Tey skulu ikki sleppa at súlta ætlanina um at friða skipini hjá Stranferðsluni fyri verkfall.
Tað staðfestir Gerhard Lognberg, løgtingsmaður.
Fyri jól legði hann uppskot fyri Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skuldi taka samráðingar upp við fakfeløgini um at tryggja at skipini hjá Strandferðsluni sleppa at sigla, hóast verkfall er.
Í hesum sambandi hugsar hann um farleiðirnar: Tvøroyri –To?rshavn, Sørva?gur– Mykines, Klaksvi?k – Syðradalur, Hvannasund – Svi?noy, Skopun - Hest – Gamlarætt, Sandur – Sku?voy og farleiðina To?rshavn – No?lsoy.
Men hóast tað nú eru sjey mánaðir síðani, at uppskotið varð lagt fram, er tað ikki avgreitt enn.
Súltaðu málið
Málið varð til viðgerðar í Vinnunevndini, sum segði sína hugsan beint fyri jól.
Men Løgtingið samtykti at beina tað aftur í vinnunevndina.
Men har hevur málið nú ligið í eitt hálvt ár, uttan at tað er avgreitt, og nú er tingið farið í summarfrí og sostatt fellur málið burtur.
- Hetta er tað, vit kalla fyri at súlta eitt mál, sigur Gerhard Lognberg.
Men hann sigur, at Løgtingið skal ikki sleppa at at súlta málið.
- Tá ið Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, fari eg at leggja málið framaftur, sigur hann.
Verja útjaðaran
Gerhard Lognberg sigur, at hann vil hava hetta málið avgreitt fyri at verja útjaðaran.
Hann sigur, at tá ið skipini verða løgd av verkfalli, rakar tað vinnulívið og ferðafólk hart og tað kann ikki ganga longur, at útjaðarin verður tikin til gísla í at kalla hvørjum einasta verkfalli, samstundis sum alt miðstaðarøkið er fullkomiliga ónervað.
Politikarar hava tosað í eini 20 ár um at friða Strandferðsluna fyri verkfall, men tað er als onki komið burtur úr.
Hvørja ferð, verkfall hevur verið seinastu árini, hava politikarar lovað hvørjum øðrum, og veljarunum, at hetta skuldi vera seinastu ferð, at skipini hjá Strandferðsluni verða løgd í verkfalli.
Men tað er framvegis als onki komið burtur úr.
Aldrin friður
Ført hevur verið fram, at slíkt kann bara gerast í friðartíð og at hetta kann ikki gerast ímeðan samráðingar eru, tí tað fer bara at órógva.
- Trupulleikin er bara tann, at samráðingar eru alla tíðina. Síðani síðsta summar til út í oktober var tað Starvsmannafelagið. Í vetur og langt út á várið vóru tað maskinmeistararnir, sum vóru í samráðingum og nú í fleiri mánaðir hava skipara- og navigatørfelagið samráðst um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna.
- Har er ikki komið á mál enn - og í heyst skal so Starvsmannafelagið aftur at samáðast um nýggjan sáttmála.
Gerhard Lognberg staðfestir, at tað er aldrin arbeiðsfriður.
Tí má landsstýrið bara fara til verka og fáa eina avtalu við fakfeløgini.
Sjálvur hevði tað hóva honum best at manningin varð gjørd til tænastufólk og fekk eina lønarhækking afturfyri at siga verkfalsrættin frá sær.
Hann veit, at tað myndugleikarnir vilja helst sleppa undan tænastufólkum.
Treyðugt so eru tænastufólk á summum økjum, sum hava so stóran týdning, at tey kunnu ikki liggja lamin, eitt nú tollvaldið, løgregla o.s.fr.
- Eg haldi, at samferðslan ímillum oyggjarnar er líka týdningarmikil, sigur Gerhard Lognberg.
Vildu ikki forstýra
Vit fingu ikki viøgjørt málið liðugt.
Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum, er ikki við upp á, at málið um at friða Strandferðsluna fyri verkfall, varð súltað í nevndini.
Tá ið málið var til viðgerðar, vóru fakfeløg í samráðingum um nýggjan sáttmála fyri manninginina á Strandferðsluni. Og vit mettu, at samtyktu vit eitt slíkt uppskot sum hetta, fór tað bara at órógva samráðingarnar.
- Trupulleikin varð bara, at samráðingarnar drógu út og nú tingið er farið til hús, eru tað framvegis fakfeløg, sum samráðast um nýggjan sáttmála fyri Strandferðsluna, sigur Alfred Olsen.
Hann ásannar eisini, at tað er ein trupulleiki, at tað eru næstan altíð onkrar samráðinar og tískil er tað tórført at finna eitt glopp, har tað er friður.
- Men tað er so løgtingsins vilji, at hetta skal ikki órógva samráðingarnar, sigur Alfred Olsen.
Hann sigur, at annars hevur Vinnunevndin sagt sína meining um málið.
Vinnunevndin ásannar, at tað er ein trupulleiki, at skipini verða løgd so oftani, tá ið verkfall er.
Tí heldur Vinnunevndin, at Løgtingið eigur at heita a? landssty?rið um at samra?ðast við fakfeløgini um at tryggja at sjo?ðvegis farleiðirnar innanoyggja ikki verða raktar, ta? ið arbeiðso?semja er.