Fótbóltspanel um videodømingar og 21. umfar

(Ljóðsending frá Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttaredaktør, og við Róin Schrøter, formann í kappingarnevndini hjá FSF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins fótbóltspanel, sum var beinleiðis á Rás2.

 

Fyrra partin av sendingini var Tróndur Arge vertur. Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttaredaktør, og við Róin Schrøter, formann í kappingarnevndini hjá FSF. Umrøtt var hvussu rætt tað er, og hvørjar mannagongdir eru í samband við at taka videobrot av fótbóltsdystum, sum prógv, tá ein skal fella ein úrskurð.

 

Seinna partin av sendingini var Heri Simonsen vertur, og hann fekk Trónd Arge at meta um 21. umfar í effodeildini :

 

Sunnudagin 21. august klokkan 15 :

 

KÍ-TB

Víkingur-Skála

NSÍ-HB (André Olsen verður til dystin, og kemur í sendingini at greiða frá tí, sum hendir)

B36-ÍF (Tróndur Arge sigur frá dystinum)

 

Sunnudagin 21. august klokkan 17.15 :

 

AB-B68

 

Heilt ímóti endanum av sendingini gjørdu Tróndur Arge og Heri Simonsen gjøldur við onkrum illa orðaðum setningum, sum teir hava sagt í beinleiðis sending á Rás2, sum lurtarin kann flenna tjúkt eftir.