U17 endaði nummar 8 í NM

Plaseringsdysturin ímóti Kýpros varð taptur tepurt

Sum árligur siður hevur verið seinastu nógvu árini, so er Norðurlandameistarakappingin hjá U17-landsliðum, vanliga nevnd NM, blivin spæld fyrst í august. Í ár bleiv kappingin spæld í Finnlandi, og Føroyar endaðu nummar átta og aftast í kappingini. 

 

Úrslitini hjá Føroyum í bólkaspælinum vóru tap ímóti Svøríki og Íslandi og javnleikur ímóti Montenegro. Síðsti bólkaspælsdysturin ímóti Montenegro varð spældur í gjár, og endaði hann 1-1. Tórur Jacobsen úr KÍ skoraði føroyska málið.

 

Føroyar endaðu aftast í bólkaspælinum, og sostatt skuldu ungu føroyingarnir spæla plaseringsdyst um at enda nummar sjey ella átta ímóti Kýpros, ið luttók sum gestaluttakari. Hesin dystur varð spældur fyri løtu síðani, og tíverri vann Kýpros 1-0.

 

Á Facebook skrivar venjarin hjá føroyska liðnum, Áki Johansen, at føroyska liðið spældi ein sera góðan dyst og skapti hópin av málmøguleikum. Tó vóru U17-leikararnir ov óneyvir og taptu óheppið. Venjarin leggur tó dent á, at hann er errin av avrikinum hjá ungu, føroysku spælarunum.

 

Føroyska ferðalagið kemur heim í morgin.