Sami bilførari tikin tvær ferðir - koyrdi púra ørt

Sami bilførari varð tikin tvær ferðir upp á eina lítla løtu fyri at koyra alt ov skjótt

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og í tí sambandi eru nógvir bilar steðgaðir.

 

Í sambandi bátatevnuna a Toftum var løgreglan á varðhaldi og steðgaði einum 50 bilførarum at vita um teir høvdu øll síni viðurskifti ílagi, eisini at vita um teir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka.

 

Men har varð alt sum tað átti at vera hjá øllum somlum.

 

Hinvegin gjørdi løgreglan ferðkanningar ymsastaðni á meginøkinum, og har stóð verri til.

 

Løgreglan sigur, at fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt – og summir koyrdu alt ov skjótt, og onkur eisini púra svakt.

 

Løgreglan sigur, at bilførarar vóru tiknir fyri at koyra 105 kilometarar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, onkur koyrdi 109 kilometrar um tíman, og ein varð tikin fyri at koyra 121 kilometrar um tíman, í óbygdum øki.

 

Men serliga ein ávísur bilførari vakti ans hjá løgregluni. Tað var ein ungur bilførari, sum varð tikin við Streymin fyri at koyra 126 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.

 

Men bilførarin hevur eftir øllum at døma ikki lært nógv av hesum, tí hann koyrdi so harðliga avstað aftur, norðureftir, at løgreglan gjørdi ikki mætari enn at fara aftan á honum.

 

Tá varð hann máldur at koyra heili 198 kilometrar um tíman yvir eitt langt strekki upp á sjey kilometrar. So tá ið løgreglan steðgaði honum aftur inni í Eysturoynni, varð koyrikortið tikið á staðnum.

 

Hann skal nú í rættin, men tað er væl trúligt, at rætturin kemur til ta niðurstøðu, at av tí at hann varð tikin tvær ferðir, skal hann missa koyrikortið longri enn teir vanligu seks mánðirnar.