Hans Fróði aftur í eldinum

Verjuspælarin avloysti sunnukvøldið Julian Johnsson, sum noyddist at gevast, tí hann var skaddur

Hans Frøoði Hansen hevur verið ótolin, nú hann í fleiri vikur hevur sitið á beinkinum í Sogndal. Tað hevur ikki verið at undrast á, tí landsliðsmaðurin valdi at fara út um landoddarnar at spæla fyri at royna, hvussu langt hann kundi koma sum fótbóltsspælari. Og hann hevur verið væl vitandi um, at talan so at siga var um eina endastøð, um hann framhaldandi fór at hita beinkin hjá Sogndal.

Sunnukvøldið slapp Hans Fróði Hansen, sum síðani hann kom fyri seg eftir triðja óstbeinabrotið bara hevur spælt við næstfremsta liðnum í Sogndal, framat aftur.

Sjálvandi hevði Hans Fróði ynskst, at hann skuldi sleppa framat á ein annan hátt, enn hann gjørdi, men umstøðurnar lagaðu tað soleiðis hesa ferð, at hann fekk møguleikan at spæla allan seinna hálvleik. Julian Johnsson hevði verið á miðvøllinum í 1. hálvleiki, men hann noyddist at taka seg úr dystinum, tí hann var skaddur.

Í norsku bløðunum fær Hans Fróði Hansen hampuligt skoðsmál fyri sítt avrik. Longu í gjárkvøldið skuldi Sogndal spæla aftur, og í blaðnum í morgin fara vit at frætta, um Hans Fróði slapp framat eina ferð afturat.

Kurt Mørkøre spældi allar 90 minuttirnar á heimavøllinum, sum eitur Fosshaugamstadion. 775 áskoðarar hugdu at, og teir frøddust um, at Tommy Øre longu í 7. minutti var so mikið leysur í brotsteiginum, at hann hevði tíð at temja innlegginum, áðrenn hann skoraði einasta málið í dystinum.

Tað var trupult hjá Sogndal móti Raufoss. Liðformaðurin, Dag Christian Sørensen, var ikki á miðvøllinum, og tá Julian Johnsson ikki var við í 2. hálvleiki, gekk tað út yvir miðvallarspælið.

Í 2. hálvleiki vardi Sogndal teptu leiðsluna, og tað eydnaðist teimum til fulnar. Longu í gjárkvøldið skuldi Sogndal aftur í eldin. Talan var um útsettan heimadyst móti Ryåsen. Dysturin skuldi havt verið spældur í 7. umfari.

Flestu liðini í næstbestu norsku deildini hava spælt tólv dystir. Sogndal spældi sín tólvta dyst í gjárkvøldið. Undan tí dystinum var Sogndal á fjórða plássi. Teir hava 20 stig. Raufoss, sum teir vunnu á sunnukvøldið, er á fimta plássi, og Byåsen, sum teir spældu ímóti í gjárkvøldið, er á áttanda plássi. Um Sogndal fekk fulla úrtøku í gjárkvøldið, so fóru teir framum gamla felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, sum hevur 22 stig.

Kortini er langt upp til fremstu plássini og harvið møguleikan fyri uppflyting. Lyn hevur á fremsta plássinum 31 stig, og Strømgodset hevur á øðrum plássi 27 stig.

Í næstbestu norsku deildini kenna teir lítið til summarfrí. Sogndal skal spæla aftur komandi sunnudag. Annan sunnudag halda teir frí, men longu mitt í juli skulu teir aftur í eldin, og so verður ikki helmað í fyrrenn kappingin verður liðug í heyst.