna nú er býur, merkir formliga eisini, at borgarstjórin fær heimild til vígslu. Annars merkir hetta sum so ikki so nógv, helt borgarstjórin lítillátin fyri.
- Vit eru Føroya yngsti býur, men hava einki ímóti at verða skýrd eitt sindur bygdaslig, tí vit bæði vóna og vænta, at okkara felagsskapur verður merkt av, at fólk framhaldandi fara at halda væl saman og í felag taka tøk, sum eru til gleði og gagns fyri okkum øll.
Hann segði, at í Nes kommunu eru mong dømir um, hvussu ófatiliga nógv kann gerast í felagsskapi og góðum anda.
- Svangaskarð er ímyndin av, hvat kann gerast í góðum og gevandi felagsskapi. Í fótbóltsheiminum er Svangaskarð ikki bara kent í Føroyum, men langt út um landoddarnar. Svangaskarð er ein stórur partur av samleikanum hjá okkum, sum eru ættað hiðan av Toftum, Nesi og Saltnesi.
Súni í Hjøllum nevndi eisini Fríðrikskirkjuna, Tabor og Nebo sum dømi um, hvat felasskapurin kann fremja, tá fólk standa saman og ofra tíð og arbeiði uttan fíggjarligan vinning.
- Eisini skal ljóða ein hjartans tøkk frá okkum í býráðnum í Nes kommunu fyri alt tað ólønta arbeiðið, sum fólk gera í øllum okkara ítróttarfeløgum, sum so mangan standa seg væl í kappingum og umboða okkara kommunu so væl, at vit sanniliga eru errin av tykkum.
Borgarstjórin takkaði eisini hjartaliga fyri arbeiðið, sum verður gjørt í øllum áhugafeløgum og fyri barna- og ungdómsaarbeiðið, sum verður gjørt út frá kirkju, missión og samkomum annars.
So hvørt, sum fólkatalið er vaksið, eru beinleiðis skattainntøkurnar í kommununi eisini vaksnar munandi. Fyri at fáa eina hóming av hesum, nevndi hann nøkur hagtøl yvir skattainntøkurnar gjøgnum fleiri ár: 1967: (0,5 miljónir), 1990: 13,7), 1992: (11,2), 1996: (15,6), 2007: (32,4), 2016: (39,8), 2018: (44,3), 2021: (53,2), 2022: (57,6) - og væntaðu inntøkurnar fyri 2023 eru 58,6 miljónir krónur.
Súni í Hjøllum segði, at langtíðarskuldin hjá Nes kommunu við árslok 2022 var 31,6 miljónir, sum er tað sama sum fyri einum ári síðan.
- So, samanumtikið kann sigast, at kommunan er rímiliga væl fyri fíggjarliga, nú kommunan hevur eina lánibyrðu, sum er minni enn helmingurin av einari álíkning. Vit hava nógv at takka fyri, segði borgarstjórin.
Hann vísti á, at samstarvsviljin í bygdaráðnum hevur verið góður, og her hevur dentur verið lagdur á at tosa málini væl ígjøgnum og finna felags loysnir. Bygt hevur verið á tað, sum undanfarin bygdaráð hava framt.
- Eisini í hesum skeiðnum eru bæði størri og smærri verkætlanir framdar, og aðrar eru í gongd, eins og spennandi ætlanir liggja fyri framman. Hesar verkætlanir hava til endamáls at skapa góðar karmar fyri bæði vinnulív og einstaka borgaran.
Súni í Hjøllum vísti á, at roynt verður umvegis heimasíðuna hjá kommununi - www.nes.fo - at kunna alment so hvørt, sum verkætlanir verða fyrireikaðar og fara av bakkastokki. Seinastu átta árini hevur kommunan gjørt íløgur fyri í miðal 13-14 miljónir krónur um árið.
- Ein kommuna hevur nógvar skyldur at røkja. Størstu kjarnuuppgávurnar eru skúli, dagstovnar, mentanarøkið, eldraøkið, útstykkingar og byggibúning. Men eisini vatn-, kloakk og vegir fara við stórari fíggjarorku.
Borgarstjórin nevndi tó eina ítøkiiga verkætlan.
- Tær avbjóðingarnar, sum vit hava havt við drekkivatninum, verða tiknar í størsta álvara, og tí verður júst nú arbeitt við eini verkætlan, sum fer at føra til eina góða og varandi loysn. Munandi peningauhædd er sett av til at loysa avbjóðingina við vatninum.
Nú Nes kommuna veksur so skjótt, hava avvarðandi nevndir í bygdaráðnum eitt vakið eyga við, at dagstovnar og skúli eisini framyvir hava hóskandi hølisumstøður.
- Tað er ein heiður og ein ábyrgdarfull og spennandi uppgáva at verða borgarstjóri í Nes kommunu, sum nú tekur við býarheitinum. Tí vil eg eina løtu sum hesa minna á – fyrst og fremst meg sjálvan - at hugsa um innihaldið í sanginum ”Morgun” hjá Martini Joensen, har hann í seinasta ørindi sigur soleiðis:
Ábyrgdin á tínum herðum,
Gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
Ber hana betur enn vit.
- Sum borgarstjóri, maður, pápi og ikki minst abbi – áliggur tað mær – og okkum øllum, í øllum verki, at taka skilagóðar og ábyrgdarfullar avgerðir, ið tæna komandi ættarliðum. At vit við virðing bera góða førningin, vit fingu frá okkara forfedrum, víðari til okkara eftirkomarar.
Og seinastu orðini hjá Súna í Hjøllum í røðu síni til bygdafólkið leygarmorgunin vóru hesi:
Guð, gevi mær – og okkum øllum – styrki og vísdóm til tað!