Er trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum í lagi?

Helena Dam á Neystabø var í nógv ár ein av trúgvu stuðlunum hjá Javnaðarflokkinum

Brádliga skifti hon flokk, og meldaði seg í Sjálvstýrisflokkin, og tíðindini søgdu, at orsøkin var, at Javnaðarflokkurin ikki vildi stilla upp ein av teimum persónum, sum Helena ynskti at fáa á javnaðarlistan.

Sum landsstýriskvinna í sjálvstýrissamgonguni var Helena sera íðin eftir at fáa avtalu við donsku stjórnina um loysing eftir eitt ávíst áramál, og hon var við til fundir í Keypmannahavn, har hon var ein av fremstu talskvinnunum fyri einum politikki, sum liggur rættuliga langt frá tí sum higartil hevur verið javnaðarpolitikkur, tá talan er um spurningin um samband ella loysing. Tí hevur ein eisini hug at spyrja, hvar stendur Javnaðarflokkurin í hesum spurninginum í dag? tá loysingarfólk stilla upp fyri flokkin.

Kann ein politikari við hugsjónum skifta flokk alt eftir, hvar viðkomandi væntar at hava frægast møguleika at verða valdur?

Tað man helst undra mangan veljara, at ein politikari eitt valskeið kann standa og argumentera fyri politikinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og so fá ár seinni kann stilla upp og argumentera fyri Javnaðarfloksins politikki.

Hvar eru veruligu politisku hugsjónirnar hjá einum politikara, sum kann skifta politikk alt eftir, hvar viðkomandi sleppur á vallistan?

Tað er freistandi at halda, at ein slíkur politikari ikki hevur nakrar veruligar politiskar hugsjónir, men heldur letur seg stýra av øðrum áhugamálum, sum ikki hevur nógv við grundleggjandi hugsjónir at gera.

Kann Javnaðarflokkurin góðtaka at hava valevni, sum ikki tykjast veruliga at taka undir við javnaðarhugsjónunum?

Vit eru helst nógv sum eisini undrast yvir, at Javnaðarflokkurin nú tykist verða so rúmligur, at øll sum kunnu savna nakrar atkvøður kunnu sleppa á vallistan, hóast hesi valevni fyri stuttari tíð síðan hava verið millum fremstu umboðini fyri aðrar flokkar, sum avgjørt ikki standa fyri teimum grund-leggjandi javnaðarsjónarmiðum, sum nógvir javnaðarveljarar framvegis meta sum fremsta verjan fyri áhugamálunum hjá vanliga føroyska løntakaranum og ikki minst teimum eldru og veiku í samfelag okkara.

Vit síggja at fyrrverandi framstandandi sambandsfólk og sjálvstýrisfólk standa sum valevni hjá Javnaðarflokkinum, og eingin í flokkinum tykist at seta spurnartekin við um hesi valevni kunnu umboða veruligu javnaðarhugsjónirnar.

Javnaðarflokkurin kann missa meira enn flokkurin vinnur við at loyva einum og hvørjum at stilla upp sum valevni fyri flokkin.

Helst er tað soleiðis, at hesi umboð fyri Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin kunnu draga nakra atkvøður til Javnaðarflokkin.

Hinvegin eru tað mong, sum hava ilt við at velja ein flokk, sum sigur seg umboða javnaðarhugsjón-ina, men sum kortini stillar upp valevni, sum antin onga politiska hugsjón hava ella umboða eina politiska hugsjón, sum liggur rættuliga langt frá javnaðarhugsjónini.

Tað kann væl fara at verða soleiðis, at Javnaðarflokkurin fer at missa eitt rættuliga stórt tal av trúgvu veljarum sínum, og so er lítið vunnið, hóast hesi nýggju valevnini frá Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, møguliga kunnu skaffa Javnaðarflokkinum nakrar atkvøður afturat.

Undir øllum umstøðum er vandi fyri at gamla javnaðarhugsjónin, sum eitt stórt tal av okkara løntakarum hava stuðlað, fer at hvørva, nú valevni frá øðrum flokkum og við øðrum hugsjónum fáa fría atgongd til at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Eisini er vandi fyri, at flokkurin fer at missa trúvirði sítt, um eitt hvørt valevni, uttan mun til politiska hugsjón, sleppur at stilla upp fyri flokkin.