Aftur ein úttikin til U-21 landsliðið

HB leikari avloysir HB leikara, sum hevur meldað avboð orsakað av skaða

Um tveir dagar skal føroyska U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð í ár í eldin á heimavølli. Teir fáa vitjan av Finnlandi, sum teir møttu fyri eitt sindur minni enn einum ári síðani í einum dysti sum Føroyar taptu 3-0.

 

Hetta er tó ikki fyrsti dysturin hjá U-21 landsliðnum í ár, tí fyrr í ár hava teir spælt á útivølli móti bæði Týsklandi og Eysturríki.

 

Úr føroysku leguni verður sagt, at fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl. Tó var tað ein smeitur í gjár, at Hørður Askham mátti melda avboð til U-21 landsdystin.

 

Og aftur í dag, hava U-21 venjararnir fingið avboð til dystin um tveir dagar. Hesa ferðina er talan um HB leikaran, Magnus Egilsson, sum er so mikið skaddur, at hann ikki kann spæla. Hann verður tí avloystur av Bartali Wardum, sum eisini umboðar HB til dagligt.

 

U-21 landsdysturin millum Føroyar og Finnland verður spældur hóskvøldið 2. Juni klokkan 18:00 á Tórsvølli.