Jóan Símun fekk seinasta hálva tíman

Føroyski landsliðsleikarin var í dag aftur á vøllinum í Superliguni eftir longri skaðasteðg

Superligan í Danmark er í dag byrjað. Tíðliga í dag spældu Viborg og FC Nordsjælland í einum dysti, sum FC Nordsjælland vann 4-0, og seinni í kvøld hava so eisini OB og Silkeborg spælt.

 

Dysturin millum OB og Silkeborg endaði við málleysum 0-0 javnleiki.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, kom á vøllin tá eitt sindur minni enn ein hálvur tími var eftir av dystinum. Hetta er fyrsta ferðin síðani tíðliga í vár, at Jóan Símun aftur spælir í Superliguni, av tí at hann var nógv darvaður av einum skaða fyrr í ár.

 

Sum heild gekk fínt hjá føroyska landsliðsleikaranum, og hann og liðfelagarnir úr OB vóru greitt omaná allan dystin á tamb. Men tað eydnaðist ongantíð OB at fáa hol á, og mugu teir tí noyðast við einum heldur skuffandi 0-0 javnleiki í fyrsta superligadystinum hjá teimum í ár.

 

Sunnudagin bresta tveir av hinum føroyingunum í Superliguni, Gilli Sørensen og Hallur Hansson saman, tá AaB á heimavølli skal spæla ímóti AC Horsens.