til at skriva søgu. Hetta verður nevniliga fyrsti altjóða dystur hjá Kosovo, sum fyrr í hesum mánaðinum fekk limaskap í UEFA og síðani í FIFA. Men landsliðsvenjarin, Lars Olsen, verður noyddur at síggja [...] burtur frá Pól Jóhannusi Justinussen og Heina Vatnsdal til dystin ímóti Kosovo. Pól Jóhannus er um at verða liðugur í útbúgvingini sum elektrikari, og er farin undir sveinaroyndina, og somuleiðis er Heini
Fyrrakvøldið kom føroyski landsliðshópurin í borðtennis aftur til Føroya eftir at hava luttikið í Arctic Open í Reykjavík. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland [...] mátti boyggja seg fyri íslendsku Kolfinnu Bjarnadóttir. Harvið vann hon silvur. Hetta var triðju ferð, at skipað varð fyri Arctic Open. Næsta ár verður Føroyar vertur fyri kappingini, sum tá eisini verður [...] liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Gotlandi, har føroyska borðtennislandsliðið eisini fer at luttaka.
sum Marni Kruse júst hevur slept. Marni Kruse er av Oyrarbakka og er 23 ára gamal. Hann byrjaði við at spæla á kaffistovum og barrum, millum annað saman við Ester Kristiansen, sum eisini er úr Sundalagnum [...] videoupptøkurnar. Sjálvur býr Marni Kruse í løtuni í Tromsø í Noregi. Marni Kruse fer aftur í summar at gera um seg á tónleikapallum kring landið. Fyrsta framførslan verður á bátastevnuni í Hvalvík seinni [...] mánaðinum og síðani vera fleiri konsertir fyrstu vikurnar í juni. Seinni helvt av juni fer Marni Kruse at undirhalda umborð á Norrønu, áðrenn hann rundar summarið av við tveimum konsertum í Danmark.
hevði lagt aftrat eydnaðist tað Rune Friis at javna til 1-1, og tryggja Fremad Amager eitt týdningarmikið stig í uppflytingarstríðnum. Tað ljóðar úr Brabrand, at brotssparkið, sum Brabrand fekk var rættiliga [...] rættiliga tunt, somikið søtari var tað hjá amagerbúgvunum at javna heilt ímóti dystarenda. AB er fremst við 34 stigum, Fremad Amager er nummar tvey við 31 stigum. Í hølunum er Frem, sum kemur upp á 28 stig
møguleika at leggja myndir av sínum bilum í Facebook profilin SMS á netinum. Síðan valdi ein dómsnevnd við Sofusi Hansen, Óla Mouritsen Magnusi Gunnarsson teir seks bilarnar út, sum komu at standa á Torginum [...] Nakað er gjørt við bilin síðan tá við t.d. flottari kølaragittari og felgum, sum nokk gjørdu sítt til at hann bleiv nummar eitt í ár. Tey vitjandi í SMS valdu ein hvítan Mercedes AMG S65 hjá Mikkjali Godtfred
Hetta hendi tvey ár eftir at VW Golf avloysti gomlu VW Bobluna í 1974. Tað heila byrjaði við, at nakrir verkfrøðingar hjá Volkswagen í síni frítíð spældu við hugskotinum um at gera tann vanliga Golfin um
av tí at tey eru eitt vet tyngri enn suðurevropisku kappingarneytarnir, kanska hava ein vansa í mótbrekkuni, kortini hingu væl við, og í undanbrekkuni vístu, hvørjar knotur eru í teimum. Til ber at fylgja [...] fylgja TREK mtb.fo á facebook-vanga teirra . Úrslit frá Andalucia Bike Race er at síggja her.
aftur settur á breddan. Hesa ferð er tað samkomuleiðslan í Kelduni í Skálafirði, sum heldur, at spurningurin átti at verið loystur við eini fólkaatkvøðu. Klaksvíkskappingin er um vikuskiftið og í gjár vóru [...] Gadus hevði 785 tons í lastini. Sambært Norðlýsinum eru tað trupulleikar við pappírunum, sum gera, at skipið nú verður hildið aftur í Tromsø.
lógbrotini í Köln nýggjársaftan, er meginparturin úr Marokko og Algeria. Tað byrjaði við at kvinnur í hópatali boðaðu frá, at menn høvdu verið ónærisligir móti teimum á jarnbreytarstøðini í Köln hetta kvøldið [...] komin til Týsklands seinasta árið, men nú vísa tøl frá løgregluni, sum Die Welt hevur fingið innlit í, at einans tríggir sýrar eru millum tey skuldsettu. Tó so, nógvir teirra eru kortini flóttafólk, men flestu
lið. Tað var ongantíð nakar veruligur ivi um, hvør fór at vinna hendan dystin. Strandingar uppbygdu sær eina trygga leiðslu, ið bara við sær, at hálvleiksstøðan var 12-7 til heimaliðið. Seinni hálvleikur [...] hálvleikur var meira javnur, men tó var StÍF ongantíð í vanda at missa sigurin. Endaliga úrslitið gjørdist 24-20 til StÍF. Seinna hálvfinalan ímillum liðini verður spæld sunnudagin klokkan 15 í høllini á Hálsi