Í morgun fekk sløkkiliðið fráboðan um ein eldsbruna í skúlanum á Argjum, har skúlin á Fløtum heldur til í dag. Teir vóru skjótir á staðnum, men tíbetur var talan ikki um ein stóran eldsbruna. Sum in.fo skilur, so var talan um at eldur var komin í okkurt borðprýði í lærarastovuni.
- Tað var okkurt smáting í lærarastovuni, ið eldur var komi í. Nógvur roykur stóðst av hesum, men eldurin breiddi seg ikki, sigur vakthavandi hjá sløkkiliðnum, eftir at sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldsbrunanum í skúlanum á Argjum.
Hóast talan sostatt ikki var um ein stóran eldsbruna, so vórðu øll børnini flutt burtur úr skúlanum. Tað er eisini ein góð orsøk til tað upplýsir vakthavandi hjá sløkkiliðnum.
- Vit mugu ikki koma í eina støðu, har børn halda, at man ikki fer út, tá eldur er í einum bygningi, tí tey halda tað ikki hevur nakað upp á seg. Tí vórðu øll børnini flutt úr skúlanum, sigur vakthavandi.










